Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 10 TEMA Krakkaveldi Og somuleiðis kunnu vit spyrja, hvat kom fyrst, al­ menni yvirbygnaðurin ella ynski frá fólkinum um eftir­ lit, tænastur og uppíblandan frá tí almenna. Eitt er so vist, at fáur vildi verið valdur á ting uttan okkurt lyfti um almenn­ar gávur. Um tú stillaði upp og lovaði at geva fólki færri tænastur, færri almennar stovnar og harvið størri persónligt frælsi við øllum tí, sum hartil hoyrir, so hevði tú neyvan verið vald. Hinvegin eru tey nógv í ymiskum pørtum av samfelagnum, sum halda almenna yvirbygnaðin vera ov stóran. Vælferðar­sam­ felagið byrjaði upprunaliga sum eitt trygdarnet til tey veiku, sjúku og gomlu. Síðani hevur tað útviklað seg, og í dag hava vit alt frá hesum upp­runa­liga trygdarnetið til almenna uppíblandan í tínar matvanar, drekkivanar og lívsstíl annars. Halgir Winther Poulsen er ein teirra, sum heldur hetta verið farið ov langt. Hann vísir á, at hesin veldugi yvirbygnaðurin er størri, enn tað føroyska samfelagið megnar at bera. Tað er bara ein spurning­ urin um tíð, áðrenn vit hokna undir almenna geiranum, heldur sakførarin. Hvørjaferð ein trupulleiki stingur seg upp, ja, so stovnseta vit ein almennan stovn. Tá trupul­ leikin er loystur, so lata vit tó almenna stovnin vera verandi, og enda sostatt við einum ótali av almennu stovn­um, sum hava ivasamt eksistens­grundarlag. Til hesa temasíðurnar hevur Vikuskiftis Sosialurin verið í samband við fleiri fyritøkur innan ymiskar vinnu­greinar, og tendensurin er greiður. Fyritøkurnar tora ikki at tala at alment. Og hetta er ein tendensur, sum Marita Rasmussen kennir alt til. – Vit vita fleiri dømi um, at almennir stovnar leggjast eftir fyritøkum og einstak­ ling­um, um tey alment finn­ast at, sigur hon millum annað í temanum hesaferð. Men Mortan í Hamrabyrgi og Leif Sørensen eru tveir menn við drúgvum royndum innan føroyska matvinnu, og teir tora at tala at. Teir báðir eru á einum máli um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan spennir bein fyri matvinnuni. Marita Rasmussen er ikki ósamd í hesum. Hon sigur, at sjálvandi mugu vit fylgja teimum útlendsku sátt­ málum, vit hava bundið okkum til, men lógarverkið fyri heimamarknaðin eigur at verið eftirkannað, so tað verður lættari at framleiða ymiskar vørur til føroyska nýtslu. Óansæð hvør loysnin er, kunnu vit venda aftur til filo­sofiska spurningin. Eru almennu Føroyar til fyri fólkið, ella er fólkið og vinnan til fyri almennu stovnarnar. Undir øllum um­støðum má spurningurin setast, tá ið fyritøkur og ein­stak­lingar halda seg aftur at tala at av ótta fyri avleið­ ingum. Hvat kemur fyrst, hønan ella eggið. Ein filosofiskur spurningur av teimum heilt stóru Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Krakkaveldið: Eftirlit ella álit? BARBARA HOLM T il hesa temasíðurnar hevur Vikuskiftis Sosial­ urin tosað við eina ør­ grynnu av fyritøkum í ymiskum vinnugreinum. Enda­ málið var at fáa innlit í, hvussu ymiskar fyritøkur uppliva eftirlit og samskifti við almennar stovn­ar, so sum Heilsufrøðiligu Starvs­stovuna. Vit kenna øll ræðusøgurnar um, at almennir stovnar spenna bein fyri vøkstri og nýhugsan, og tað fingu vit í Sosial­inum eisini váttað frá fleiri ymiskum eigarum av smærri fyritøkum. Men so at siga eingin vildi stíga fram av ótta fyri av­leið­ ingum. – Hatta kenni eg til, sigur Marita Rasmussen, tá ið hon verður spurd um hetta. – Tað er eingin ivi um, at vinnu­ lívs­fólk og einstaklingar ræðast at siga sína hugsan alment, tí vit vita dømir um, at tað fær avleiðingar fyri seinni samstarv við tað al­ menna, sigur Marita Rasmussen. Hon vil ikki siga, hvørji dømi tey í Vinnuhúsinum kenna til, tí tey verða biðin um at taka mál av hes­um slagnum upp vegna fyri­ tøk­ur­nar. – Vit vita, at fyritøkur ikki altíð tora at tala at, og vit hava dømir um, at fyritøkur kenna tað so, at tað fær avleiðingar orsakað av has­ um. Men um óttin altíð er grund­ aður, skal eg ikki siga, sigur Marita Rasmussen. Men spurd um almennir stovnar beinleiðis eru ein hóttan móti vinnu­lívinum, er Marita ikki í iva. – Nei. Tú kanst ikki skera allar stovnar yvir ein kamb. Fyri tað allar mesta uppliva vit, at stovnar – Tað er eyðsæð, at vinnan kennir eitt órættvísi, men torir ikki tala at almennum stovnum. Einamest tí, at tað er dømi um, at tað fær avleiðingar fyri tann, sum sigur sína hugsan, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Vinnuhúsið Tað er eingin ivi um, at vinnu­lívs­ fólk og einstak­ lingar ræðast at siga sína hugsan alment, tí vit vita dømir um, at tað fær avleiðingar fyri seinni sam­ starv við tað almenna« Marita Rasmussen FYRITØKUR OG EINSTAKLINGAR TORA IKKI ALTÍÐ AT TALA AT Eftirlits Føroyar Marita Rasmussen