Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 11 Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð varpa ljós á krakkaveldi, á almenna yvirbygnaðin og á royndirnar hjá vinnulívsfólki við almennum stovnum eru samstarvssinnaðir og áhugaðir í, at tað skal ganga fyritøkum væl. Men vit uppliva eisini hesi smáu kongaríkini, har fyritøkur halda, at tað fær avleiðingar, um ónøgd verður sýnd, sigur Marita Rasmus­ sen og vísir á, at alt veldst um starvs­fólkini. – Tað er eyðsæð munur á fólki, og sjálvsagt er tað eisini tað, sum ger seg galdandi, tá ið fólk skulu samskifta við tað almenna. Tað veldst um hugburðin hjá stjór­ anum, leiðaranum ella tí starvs­ fólk­inum, tú hevur við at gera, og tað veldst mangan eisini um fyri­tøk­una eisini, sigur Marita Rasmussen. Mugu eftirhyggja lógarverkið Marita Rasmussen er dagliga í samskifti við føroyska vinnulívið og tí vitandi um tær atfinningar, sum vinnulívið hevur mótvegis lógar­verkinum og almenna myndug­leikanum. Hon vísir tó á, at tá ið tað ræður um reglur fyri fyri­ tøku, sum útflyta vørur til aðrar marknaðir, so er tað sjálv­andi so, at vit mugu liva upp til tey krøv, vit hava bundið okkum til í altjóða avtalum. Men tað er møgu­liga øðr­ vísi, tá ið umræður heima­markn­ að­in. – Fyritøkur – stórar og smáar – sum virka á heimamarknaðinum, mugu hava somu krøv, soleiðis at kappingin millum hesar ikki skeiklast. Tað er sera umráðandi, sigur Marita Rasmussen. Hon vísir umframt hetta á, at tíðin nú er búgvin til at eftirhyggja tey krøv, sum tað almenna setir fyri­tøkum, sum virka á heima­ markn­aðinum. – Tað rætta at gera nú vildi verið, at myndugleikarnir saman við vinn­uni hugdu at lógarverkinum við tí fyri eyga at geva nýggjum, smá­um vinnum møguleika at fóta sær, sigur Marita Rasmussen. Hon vísir við hesum á møgu­ leikan at virka og selja serstakar før­oyskar vørur til frama fyri heima­marknaðin og fyri ferða­fólk. Men hóast alt er eftirlit í útgangs­ støðinum ikki av tí ringa. – Vit skulu minnast til, at eingin okkara ynskir at gerast sjúk av tí, vit keypa í Føroyum. Tí má okkurt eftirlit vera, sigur hon. Og royndirnar siga, at aloftast eru almennir myndugleikar stuðlar hjá blómandi spírum í vinnu­lívinum. – Vit frætta eisini um dømi um, at myndugleikar beinleiðis forða fólki í at byrja nýtt virksemi. Og tað skal sjálvandi ongantíð koma fyri, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­húsinum. ■ Um maður føðir vill djór, so sum úlv ella bjørn, skal hann sjálvur rinda fyri tann skaða, tey gera. ■ Prestar mugu ikki vera handilsmenn og enn minni halda nakað drykkjuhús ella selja hvørki øl ella brennivín. ■ Klokkarin má ikki stilla klokkuna øðrum til taks, hvørki til brúdleyp, jarðarferð ella líknandi. Revsingin er tjúgu silvurlodd, ið skulu rindast kirkjuni. ■ Prædikan hjá presti má ikki vera ov myrk ella torfør at skilja. Ei heldur skulu teir nýta prædikuna til at prógva sín vísdóm og gløggleika. ■ Ei heldur má prædikan hjá presti vera ov langdrigin og má ikki vara longur enn ein tíma, fyri ikki at keða vanliga mannin. Vanligi maðurin megnar ikki at taka ímóti og fata ov nógv samstundis. – Vit vita, at fyritøkur ikki altíð tora at tala at, og vit hava dømir um, at fyritøkur kenna tað so, at tað fær avleiðingar orsakað av hasum. Men um óttin altíð er grundaður, skal eg ikki siga, sigur Marita Rasmussen MYND: ÁLVUR HARALDSEN Løgnar lógir