hósdagur 18. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
12
TEMA Krakkaveldi
BIRGITH LASSEN
F
øroysku matvøruhandlar
kundu verið á tremur við
ymsum forvitnisligum
smáframleiðslum
úr
føroyskum rávørum. Men so leingi
krøvini til framleiðarar eru so høg,
fer føroysk matframleiðsla ongan
annan veg enn niður. Tað halda
fólk í vinnuni, sum hava fylgt før
oysku matmentanini í fleiri ár.
Fólk, sum hava hug at fara undir
nýggja framleiðslu siga, at drív
megin fánar, tá tey koma til somu
niðurstøðu ferð eftir ferð: Tað er ov
tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið
at lúka krøvini hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Tey halda, at tað er ov tíðar
krevjandi at brúka tímar og dagar
upp á pappírarbeiði fyri at fáa eina
góðkenning frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni. Tí fánar hugurin
ofta til at fara í holt við nýggjar
verkætlanir.
Bárður Enni er stjóri á Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni. Hann
heldur ikki, at stovnurin setur ov
hørð krøv til framleiðarar.
– Krøvini frá okkum eru heilt
grundleggjandi reinføriskrøv so
sum skilnað millum reint, skitið og
heitt, kalt, sigur Bárður Enni.
Góðkenning
tryggjar ikki góðsku
– Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan
blandar seg so nógv upp í, sum
hon ger nú, verður man sum kokk
ur bæði irriteraður, keddur og
frustreraður. Eg vildi ynskt, at eg
kundi keypt frískan høgguslokk,
tá ein fiskimaður bjóðar mær
tað. Men hóast eg síggi og lukti,
at høgguslokkurin er góður, kann
Krøvini frá
okkum eru heilt
grundleggjandi
reinføriskrøv
so sum skilnað
millum reint,
skitið og heitt,
kalt«
Bárður Enni
MYNDUGLEIKAR
SKAPA
FORÐINGAR
Fólk sum vilja framleiða mat úr føroyskum rávørum renna seg ofta
í forðingar, sum myndugleikar skapa. Heilsufrøðiliga Starvsstovan
setir ikki órímilig krøv, sigur Bárður Enni, stjóri á stovninum
Vinnulívsmenn
Bárður Enni
SAVNSMYNDIR