hósdagur 18. februar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
13
eg ikki brúka hann, tí báturin hjá
fiskimanninum ikki er góðkendur
av myndugleikunum, sigur Leif
Sørensen, kokkur, sum vildi ynskt,
at hann slapp at brúka eyguni og
nøsina, heldur enn at hyggja eftir
pappírum, tá hann skal velja tær
bestu rávørurnar til sínar fram
leiðslur
– Eg havi fleiri ferðir fingið bjóð
að eina fantastiska góða og fríska
vøru, men má takka nei, tí vøran
ikki er góðkend. Tað er ein keðilig
støða at vera í, tá tú vilt borðreiða
við tí besta. Tí tá eg so havi fingið
fatur á góðkendari vøru, er góðsk
an ikki at samanlíkna, greiðir Leif
Sørensen frá.
– Kjøtið, sum borðreitt varð við
á ráðstevnuni í fjør, skuldi vera eitt
dømi upp á kjøt, sum er framleitt
undir góðkendum umstøðum. Men
kjøtið var ikki etandi. Tað var súrt
og oyðilagt, sigur Leif Sørensen,
sum sipar til ráðstevnuna RÆST,
sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið
játtaði 200.000 krónur til.
Bárður Enni, stjóri á Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni, heldur
ikki, at almenn íblanding oyðilegg
ur nakað fyri føroysku matment
anina.
– Tá vit góðkenna føroyskar
framleiðarar og virkir er tað jú
nevniliga við tí fyri eyga at stuðla
upp undir føroysku matmentanina,
sigur hann.
Álit fram um eftirlit
Leif Sørensen heldur, at Heilsu
frøðiliga Starvsstovan hevur mis
skilt sína uppgávu.
– Uppgávan hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni er ikki at vera for
eldur hjá okkum. Eg eri sikkur
uppá, at vit høvdu komið longur,
um vit høvdu meiri álit á hvørjum
øðrum, sigur Leif Sørensen.
Fólk í vinnuni siga, at eingin
framleiðari ynskir at selja eina
keðiliga vøru. Tað sigur seg sjálvt.
Um vøran ikki er góð, fer eingin at
keypa hana. Og um onkur gjørd
ist sjúkur av kjøtinum hjá einum
bónda, hevði eingin viljað keypt
frá tí bóndanum aftur. Vit mugu
hava álit á, at bóndin og fiskimað
urin gera sítt besta. Tey vísa á
vandan í, at keyparin stólar blint
á góðskustemplingina frá myndug
leikunum, heldur enn at brúka tað
vit og skil sum er lagt í menniskju
frá uppruna tíð.
Leif Sørensen er samdur, og
heldur, at almenna eftirlitið í ring
asta føri kann skapa ein falskan
tryggleika.
– Um tú sum kokkur skalt
borðreiða við náta, skalt tú hava
eitt góðkent rúm til hagreiðing
av fugli. Tað er bara ein matstova
í Føroyum, sum hevur slíkt rúm.
Men í fleiri førum havi eg sæð
ta matstovuna keypa náta, sum
veiðumaðurin sjálvur hevur hag
reitt. Tað vil siga, at nátin slett
ikki hevur verið inni í teimum høl
unum, sum matstovan hevur bygt
til endamálið. Nátin kundi eins væl
verið borðreiddur á aðrari mat
stovu, sum ikki hevur eitt góðkent
rúm, svarar Leif Sørensen, tá
hann verður biðin um at forklára,
hvussu góðskustempling kann
skapa falskan tryggleika.
Men Bárður Enni sigur, at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
hevur álit á bæði framleiðarum,
virkjum og matstovum.
– Um vit ikki høvdu álit á teim
um, høvdu vit ikki komið á ófrá
boðari vitjan eina ferð um árið,
sigur leiðarin á Heilsufrøðiliga
Starvsstovuni.
Skapa ikki
forðingar við vilja
– Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger
sítt besta, men eg hevði ynskt, at
tey endurhugsaðu alla skipanina.
Alt ov ofta kemur tað fyri, at ein lóg
ella eitt forboð verður sett í gildi í
Føroyum, bara tí tað verður brúkt í
grannalondum. Tá haldi eg heldur,
at man skal taka støði í føroysku
umstøðunum, sigur Leif Sørensen.
Vit hava fingist við mat í túsund
ár, og tey allar flestu sum hava við
mat at gera, kenna vandarnar og
arbeiða út frá tí. Tað er sjáldan, at
nakað hendur, og tí er tað harm
iligt, at ein stovnur lóggevur út
frá, at onkur teoretiskt sæð kundi
blivið sjúkur.
Leif Sørensen skjýtur upp,
at Heilsufrøðiliga Starvsstovan
í størri mun skal brúka skúling
fram um lógir og forboð. Hann
heldur, at stovnurin skuldi skipað
fyri einum skeiði fyri fiskimenn,
bóndur og onnur, ið fáast við før
oyskar rávørur. Øll sum høvdu
verið á hesum skeiðnum, skuldu
fingið loyvi at selt til handlar og
matstovur á føroyska marknað
inum.
Bárður Enni sum er leiðari á
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
heldur, at tað er eitt gott hugskot.
– Hetta hevði avgjørt bøtt um
góðskuna og trygdina, sigur hann
og leggur afturat, at skeiðið kundi
tikið støði ta undirvísing, skúla
flokkarnir í Vinnuháskúlin fær.
Leif Sørensen heldur eisini, at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan átti
at ráðført seg við fakfólkini í vinn
uni, tí tey vita uttan iva best, sigur
hann.
– Ein lóg sigur, at eg ikki sleppi
at brúka træsleivir, tá eg geri mat
á eini matstovu. Lógin sigur, at eg
skal brúka plastikksleiv. Men eg
veit, at plastikksleivin liggur og
smeltar spakuliga í grýtuni og av
gevur plastikpartiklar til matin,
greiður hann frá.
– Tá haldi eg, at tað almenna fer
ov langt við síni heimild at lóggeva
og forbjóða, sigur hann at enda.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
fer eina ferð um árið á ófráboðaða
vitjan á matstovum og virkum, sum
hava fingið góðkenning frá stovn
inum. Sambært góðkenningarlist
unum hjá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni, eru tað 12 virkir; ið eru
góðkend til at selja mat í Føroyum,
umframt at tvey sláturvirku og 90
matstovur eru góðkend:
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
»Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan blandar seg so
nógv upp í, sum hon ger nú, verður man sum kokkur
bæði irriteraður, keddur og frustreraður«