Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 14 TEMA Krakkaveldi BARBARA HOLM V it hava ein alt ov stór­ an yvirbygning í mun til tey 49.000 fólkini, vit eru. Tað er tað fyrsta Halgir Winther Poulsen sig­ ur, tá ið hann skal seta orð á tann torgreidda spurningin um sam­ bandið mill­um tað privata og tað almenna. Hann er ein teirra, sum hevur funnist at lógarbroytingum av ymiskum slag, sum hava gjørt seg inn á okkara frælsi sum borgarar. Áður hevur hann til dømis mót­ mælt, at bann verður sett fyri at roykja á almennum støðum. Men trupulleikin er munandi størri enn tað, heldur sakførarin. – Yvirskipað kunnu vit siga tað, at hvørjaferð ein trupulleiki vísir seg í samfelagnum, so seta vit okkurt alment kontór á stovn, sum skal loysa trupulleikan. Men tá trupul­leikin síðani er loystur, so verð­ur almenna kontórið ikki niður­lagt aftur, sigur Halgir Winther Poulsen. Og ikki nóg mikið við tí – vit royna eisini at loysa trupulleikar, sum eingin hevur biðið um at fáa loyst. Eitt dømi, sum verður nevnt, eru ásetingarnar fyri, hvussu ein góðkendur hjallur skal innrættast sambært Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni. Eitt krav har er, at eitt ves skal vera í hvørjum hjalli. – Vit mugu ikki doyggja av mat­ eitran, tað er klárt. Men harfrá og so til at hava krøv um ves og hvat annað, er nakað yvirdrivið, sigur Halgir Winther Poulsen. Politikararnir mugu finna sær okkurt at gera Í dag hava vit hava 33 tingfólk, 8 landsstýrisfólk, 30 kommunur og 203 býráðs- ella bygdaráðslimir. Og tað er alt ov nógv, heldur sak­ før­arin. – Tað er hol í høvdið. Tað kostar eina ørgrynnu og er í stóran mun at meta sum deyðvekt, tí hesi fólkini skulu skaffa sær okkurt at gera. Vit síggja eisini javnan spurningar og svør á løgtingi, sum eingin tímir at lurta eftir, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann vísir á, at umframt hendan óvanliga stóra politikaraskaran, so fylgja eisini ein stór umsiting við hvørjum teirra. – Átta landsstýrisfólk krevja sjálv­sagt átta aðalstjórar, sum skulu hava deildarstjórar og sekre­ tariat og ymiskt annað. Tað er ein øgilig rúgva av fólki og pengum til at umsita eitt so lítið samfelag, sigur Halgir Winther Poulsen. Fólkið hevur valt hetta Meðan vit finnast at, hvussu stór­ur yvirbygnaðurin í almennu Før­oy­ um er, mugu vit ikki gloyma, at tað er fólkið, sum eigur avgerandi orðið í einum fólkaræði. – Í prinsippinum hava vit sjálvi valt hetta. Vit vilja hava tað so, tí vit velja hesa skipanina hvørja ferð, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann heldur, at tað hongur saman við, at vit hava tað gott og kanska betur enn vit nakrantíð hava havt tað áður. Og vit vilja hava tað enn betur. – Men betri tú fært tað orsakað av almennum skipanum, meira skal tað almenna ráða yvir okkara lívi, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann heldur tað vera rímiligt, at tað almenna má hava eftirlit við borgarum, tá ið tað almenna um­situr so stórar partar av sam­ fel­ag­num. – Eg haldi tað, at vit eru blivin ov grenjut og krevja ov nógv. Vit tíma ikki at leggja okkara egna lív til rættis, og krevja tað almenna skal loysa allar verðins trupulleikar. Og tað er væl tí, at tað almenna slepp­ ur at hava so stórt vald yvir okkum, sigur Halgir Winter Poulsen og vísir á hugburð millum tey, sum flyta av landinum. – Tey vilja ikki koma aftur utt­an so, at tey hava fingið lovað starv, bústað, vøggustovu, skúlar og tað Tað kostar eina ørgrynnu og er í stóran mun at meta sum deyðvekt, tí hesi fólkini skulu skaffa sær okkurt at gera« Halgir Winther Poulsen VIT MUGU RÓPA VARSKÓ – Vit mugu aftur til ta einfaldu skipanina, har vit hava álit á fólki til tað øvugta er prógvað. Hetta eftirlitssamfelagið kostar okkum meira, enn vit 49.000 fólk kunnu bera, sigur Halgir Winther Poulsen, sakførari Halgir Winther Poulsen Eftirlits Føroyar