Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 15 – Vit mugu ikki doyggja av mateitran, tað er klárt. Men harfrá og so til at hava krøv um ves og hvat annað, er nakað yvirdrivið, sigur Halgir Winther Poulsen, sakførari næsta verður ivaleyst pláss á ellis­ heimi. Tað er ein løgin hug­burður, heldur sakførarin fyri. Og er tað okkara krøv til tað føroyska samfelagið, so mugu vit eis­ini rinda prísin. – Medaljan hevur tvær síður. Tú kanst ikki seta stór krøv til tað almenna, og so gremja teg um, at tað verður ansað eftir tær frá al­ mennari síðu, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann vísir á, at trupulleikin er ógvuliga samansettur, tí talan er um sjálvvalt formyndarí. – Formyndarísamfelagið sær út til at roynast væl, tí tað vindur upp á seg. Vit vita ikki, hvat er hvat, uttan so at onkur serfrøðingur sigur okkum tað. Vit fáa at vita, hvat vit skulu eta og drekka, at vit ikki mugu roykja og so framvegis. Hví ikki bara gera, hvat tú vilt innan fyri rímilig mørk, spyr sakførarin. Álit er gott, eftirlit betur Halgir Winther Poulsen heldur, at vit hava slept øllum tankum um álit á fjall. – Tað var helst Lenin sum segði, at álit er gott, men eftirlit er betur. Eg haldi nú, at álit er betur, men vit mugu ikki gloyma, at meira vit krevja, meira eftirlit fáa vit. Og soleiðis má tað vera, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann vísir á, at í Danmark hava sjúkrarrøktarfrøðingar og læknar rópt varskó, tí tey kenna, at tíðin til arbeiðis verður brúkt skeivt. Heldur enn at nýta hvørja løtu til at lekja tey sjúku, so nýta hesi starvs­fólkini nógva orku upp á administra­tivt arbeiði so sum at fylla út kravd skjøl. Og soleiðis er eis­ini í Føroyum – á heilsuøkinum og aðrastaðni við. – Í summum førum mugu vit tora at siga, at vit hava álit á okkara útbúnu fólkum inntil tað øvugta er prógvað. At hava so strangt eftirlit við fakfólki er høpisleyst í so lítlum samfelag sum okkara, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann vísir á, at tær stóru pen­inga­nøgdirnar, sum fara til administra­tión, kundu verið brúktar betur. – Vit eru einans 49.000 fólk, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit hokna undir kostnað­ inum av administratiónini av sam­ felagnum, soleiðis sum tað er í dag, sigur Halgir Winther Poulsen. Byrja vit tær sjálvum Hvussu skulu vit loysa tann trupul­ leika, sum Halgir Winther Poulsen her vísir á. Tað er ein tvístøða, sum er torfør at loysa. – Vit kunnu ikki gremja okkum um hetta, meðan vit samstundis krevja, at tað almenna skal loysa allar avbjóðingar. Hava vit teir allar minstu trupulleikarnar við okkara børnum, gomlum ella sjúkum, so skal tað almenna beinan vegin loysa trupulleikar fyri okkum, sum vit manga kundu havt loyst sjálvi, sigur Halgir Winther Poulsen. Tað er fjálgt at liva við tí stóra al­menna sektorinum, tí hann loysir alt fyri teg. Og tað er har trupulleikin er. – Hvat kemur fyrst, hønan ella eggið. Er tað fólkið ella tað al­ menna, sum eru trupulleikin. Vit hava tað gott, samfelagið stend­ ur í vøkstri, so hví skulu vit seta spurnar­tekin við nakað, spyr Halgir Winther Poulsen, og svara sjálvur. – Ynskja vit frælsi at leggja okk­ ara egna lív til rættis, so mugu vit eisini krevja minni av tí almenna, og harvið minka um almenna geir­ an, sum fyrr ella seinni gerst ov tungur hjá okkum at bera, sigur Halgir Winther Poulsen og vísir á eitt politiskt dømi, sum broytti alt. Við stýrisskipanini í 90’unum fingu vit eina broyting í, hvussu landsstýrið varð samansett. Áður høvdu vit eina skipan, har lands­ stýrisfólk sótu saman og loystu teir spurningar, sum tóku seg upp. Semja skuldi finnast í øllum lands­stýrinum fyri tey størru mál­ini, sum vórðu løgd fram. Við stýris­skipanini varð tað broytt so­leiðis, at vit fingu ráðharrar við hvør sínum øki og tilhoyrandi em­ bætis­verki. – Tað leggur upp til ein øgi­ligan tendens fyri sjálvvøkstri. Hvør ráharri krevur eitt øgiligt embætis­ verk, og soleiðis standa vit í stórum vøkstri. Tað er óeffektivt og óneyð­ ugt og í veruleikanum skaðiligt fyri eitt so lítið samfelag sum Føroyar, sigur Halgir Winther Poulsen. Tað er tó trupult at venda aftur til tíðina áðrenn stýrisskipanina, heldur sakførarin, men skulu vit hava broyting, so er at byrja við sær sjálvum. Tað er tað lættasta og truplasta tú kanst gera, og tí er spurn­ingurin, um vit hava læst okk­um føst í eina skipan, sum er ov torgreidd og inngrógvin til, at vit kunnu venda aftur til eina ein­ faldari skipan, sum Halgir Winther Poulsen eftirlýsir. BARBARA@SOSIALURIN.FO »Í prinsippinum hava vit sjálvi valt hetta. Vit vilja hava tað so, tí vit velja hesa skipanina hvørja ferð« SAVNSMYND