hósdagur 18. februar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
16
Jónina Benediktsdóttir
sum slapp at uppliva
fíggjarkreppuna av
fyrstu parkett
BIRGITH LASSEN OG BARBARA HOLM
Í
Føroyum kenna vit hana sum
Jónina Ben. Tann íslenska
heilsudrotningin, sum í fleiri
ár hevur hjálpt okkum at liva
sunnari. Jónina eitur upprunaliga
Benediktsdóttir, og í samrøðu við
Vikuskiftis Sosialin gevur hon
okkum innlit í eina tíð, sum kom at
seta skitin spor í íslendsku søguna.
Í tvey ár livdi Jónina Benedikts
dóttir saman við Jóhannes
Jónsson. Jóhannes er nú deyður,
men fyri 10 árum síðan var ímynd
in av blómandi íslendska búskap
inum. Seinni gjørdist hann eisini
ímyndin av størstu fíggjarkrepp
una, ið heimssøgan higartil hevur
sæð.
Jóhannes Jónsson stóð saman
við soni sínum, Jón Ásgeir
Jóhannesson, fyri størsta partinum
av íslendska búskapinum og átti
risafyritøkur í øllum Evropa.
»Her er okkurt gali«
Jónina og Jóhannes møttust í
búnum aldri. Tá tey forelskaðust,
høvdu tey bæði aðrar makar og
børn. Men Jónina varð seld. Hon
gav alt upp og flutti frá síni tryggu
tilveru í Svøríki. Hon flutti saman
við Jóhannes og hansara milliard
um í einum húsi uttanfyri Reykja
vík.
So hvørt sum Jónina og
Jóhannes knýttust tættari, varð
Jónína drigin meir og meir inn í
fyritøkuna hjá manni sínum og
soni hansara. Eftir einum ári varn
aðist hon fyrstu ferð, at okkurt var
galið.
Hvussu galið tað var, visti hon
tó tá ikki.
Jóhannes byrjaði at fundast
javnan við bankastjórum. Ikki tí,
tað er nakað løgið í tí, at ein týð
andi vinnulívsmaður fundast við
bankastjórum – men hví skuldu
teir fundast um náttina, spyr hon,
sum hevur hon enn ikki rættiliga
skilt tað
Seinast í 80’unum lótu feðgarnir
upp fyrsta Bónus handilin í Íslandi.
Fyritøkan vaks alsamt, og 10 ár
seinni stovnaðu teir íleggingar
fyritøkuna, Baugur, sum kom at
eiga størsta partin av íslendska
marknaðinum, samstundis sum
feðgarnir sótu á stórum donskum
handilsketum sum Illum, Magasin
Du Nord, Merlin og øðrum stórum
fyritøkum í Onglandi, Svøríki og
Danmark. Í Føroyum gjørdu teir
seg eisini galdandi, tá teir keyptu
helvtina av partabrøvunum í SMS.
Til sínar íløgur, høvdu teir tikið
risalán í fleiri íslendskum bankum,
og tí gjørdi Jónina Benediktsdóttir
skjótt av, tá hon fekk illgruna um
trupulleikarnar í fyritøkuni hjá
manninum.
– Eg visti, at fyritøkan hjá teim
um var fíggjarliga grundarlagið
undir øllum Íslandi. Tí visti eg eisini,
at tað fór at raka alt landið meint,
um maðurin hjá mær og sonur
hansara gjørdu nakað býtt, sigur
Jónina Benediktsdóttir.⁃
Jóhannes byrjaði
at fundast
javnan við
bankastjórum.
Ikki tí, tað er
nakað løgið í tí,
at ein týðandi
vinnulívsmaður
fundast við
bankastjórum
– men hví skuldu
teir fundast um
náttina?«
Lívið saman við íslendskum ríkmanni
Longu í 2003 varnaðist Jónina Benediktsdóttir, at grundarlagið undir blómandi
íslendska búskapinum í veruleikanum var bygt á rotinskapi. Fimm ár seinni
raknaði restin av landinum við. Tá stóð búskapurin ikki til at bjarga, og Ísland
endaði í størstu fíggjarkreppuni, heimssøgan higartil hevur sæð. – Eg segði, at teir
fóru at enda í fongsli, men teir lurtaðu ikki. Teir gjørdu lív mítt til eitt helviti, sigur
Jónina Benediktsdóttir sum slapp at uppliva fíggjarkreppuna av fyrstu parkett
EG VISTI
KREPPAN
FÓR AT KOMA