Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 17 Serliga var tað, tá hon sá á kontu­avritum, at maðurin og son­ ur hansara høvdu sent 190.000 doll­arar til eina eksort-fyritøku í Miami. Pengar, teir høvdu tikið frá fyri­tøkuni. – Tað var tá, eg fyrstu ferð ávar­ aði teir um, at teir fóru í fongsul, men teir trúðu mær ikki, fortelur Jónina.⁃ Seinni vóru teir báðir dømdir ávikavíst fimm og sjey ár í fongsul. Byrjaði sum ein dreymur Tað var frá 1998 til 2000, at Jónina livdi saman við íslendska rík­ mann­inum. Hann var eldri enn hon, og hann dugdi at stríðast fyri sínum dreymum. Hansara størsti dreymur var at føra handils­ket­ una Bónus víðari til eina heims­ um­fatandi fyritøku. Um sama mundið var Jónina stjóri í størstu venjingarmiðstøðini í Íslandi, og hevði stutt fyri selt eina stóra fyritøku í Svøríki, har hon eisini var kosin »ársins vinnu­ lívs­fólk« í 1995. – Johannes royndi at gera tað besta, hann kundi, men tey grísku fólkini kring hann sóu meg sum eina hóttan. Eg spurdi ov nógvar spurn­ingar, minnist Jónina Benedikts­dóttir aftur á. Hesi árini kendist fyri henni mest sum, at hon livdi í einum filmi. – Skuldi eg fylgja hjarta mínum, ella skuldi eg fylgja heila mínum, spyr Jónina Benediktsdóttir seg sjálva. Eftir einum ári saman við Johannes visti Jónina, at hon var mitt í einum stórum fíggjar­lig­um sviki. Hon royndi at rópa varskó – fyrst fyri tveimum odda­monn­ unum í samtakinum. – Eg segði við fleiri av stjórunum, at teir fóru at enda í fongsli, um teir ikki tóku annað skinn um bak, greiðir Jónina Benediktsdóttir frá. Jónina royndi av øllum alvi at siga Johannes, at tað hann gjørdi var skeivt. – Eg segði, at íslendska mafian – sum eg kallaði tað tá – førdi hann í óføri. Hann royndi eisini at steðga ørskapinum, men tað var longu komið ov langt, sigur Jónina Benedikts­dóttir. Hon og maðurin fóru hvør til sítt í ár 2000. Tá fór Jónina av álv­ ara at rópa varskó í Íslandi. Tók fíggjarliga útbúgving – Eg lat meg í renniskógvarnar, og rann millum almennar stovnar, politikarar og øll áhugað, minnist Jónina Benediktsdóttir aftur á. Síðani hon fór undir lesnað í Kanada, hevur hon havt stóran áhuga fyri fíggjarviðurskiftum. – Eg hevði ein lærara á universi­ tet­inum, sum hjálpti mær við mín­ ari høvuðsuppgávu, sum eg skriv­ aði um fíggjarligu støðuna sum eg sá hana. Hon var millum tey fáu, sum trúðu mær, sigur Jónina Benediktsdóttir. Jónina boðaði frá sínari niður­ støðu í íslendskum sjónvarpi og útvarpi, men nú átti Baugur so at siga allar miðlar í Íslandi. – Onkur breyt inn á mína teldu­post­skipan og slettaði, las og kopieraði. Eg gjørdist ein fíggindi hjá fíggjar­liga valdinum og hjá politisku skipan­ini, greiðir Jónina Benediktsdóttir frá. Hon fór í rættin við stolnu teldu­ post­unum, men har var avrátt, at miðlarnir, sum høvdu prentað teldu­postarnir av fyrstan tíð, áttu rættindi til hennara teldupostar. – Eingin trúði einum orði, eg segði, og tað skilji eg væl. Hvønn dag vóru privatir teldupostar prent­aðir í bløðunum, myndir av mær vóru lagdar út allastaðni, har eg sá út sum ein súr kona, sum hevði mist sín mann, og nú vildi hevna seg, sigur Jónina Benediktsdóttir. Fekk avleiðingar fyri heilsuna Jónina stríddist fyri at boða frá tí, sum fór at koma, tí hon visti, hvussu stóra ávirkan tað fór at hava á íslendska búskapin. Baugur samtakið vaks seg størri og sterkari fyri hvønn dag, og gjørdist alsamt ein sterkari fíggjarligur gigantur í lítla samfelagnum. Íslandi var óloysiliga knýtt at Baugur sam­ tak­inum. – Eg fekk nakrar politikarar at skilja vandan. Serstakliga ein politik­ari talaði alment mína sak. Men hann varð ikki afturvaldur, tí hann var lagdur undir at vera ímóti framgongdini í Íslandi, sigur Jónina Benediktsdóttir. Meðan ákoyringarnar koyrdu frá fleiri ymiskum pørtum, misti Jónina viljan. – Eg fór at eta ov nógv og drekka ov nógv vín, greiðir Jónina Benediktsdóttir frá. Men í dag er hon sannførd um, at uttan tað hevði staðið illa til. Hon hevði ikki orku til at stríðast ímóti ákoyringunum, meðan hon eis­ini royndi at liva sunt. Í dag hevur hon blandaðar kensl­ur um støðuna. Meðan hon livdi saman við Johannes, var hon sera væl fyri fíggjarliga. Í dag stríð­ ist hon við at fáa endarnar at røkka saman. – Eg kenni meg onkuntíð illa mót­vegis familjunum hjá teimum vinnu­lívsmonnunum, sum í dag siga í fongsul. Eg ynskti tað øðr­ vísi. Eg ynskti, at íslendska banka­ kervið skuldi klárað seg, og at fólk ikki mistu sínar pengar, heldur enn hetta – at alt fór og teir fingu fongsulsdóm, sigur Jónina Benedikts­dóttir. Síðani bankakreppuna í Íslandi hevur Jónina upplivað mangt ymiskt. Ein bók varð skrivað um hennara upplivingar. Ein sak­før­ ari hjá Baugur hevur vitjað hana og biðið orsaka fyri tað, sum miðlar­ nar skrivaðu. Baugur átti størsta partin av miðlunum í Íslandi, og sambært Jóninu var tað samtakið, sum stóð handan tað keðiligu miðlamyndina, sum varð málað av mótstøðukvinnuni. Tað er eingin ivi um, at stríðið ímóti fíggjargigantunum í Íslandi hevur kostað Jóninu nógv. Hon er framvegis ógvuliga merkt av tí, vit helst kunnu kalla krígsárinum. – Tað besta fyri meg og heilsu mína er at fyrigeva teimum. Og eg vóni innarliga, at tey, eg havi sært, kunnu fyrigeva mær, sigur Jónina Benediktsdóttir.