hósdagur 18. februar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
18
TJÓÐHILD PATURSSON
V
eðurlagsbroytingar.
Sjógvurin krýpur
nærri og nærri hús
unum í finsku bygd
ini. At enda verða íbúgvarnir í
lítlu bygdini fluttir longur inn í
landið. Tey verða øll flutt á eitt
ellisheim at búgva.
Gerandisdagur og tað,
sum hevur týdning
Leikurin er ikki politiskur í tann
mun, at hann tekur ikki støðu
til veðurlagsbrotingar og heldur
ikki til nakað annað.
Leikurin bara fortelur. Um
tað sum fer fram. Um lívini hjá
hesum sjey bygdafólkunum, sum
broytast so knappliga. Halda tey
fram við tí sama sum áðrenn tey
verða flutt? Hvussu sær teirra
gerandisdagur út?
Ígjøgnum forteljingarnar um
hesi sjey, og broytingarnar í teirra
lívi, ella møguliga fáu veruligu
broytingarnar í gerandisdegnum,
fer áskoðarin møguliga at hyggja
at sær sjálvum, og hugsa um hvat
tað er, sum hevur týdning í eins
egna lívi og í eins egna gerandis
dagi. Soleiðis greiða, sjónleika-
systrarnar Tórgarð frá, um
leikin »Sangir við gráa havsins
strendur« ið leikbókurin er í
gongd við at seta Grugg upp.
Grugg og forelskilsi
Tað eru trý av teimum fýra hand
an fríyrkis leikbólkin Grugg, sum
hava tikið stig til at seta leikin
upp í Føroyum (Eg hevði ikki
hoyrt orðið fríyrkis fyrr – mann
hava verið ov nógv uttanlanda,
ella í Nólsoy.
Fríyrkis er føroyska orðið
fyri freelance. Mær dámar tað
heilt væl. Tað ljóðar stuttligari
at arbeiða fríyrkis enn at arbeiða
freelance).
Tey trý Súsanna Tórgarð,
Ria Tórgarð og Árni Baldvinson
gjørdust púrasta forelskaði í
leikritinum, tá ið tey sóðu tað á
fyrsta sinni til LEIKREAD 2015.
– Og øll minnast aftur á tað,
sigur ein teirra.
Eg veit ikki, um tað passar, ella
um tað er blendandi forelskilsi,
ið tosar. Men Ria lesur mær
eittsindur úr leikritinum, og
brátt eri eg eisini har – leingist
eftir at hoyra meira, longu
áðrenn tað er av- og er tað ikki
soleiðis, forelskilsi oftast byrjar?
»Huglagið samsvarar við okkum
í Føroyum«, sigur Ria, og eg kann
ikki annað enn vera samd. Tað
eru so fáar replikkir í leikinum.
So lítið verður sagt – ella ein kann
kanska heldur siga, at tað er so
nógv, sum verður verandi ósagt.
Tí tað er ikki altíð neyðugt at
tosa. Tøgnin talar ofta fyri seg.
Føroyingar og finnar
Leikritið er upprunaliga úr Finn
landi. Hans Tórgarð týddi tað til
føroyskt eftir finska rithøvundin
Pipsa Lonka. Finski leikarin Arne
Nylander heldur, at føroyingar
og finnar líkjast. Møguliga er
hetta orsøkin til, at leikritið rakti
Grugg-fólkini beint í hjartað.
– Tú verður góð við fólkini,
og man kennir tey aftur í einum
sjálvum, sigur ein av Tórgarð-
systrunum í telefonini.
Tað er torført at hoyra hvør
av teimum tað er. Røddirnar
líkjast. Leikurin er nógv um ger
andisdagin, um rutinur og um
hvat hendir, tá ið lívið knapp
liga broytist. Eg flutti einaferð
úr Barcelona til Nólsoyar – eg
minnist ikki, at mín gerandis
dagur broyttist nakað serligt.
Eg fór jú enn upp um morgunin,
pissaði, bustaði tenn, fekk mær
morgunmat o.s.fr.
Tað sum broytist kann sjálv
sagt fylla meir ella minni, men
nógv verður verandi hitt sama. Tí
soleiðis eru nokk flestu okkara.
Gera so, sum vit altíð hava gjørt.
– Hetta er eisini ein mynd av
okkum. Vit vita væl at hóttanin
er har (red: t.d. veðurlagsbroyt
ingar), men vit gera tað, vit plaga.
Halda fram sum vant, sigur Ria.
Fabrikkin og Facebook
Tað er stuttligt at fylgja við venj
ingunum á facebooksíðuni hjá
Grugg. Har leggja tey út myndir
og tankar frá venjingunum.
Á myndunum frá venjing
unum sæst eisini hvussu
nýggja hølið tekur skap. Hetta
er fyrstu ferð, at nýggja hølið
»FABRIKKIN« skal brúkast til
sjónleik, og tað verður, eftir rós
unum frá Súsonnu og Riu at
døma, allar helst ikki síðstu ferð.
Umframt at verða brúkt til
sjónleik er meiningin at hølið
skal kunna nýtast til øll møgulig
onnur tiltøk. »FABRIKKIN« ligg
ur beint við síðuna av Østrøm.
Tað er at frøðast um, at Havnin
hevur fingið enn eitt deiligt høli
– hesuferð enntá eitt sum er so
væl egnað til sjónleik. Tað gongur
framá hóast alt.
Hetta er eisini
ein mynd av
okkum. Vit vita
væl at hóttanin
er har, men vit
gera tað, vit
plaga«
Ria Tórgarð
MENTAN
Grugg
Um gerandisdagin og um tað, sum hevur týdning
SANGIR VIÐ
GRÁA HAVSINS
STRENDUR
Framhald á næstu síðu
MYND: EDVARD NYHOLM DEBES