Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 25 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Bogi Andreasen Samskipari á Reinsaríinum og Perluni Koda er eitt nonprofit limafelag við umleið 40.000 limum. Koda syrgir fyri, at tey, ið hava skapt tón­leikin, fáa samsýning, tá tón­leik­urin verður spældur alment. Hetta ger Koda við at gera avtalur um gjald fyri nýtslu av tónleiki í t.d útvarpi, á konsertum, á mat­stov­um o.s.fr. Sambært hesum av­talum rinda kundarnir hjá Koda fyri at nýta tónleikin. Koda sendir síðani peningin til tóna­smið­ ir­nar, sang­skrivararnar og tónleika­for­løgini. Gramex er eitt nonprofit limafelag við uml. 63.000 limum. Uppgávan hjá Gramex er at tryggja samsýning til sangarar, tónleikarar og plátu­feløg, tá innspældi tónleikur teirra verður nýttur alment. Gjøgn­um avtalur við øll tey, ið nýta inn­spældan tónleik í almenna rúm­inum, krevur Gramex gjald inn fyri nýtslu av tónleikinum, Pening­urin verður javnt býttur millum lista­fólkini og plátufeløgini. Hvat er KODA? Hvat er GRAMEX? Greta Svabo Bech Koda og Gramex virka bert eftir landsins lógum, og umsita rætt­indini hjá m.ø. føroyskum tóna­smiðum og tónleikarum eftir gald­andi lóg um upphavsrætt SAVNSMYND