hósdagur 18. februar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
24
Koda tryggjar
føroyskum
tónleikarum
livibreyðið
H
etta er eitt kjak, sum
verður tikið upp ferð
eftir ferð, men ístaðin
fyri eina skilagóða
og ordiliga viðgerð, so er kjakið
merkt av misskiljingum og hálv
um sannleikum. Ákærum um, at
Koda eru órímilig og leggja krøv
á føroyskar fyritøkur, og taka
peningin av landinum.
Hetta er ikki fairplay, tí Koda
og eisini Gramex virka bert
eftir landsins lógum, og umsita
rættindini hjá m.ø. føroyskum
tónasmiðum og tónleikarum eftir
galdandi lóg um upphavsrætt.
Tónleikur er ikki bara nakað,
sum gevur okkum stóra gleði í
gerandisdegnum. Tónleikur er ein
vøra, ið onkur hevur framleitt, og
sum tey eiga at fáa gjald fyri.
Tá tónleikurin hjá einum tón
leikara verður brúktur í einum
handilsligum høpi, um tað er á
eini konsert, fyri at hugna um í
einum handli ella eini café, ella
fyri at gleða búfólkini á einum
eldrasambýli, so er tað vøran hjá
tónleikarum, sum verður brúkt,
hon skapar gleði, hugna og ger, at
fólk hava betur hug at vera har.
Hetta eigur ikki at vera øðrvísi
enn at vit gjalda fyri streym, hita,
kaffi og annað.
Føroyska songkvinnan Greta
Svabo Bech, er sera greið, tá hon
hugleiður um, neiliga hugburðin
móti rættindum hjá tónleikarum:
»Fólk hava ofta lyndi til at
síggja eitt listafólk sum ein, ið
hevur t.d. tónleik sum ítriv. Tí
hava tey ofta ringt við at skilja,
hví tey skulu lata samsýning fyri
hetta slag av arbeiði. Men hóast
arbeiðið er gjørt við kærleika, so er
hetta okkara livibreyð.«
Greta Svabo Bech, Koda.fo
Koda er ein alneyðugur við
leikari hjá okkara tónleikarum, og
uttan KODA, vóru fáir tónleikarar,
sum tordu at fylgja dreyminum
um at liva av at gera tónleik.
Ein av okkara fremstu tónleik
arum Benjamin Petersten vísir
á koda.fo týdningin, sum Koda
hevur fyri hann:
»Kekkurin frá Koda hjálpir
mær at liva av tónleiki. Var eg ikki
limur í Koda, so var tað ómøguligt
at fáa pening fyri míni rættindi.
Felagsskapurin er sterkur, væl
skipaður og arbeiðir fyri at
tryggja míni rættindi.«
Benjamin Petersen, Koda.fo
Tað er nemmiliga so einfalt,
hvørki Koda ella Gramex er
ikki nakar fíggindi, sum dregur
pening av landinum. Koda um
situr rættindini hjá føroyskum
tónleikarum og rættindini hjá
útlendskum tónleikarum, hvørs
tónleikur verður brúktur í
Føroyum.
Hvørt ár kemur nógvur
peningur aftur til Føroyar við
sonevnda Koda gjaldinum, ið
verður deilt út til komponistar og
teksthøvundar, sum eru spældir
í Føroyum, eitt nú í útvarpi ella á
konsertum. Ynskir man, at størri
partur av hesum gjaldi skal fara
til føroyskar tónleikarar, so má
man spæla meira føroyskan
tónleik og minni útlendskan.
Harumframt hevur Koda ein
mentanargrunn, har 10% av inn
tøkunum verða latnar sum stuðul
til tónleikarar og tiltøk.
Men hví skulu vit brúka
danska Koda? Duga føroyingar
ikki sjálvir?
Jú føroyingar duga væl sjálvir.
Eg trúgvi fult og fast uppá, at før
oyingar eiga at røkja flest møgu
ligar uppgávur sjálvir. Mennum
sitingin av upphavsrætti er eitt
heimsumfatandi arbeiði, og upp
lagt er, at hetta arbeiðið verður
gjørt í samstarvi við eitt størri øki
enn tað føroyska. Koda ger eitt
gott arbeiði og hevur longu flestu
føroysku tónasmiðir á sínum
limalista. Tí er hetta upplagda
valið at samstarva við, eisini nú
føroyingar hava fingið sína egnu
lóg um upphavsrætt.
Men kjakið um vit sjálvi eiga
at umsita okkara upphavsrætt,
er nú aftur aktuelt. Her eigur tað
fyrst og fremst at snúgva seg
um, hvussu nógv kemur inn, og
hvussu nógv verður brúkt uppá
umsiting í løtuni, og kann hetta
gerast líka bíliga og líka væl í før
oyskum høpi? Her er svarið greitt,
tað ber ikki til uttan at útgjaldið
til limirnar gerst minni.
Seinasta árið hevur Koda havt
eitt umboð í Føroyum, sum hevur
gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa
avtalur í lag við allar kundar, ið
brúka tónleik í professionellum
sambondum. Vit á Reinsarínum
hava havt eitt sera gott samstarv
við Pernille Rostgaard Olsen, og
eg veit, at tónleikararnir, sum
spæla á Reinsarínum eru glaðir
fyri, at teir fáa tað gjald, sum teir
hava rætt til, tá teir spæla hjá
okkum.
Tíðargrein
Enn einaferð hevur kjak tikið seg upp, um hvørt føroyingar eiga at
gjalda pening til Koda og Gramex, ella um man eigur at stovna sín
egna stovn at umsita ognarrættin hjá føroyskum tónasmiðum
Benjamin Petersen
Fólk hava ofta lyndi til at síggja eitt listafólk
sum ein, ið hevur t.d. tónleik sum ítriv. Tí hava
tey ofta ringt við at skilja, hví tey skulu lata
samsýning fyri hetta slag av arbeiði
SAVNSMYND