hósdagur 18. februar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
23
stríðnum av at gera súrdeggj
sjálv/ur, og tú sleppur undan at
nakar spyr, hvussu tað gongur við
langommuni (altso súrdeiggjs-
arvagóðsinum frá langommuni).
Og um tú miseydnast við at
halda lív í tí, so er tað eingin, sum
veit av tí; onkra friðarliga nátt
kanst tú sníkja teg út at jarða tað
í garðinum – ella skola tað niður
í vaskið. Hitt fyrra ljóðar meira
óhugnaligt og átti at gjørt lívið
(enn) meira spennandi.
Vansar: Verður tú tikin í at
stjala, ja, so… (redaktørurin á
Vikuskiftissosialinum hevur
sensurerað hetta burtur). Pssst!
Tað bleiv sensurerað burtur, tí at
dómurin fyri at stjala súrdeiggj
kann vera í so óhugnaligur til eitt
fitt og hugnaligt vikuskiftisblað.
3. Gera tað sjálv/ur
Hetta er tað, eg altíð geri, og nú eg
havi gjørt tað so ofta, so er tað lætt
sum einki. Men altso, meiningin
er, at man ger tað einaferð, og so
ansar súrdeigginum so væl, at tú
ongantíð skalt byrja av nýggjum
aftur
Fyrimunir: Eingin veit tað, um
tú miseydnast. Tú arvar ongar
bakteriur frá nakrari langommu
– tað kunnu vera bæði fyrimunir
og vansar við hesum. Og eingin
verður ill/ur, um tað doyr – uttan
møguliga tú.
Vansar: Tað krevur eittsindur
av tolni. Tú hevur ongan at spyrja
til ráðs, um júst títt súrdeiggj,
sum heilt víst skikkar sær øðrvísi
enn tað hjá grannanum (hetta er
eittsindur sum við børnum, tað
er sjáldan at ráð frá øðrum muna
nakað upp á títt barn/súrdeiggj).
Tað ganga nakrir dagar, áðrenn
tú kanst baka við tí, so tað ræður
um at vera ágrýtin nóg leingi. Og
síðst, men ikki minst, tað kann
miseydnast, og so mást tú byrja
umaftur – ella geva upp
Velur tú nummar 1, lat teg so í
gummistivlarnar og regnjakkan
(ella nylonsokkar og stilettir –
tað tær passar best) og renn yvir
nærmasta súrdeiggjánara. Spyr
pent, um tú kanst fáa eittsindur
burturav. Hav eina krukku við.
Vænta tær ikki meira enn eina
súpiskeið. Spyr hvussu tú skalt
ansa eftir tí, og um tú torir, kanst
tú ógvuliga vinarliga spyrja um
eina góða uppskrift at byrja at
baka við.
Velur tú nummar 2, far so í
gummistivlarnar og regnjakkan,
og koyr nylonsokkin niður yvir
høvdið. Stilettirnar kanst tú hava
í hondini – teir eru góðir at hava
sum vernd, um so er, at alt ikki
gongur sum ætlað. Best er at fara
um náttina. Tak ikki meira enn eina
súpiskeið.
Velur tú nummar 3, fylg so við
her:
Tað finnast (minst) tveir skúlar
innan súrdeiggj. Hin turri og hin
váti. Mær dámar best hin váta, og
tað er hetta, mín vegleiðing byggir
á. Men súrdeiggj kann skilja fólk,
næstan líka so nógv sum trúgv, so
um tú heldur vilt royna hin turra
skúlan, so vil eg ikki standa í vegin.
Hin váti skúlin: Súrdeggið er
ikki ordiliga deiggj, men heldur
leyst og tunt sum greytur.
Súrdeiggið verður brúkt sum
vanligt ger. Tú gert deiggj sum
vanligt, men ístaðin fyri ger, so
brúkar tú eittsindur av súrdeiggi.
Súrdeiggið skal hava at eta og
drekka javnan – tað verður
næstan sum at fáa eitt kelidjór,
ha? Ella kann tað setast í dvala í
kuldaskápinum.
Hin turri skúlin: Súrdeggið er
deiggj – altso er tjúkt sum vanligt
deiggj. Súrdeiggið verður elt upp í
deiggið, tú ætlar at baka. Áðrenn
tú koyrir salt í, tekur tú ein bita
av deigginum (sum er nýtt deiggj
+ gamla súrdeiggið), og goymir tað
til næstuferð. Stóru vansarnir við
hesum mátanum er: At tað er ov
lætt at gloyma at taka ein bita av
deiggi frá, áðrenn tú hevur koyrt
salt í (súrdeiggið trívist ikki væl í
salti) – ella at tú heilt gloymir at
taka frá.
Soleiðis gert tú súrdeiggj:
Blanda 1 súpiskeið av rugmjøli
við tvær súpiskeiðir av vatni –
gjarna lunkað. Lat standa í tveir
dagar á køksborðinum – uttan
lok. Ella onkra aðrastaðni. Okkurt
stað, har tað er eittsindur heitt.
Ikki á vesinum. Okkurt stað,
har bakteriufloran í luftini er
eitt sindur lættari at hugsa um,
enn hon á vesinum. Eftir tveir
dagar koyrir tú eina súpiskeið av
rugmjøli í blandingina og rørir
runt. Nú kanst tú koyra lok á. Lat
standa yvir nátt.
Morgunin eftir eigur tú at síggja
smáar bløðrur í súrdeigginum, og
tað luktar (møguliga) søtt, eitt
sindur av edikki og eitt sindur av
øl. Tað er ymiskt, hvussu tað luktar,
alt eftir júst hvat fyri bakteriur
og soppasporar ráða í júst tínum
súrdeggi.
Um tær ikki dámar luktin, byrja
so av nýggjum, og vóna at okkurt
annað búsetur seg í súrdeigginum
næstuferð. Dámar tær luktin, so
hevur tú fingið eitt nýtt kelidjór.
Gev tí mat og drekka hvørt kvøld
– tvær súpiskeiðir av rugmjøli, og
tvær av vatni. Fimta dagin stoytir
tú næstan alt súrdeggið burtur –
lat umleið 1-2 cm upp eftir ílatinum
vera eftir. Gev tí nú mat og drekka,
og lat tað standa til um kvøldið. Nú
er klárt at brúka.
Orsøkin til at tú stoytir so
nógv burtur, er fyri at fáa javnvág
millum hvussu stórt súrdeiggið er,
og hvussu nógvan mat tað fær.
Súrdeiggið kann goymast á
køksborðinum, og hetta er best,
um tú bakar ofta. Tá skal tað hava
mat og drekka hvønn ella annan
hvønn dag. Hin møguleikin er at
goyma tað í kuldaskápinum. Tá
kann tað standa í minst tvær vikur
uttan mat og drekka. Minst tó til at
taka tað fram nakað væl áðrenn tú
bakar, so tað nær at koma í gongd
aftur úr kuldaskápsdvalanum.
Far bara í gongd beint nú, so
ert tú klár/ur til fyrstu súrdeiggj-
uppskriftina, sum kemur í
Vikuskiftissosialinum í næstuviku.
Brúka so fekst mjøl sum gjørligt, tá er størri sannlíkindi fyri at tað eydnast
Tað bløðrar so lystiligt angar av ger (ja, Nólsoyingar skilja ikki hvat
eg sipi til. Men í hesum førinum er so talan um súrdeiggj)
Ger súrdeiggið í einum glasílæti – tá sæst so væl
hvat hendir, og tað er stuttligt at fylgja við