hósdagur 18. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
E
g plagi at kalla mínar
plantur mínar stress-
mátarar. Tá ið tær trívast,
er tað tí, at eg trívist –
havi orku og yvirskot. Tá ið tær
mistrívast, falla í órøkt, byrja at
følna, fyri í næstu løtu at drukna
í bjargarroyndini – ja, so er tað
oftast tí, at eisini eg mistrívist og
mangli yvirskot. Øll burdu havt
nakrar plantur – og øll burdu havt
súrdeiggj! Ein annar fantastiskur
stress-mátari.
Ja, planturnar eru ikki hin
einasta verkætlanin, sum eg vendi
aftur til ferð eftir ferð – Seti í
gongd tá ið eg eri full av sprettandi
hugskotum, men lati falla í órøkt
áðrenn heystingin er komin.
Súrdeiggið hevur eisini verið ein
sovorðin ævigheitsverkætlan.
Eg havi roynt so ofta: Røra
saman mjøl, fanga góðar bakteriur,
gleðast um bobblandi, vælangandi
og væleydnaða súrdeiggið, bakað
fantastiskt breyð einaferð, og
síðani gloyma alt um tað – og at
enda, nakrar vikur eftir, irriterast
yvir at eg ikki ansaði betur eftir
súrdeigginum.
Tí eg vil vera ein sovorðin, sum
eigur sama súrdeiggj í 20 ár – eitt
sovorðið sum míni langommubørn
kunnu arva (finnast hasi fólkini í
veruleikanum? Sovorðin sum eru
so røkin, at tey kunnu halda lív í
sama súrdeggi í fleiri áratíggju? –
Ella eru tey ein myta?).
Eftir at í eina tíð at vera ill við
meg sjálva, og irriterast inn á mítt
vanrøkni, byrji eg at irriterast inn
á mína egnu irritatión, og í berum
treiskni byrji eg av nýggjum, og
finni aftur gleðina í tí sum er
byrjanin til eina nýggja byrjan,
byrjanin til nýtt lív í súrdeiggj-
ílatinum.
Men altso, misskiljið meg
ikki.
Høvuðsuppgávan
hjá
súrdeigginum er ikki at vera
stressmátari – tað er bara ein góður
síðuvinningur. Súrdeiggið hevur
sum høvuðsuppgávu at gera tær
lekkurt breyð, knekkbreyð og alt
møguligt annað gott.
Tað verður meira skrivað um í
næsta blaði. Stig eitt er at útvega
tær súrdeiggj. Tað eru í tí stóra og
heila tríggir mátar:
1. Fáa frá onkrum
Ein máti at fáa súrdeiggj til vega
er at spyrja onkran tú kennir – og
sum eigur súrdeiggj – um tú kanst
fáa eitt sindur frá teimum. Tað er
oftast eingin trupulleiki, og tey
kunnu óivað geva tær góð ráð um,
hvussu tú best ansar júst hesum
súrdeigginum – súrdeiggj eru eitt
sindur ymisk.
Fyrimunir: Tað er skjótari enn
at gera tað sjálv/ur, og tú kanst
byrja at baka við súrdeigginum
longu í dag. Harumframt hevur
tú altíð onkran at spyrja til ráðs,
møguliga tey enntá hava eina góða
uppskrift, sum hóskar væl til júst
hetta súrdeiggið.
Vansar: Fyri summi er súrdeiggj
næstan heilagt. Við at fáa eitt petti
av súrdeiggi, hevur tú møguliga
fingið eitt petti av (bakteriu)
arvinum frá langommuni. Tey fara
at spyrja, hvussu tað gongur við
súrdeigginum. Fellur tað í órøkt,
ella møguliga doyr… ja, so kanst tú
royna at bjóða inn til eina virðiliga
jarðarferð, men eg ivist í, at tað
fellur í góða jørð.
Hin møguleikin er at í allar ævir
spæla, at súrdeiggið enn er á lívi
– Møguliga tú kanst royna teg við
møguleikanum niðanfyri. Men ver
varin! Vit vilja helst sleppa undan
fleiri jarðarferðum.
2. Stjala frá onkrum
Stolnir gróðurkvistar av plantum
vaksa betur enn teir, tú hevur
fingið – soleiðis siga summi. Eg veit
ikki, um tað sama er galdandi fyri
súrdeiggj. Men nakrir fyrimunir
eru í øllum førum við at stjala.
Fyrimunir: Tú sleppur undan
Ótrúligt at tað ber til at fáa breyð at ganga
uttan ger – bert við mjøli og vatni!
Rugsúrdeiggj hóskar seg at baka rugbreyð við. Um tú vilt royna
teg við t.d. hveitisúrdeiggj, so blandar tú eina súpiskeið av
rugsúrdeiggj við 2 súpiskeiðir av hveitimjøl og 2 súpiskeiðir av
vatni. Letur tað standa yvir nátt, og so er klárt at brúka
SÚRDEIGGJ
– Tín stressmátari og títt kelidjór
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON