hósdagur 18. februar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
21
Arnold Ludvig og bólkur hansara eru úti við nýggjari útgávu. Talan
er um sera fjølbroyttan og rútmiskan jazz, har Arnold og bassurin
hava leiklutin sum sterka bindiliðið millum ymisku ljóðførini
SIGURJÓN EINARSON
Í
Kringvarpinum er ikki loyvt
at drekka snaps. Umborð
á Atlantic verður ókeypis
snapsurin avtikin 1. sep
tember. Og til bar ikki at siga, at
tað var langt millum snapsirnar,
tá seinasti Geytin var á skránni, tí
har var snøgt sagt eingin snapsur,
sambært Høgna Djurhuus.
Tað er eisini langt millum snaps
irnar, tá tað kemur til jazz-tónleik í
Føroyum. Tað koma snøgt sagt ikki
eins nógvar jazz-útgávur út nú, eins
og fyri nøkrum fáum árum síðani.
Tó eru nakrar jazz-útgávur komnar
út seinastu tíðina, so vónandi ber
hetta boð um, at jazzurin er á veg
fram aftur her í Føroyum.
Ein av teimum, ið roynir at
gera sín part hesum viðvíkjandi,
er Arnold Ludvig. Arnhold hevur
savnað sær manning uttan fyri
landoddarnar til bólk sín, ið
nevnist Arnold Ludvig Sextet. Tað
eru blivnar til tvær útgávur, har
fyrra kallast Voyages, sum kom út
í 2013, meðan nýggja útgávan kall
ast Iceland.
Arnold er sannur úrmælingur
á bass-gittaranum, tí er tað ikki
neyðugt at koma so nógv inn á
hansara yrkisleið – vit bæði vita
og kenna væl, hvat Arnold Ludvig
stendur fyri, tá tað kemur til tón
leik.
Umframt seg sjálvan hevur
Arnold funnið sær nakrar heilt
spennandi og rútmiskar tónleik
arar til sína sextett, sum borð
reiðir við einum slagi av rútm
iskum jazz-tónleiki. Talan er um
ein sera altjóðan bólk, har flestu
limirnir hava uppruna í londum
sum Fraklandi, Togo, Montenegro
og Italia, men har øll nú búgva í
Danmark.
Fjølbroytt útgáva
Fløgan eitur, sum áður sagt, Iceland,
men tað er bert í smáum brotum
og einkultum sangum, eg hoyri
Ísland í ljóðmyndini (ella soleiðis,
eg nú einaferð setti í samband við
mína fatan av Íslandi). Tað er ikki
fyrr enn í tittullagnum »Iceland«
og seinni eisini í »Tough Goin'«,
at eg veruliga kenni tað so, at her
er tað dramatiska og stórsligna
landslagið í Íslandi tikið við. Her
hoyrir ein geysir, stórar fossar og
gosfjøll. Heldur er fløgan meira at
kenna sum ein tónleikarundferð í
fleiri ymiskum londum og støðum,
eitt nú Kuba, meðan í lagnum »Port
of Thor« fáa vit eina keltiska ljóð
mynd (Lagið var eisini at finna
útgávuni frá 2013, men á nýggju
fløguni er ein longri útgáva gjørd).
Hetta skal ikki skiljast sum
kritikkur, men ein verður kanska
eitt sindur ørkymlaður, tá ein lesur
Iceland á plátuhúsanum og heldur,
at hetta nokk er eins dramatiskur
tónleikur, og íslendska landslagið
er tað, tí tað er tað ikki heilt. Men
hinvegin, so hevur Arnold Ludvig
kanska fingið íblástur til hesa
útgávuna frá síni tíð í Íslandi, so
er tað ein heilt onnur søga.
Tónleikinum sjálvum bilar
einki. Hetta er frálíkur og sera fjøl
broyttur jazz-tónleikur, ið til tíðir
er bleytur lounge-tónleikur, men
so eisini hevur dramatiskar tónar,
umframt góðar solo-framførslur
frá einstøku limunum í bólkinum.
Serliga áhugavert er einspælið í
lagnum »Tough Goin'«, har fyrst el-
gittarin verður sleptur leysur, men
har Arnold síðani eisini trínur fram
úr bakgrundini við bassinum, ið
er blivin heilt psykodeliskur. Sera
frískligt!
Arnold er sterka bindiliðið
Jazzur er nú einaferð jazzur. Júst
hesin tónleikastílur skal ikki bind
ast alt ov nógv niður og setast í bás.
Jazzurin eigur at hava frælsi til at
verða tulkað á ymiskar mátar og
geva einkulta liminum loyvi at
spæla ófyrireikandi einspæl.
Hetta hoyrist eisini á fløguni,
men altíð er tað við Arnoldi í bak
grundini og sum eitt bindilið mill
um ymisku ljóðførini. Beinavegin
í fyrsta lagnum hoyra vit, at tað er
bassurin, ið er berandi eindin fyri
øll løgini, har hann, eins og ein
dirigentur, sveiggjar við sínum
taktstavi og heldur skil á.
Alain Apaloo, upprunaliga frá
Togo, er ein fínur gittarleikari,
ið – saman við Arnoldi – veruliga
fær víst síni kynstur í »Tough
Goin'«. Sjálvur vildi eg ynskt, at
ein slapp at hoyra meira av hesum.
Samanspælið og báðar solo-fram
førslurnar í sanginum hóvar mær
sera væl. Arnold heldur seg í bak
grundini fyri tað mesta, har hann
heldur saman upp á tað heila, men
tíanbetur kemur hann eisini fram
í ljósmála í smáum brotum, og tað
hevur hann uppiborið.
Árini uttanlands hava so avgjørt
givið Arnoldi nógv, tá tað kemur til
hansara bass-ljóð og hugburðin til
jazz-tónleikin. Tíðin í Plúmm lærdi
hann at grulva tónleikaliga, men
nú er hann blivin meira royndur,
har tað virkar til, at hann veit, hvat
hann vil.
Arnold heldur seg kanska meira
í bakgrundini við taktstavinum og
gevur øðrum møguleikan at traðka
fram, ið riggar sera væl til júst
hesa útgávuna. Tó vildi eg ynskt
at hoyrt Arnold sveiggjað meira
við øksini enn taktstavinum, men
hetta kundi hann so passandi gjørt
saman við gittaranum hjá Alain
Apaloo í einari komandi útgávu.
Vónandi verður tað ikki langt
millum snapsirnar, at vit sleppa
at hoyra meira til sextettina hjá
Arnoldi, tí her finnast fleiri góðir
jazz-snapsir á hesari nýggju út
gávuni.
Iceland fær fýra stjørnur út av
fimm.
POST@SOSIALURIN.FO
ÁHUGAVERDIR JAZZ-SNAPSIR
FRÁ ARNOLDI OG MANNING
★★★★★Ummæli
TÓNLEIKUR
MYND: ÁLVUR HARALDSEN