hósdagur 18. februar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
20
MENTAN
Durita Dahl Andreasen
(Leikari)
Durita er nýút
búgvin sjónleikari.
Tað veit eg, tí eg
sá hana spæla síta
endaligu
verk
ætlan á Tjóðpall
inum fyri góðum
ári síðani – tað
var ordiliga gott. Eg gleði meg til
at síggja hana aftur á palli. Hetta
verður fyrstu ferð, sum liðugt út
búgvin, at hon er við í føroyskari
sjónleikaframførslu. Seinastu
ferð eg hevði láturkrampa, var
tað orsakað av Duritu. Eg minnist
ikki, hvat tað var hon gjørdi. Tað
var allarhelst mest tað, at Durita
ikki sær út til at vera so stuttlig, og
at tað stuttliga og stundum speiska
kemur so óvart á. Eg veit ikki, um
hon er stuttlig í hesum leikinum,
so vænta tað ikki. Men vænta tær
at síggja ein framúr leikara, fyri
fyrstu ferð á føroyskum palli sum
liðugt útbúgvin.
Jákup Wardum
(Leikari)
J á ku p
e r
‘spírin’, sum tey
kalla tað – Hin
óútbúni, sum
sleppur uppí
part
saman
við teimum út
búnu og mergj
aðu. Eg stóð á
palli saman við
Jákupi eina
ferð. Eg skuldi
spæla forelskað uppí í honum. Tað
var trupult. Fyri meg og fyri hann,
haldi eg. Ikki tí at hann er trupul at
forelska seg í – heldur øvugt. Sum
skilst so spælur hann drykkju
maður og rithøvundi í hesum leik
inum – og ikki sjarmerandi her
maður, sum seinast eg sá hann á
palli. Tað fer at klæða honum væl.
Eg gleði meg.
Hans Tórgarð
(Leikari)
Vit kenna hann
øll. Vit hava øll
sæð hann, og vit
gleða okkum øll at
síggja hann aftur á
palli. Eg ivist onga
løtu í, at finskt
bygdafrell er per
fekti leikluturin til Hans Tórgarð.
Ja, kanska átti hann at søkt um
at verið finskt bygdafrell í sínum
næsta lívi. Tað hevði klætt honum
væl.
Ria Tórgarð
(Leikari og stigtakari. Ein av
teimum fýra limunum í Grugg)
Í næsta lívinum
hjá Hans Tórgarð,
tá ið hann verður
finskt bygdafrell,
tá verður Ria syst
urin. Júst sum nú.
Tí hevði eg búð á
bygd í Finnlandi,
so hevði eg ynskt at Ria eisini búði
har. Hon hevði verið ein av hasum
bygdafólkunum, sum eg bæði eri
hugtikin av og ræðist. Eg haldi at
hon býr í Mykinesi av og á. Kanska
er hon longu ein sovorðin, sum eg
bæði eri hugtikin av og ræðist.
Súsanna Tórgarð
(Leikari og stigtakari. Ein av
teimum fýra limunum í Grugg)
Ræðist eg Riu,
so ræðist eg
Súsonnu enn
meira. Ikki tí
at nakað er at
ræðast, ann
að enn meg
sjálva. Hon er
ein sovorðin
sum sær beint
inn í fólk. Ella eru tað bara hennara
eygu, sum ger at man heldur tað.
Óansæð, úrslitið er hitt sama –
ræðsla. Men í ræðsluni býr eisini
ein virðing. Tað er langtsíðani eg
havi sæð hana á palli. Hesuferð
spælur hon ein skrøpp gomul
dama. Tað rennur mær kalt niður
eftir rygginum.
Katarina Nolsøe
(Leikari)
Katarina hevur eitt
fantastiskt and
lit. Onkusvegna
so vakið og liv
andi, samstundis
so fantastiskta
broytiligt. Tað er
ógvuliga torført
ikki at hyggja at Katarinu alla tíð,
tá ið hon stendur á pallinum – ein
fyrimunur um hon er einsamøll
á pallinum, ein vansi um har eru
onnur á pallinum, sum man eigur
at síggja. Í hesum leikinum spælir
hon ein kona, sum ikki hevur sovið
síðani hon var barn. Tað verður
áhugavert at síggja hennara andlit
í tí skapinum.
Arne Nylander
(Leikari)
Arne er finni,
og
gekk
á
sjónleikara
skúla saman
við Hans í
Finnlandi. Tá
ræddust teir
hvør annan,
nú eru teir
væl. Hetta var
í 90’unum. Nú
eru vit í 10’unum. Kanska Arne sá
hættisligur út í 90’unum. Tað ger
hann ikki nú. Eg skilji væl at Arne
ræddist Hans, hann hevur eitt
sindur av hasum huldisliga, sum
systrarnar, Súsanna og Ria, eisini
hava. Um Arne veruliga ræddist
Hans tá, so man hann vera ræðslu
sligin nú hann hittir systrarnar
báðar. Kanska hann kann brúka
hana í leikinum – ræðsluna.
Árni Baldvinson
(Ljóssniðgevi og stigtakari. Ein av
teimum fýra limunum í Grugg)
Árni er ljóssniðgevi. Hann hevur
verið ljóssniðgevi til fleiri før
oyskar leikir enn eg havi sæð – og
eg havi sæð nógvar. Tað riggar væl
hjá honum, hvørja ferð, og tað fer
tað óivað eisini at gera hesuferð.
Hann er íslendingur. Upprunaliga
í øllum førum. Nú man hann vera
líka so nógv føroyingur, ella í øllum
førum eittsindur.
Clæmint H. Isaksen
(Senegrafur)
Íslendsku grannarnir í kjallaranum
hjá mær her í Lund kenna Clæmint.
Eg kenni hann ikki. Hann hevur
lisið í Íslandi, og arbeitt á Tjóð
leikhúsinum í Reykjavík. Súsanna
og Ria siga at hann er ógvuliga
dugnaligur. Eg trúgvi øllum tí Ria
og Súsanna siga. Eisini hesum.
Leif Jordansson
(Komponist)
Leif er sviði. Hann hevur kompo
nerað tónleik til eina rúgvu av
filmum og sjónleiki. Hann hevur
komponerað ljóðini í leikinum.
Stemmningstónleik. Alt er gjørt
serliga til føroysku útgávuna av
leikinum. So um sjálvur leikurin
ikki fangar tykkum, so ber altíð til
at lata eyguni aftur og njóta tón
leikin. Fyrr í vikuni hevði Leif eina
verkstovu fyri føroyingum í at gera
tónleik til film. Kanska hetta fer at
hoyrast aftur til næsta Geyta.
Guðjón Pedersen
(Leikstjóri)
Aftur her má eg lýta á orðini hjá
Súsonnu og Riu: Guðjón er trúgv
ur móti leikritinum og skrivaða
orðinum, samstundis við at hann
brúkar tað sum kemur frá leikar
unum. Hann er ein gáva at sleppa
at arbeiða saman við. Ja, so siga
Súsanna og Ria. Men sum stigtak
arar eiga tær nú at royna at selja
leikin, og vit kunnu øll falla fyri
freistingini at pynta uppá tað, vit
royna at selja. Um Guðjón veruliga
er so fantastiskur, sum tær báðar
vilja vera við, ja, tað kunnu vit
bara blíva klókari uppá við at fara
at hyggja at leikinum – ella royna
at minnast aftur á aðrar leikir,
hann hevur leikstjórnað, millum
annað ‘Aftaná Undrið’ hjá Jóanesi
Nielsen.
»Grugg hevur mest tikist við undirhald,
'stand-ups' og satirukendar framførslur, har
vit sjálvi hava skrivað og framleitt tilfarið«
Grugg
■ Sprotin sigur hetta um Grugg:
Fast evni el. smáir bitlar sum eru
lagstir á botn el. sum flóta í løgi,
drøgg, dregg, berskaki
(KELDA: SPROTIN.FO)
Fólkini handan leikin
Grugg
Á myndini sýggjast teir sjey leikararnir. Í løtuni eru fýra limir í
Grugg: Sjónleikararnir Súsanna Tórgað, Barbara Christophersen
og Ria Tórgarð og ljóssniðgevin Árni Baldvinsson
MYNDIR: ÁRNI BALDVINSON
MYND: ARNI NYLANDER