Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 27 KLAKSVÍKSSTRÍÐIÐ Tað undrar ikki, at »Klaksvíksstríðið« vakti áhuga á torradøgunum, og hóast veðrið ikki var serliga gott, so møttu eini 180 fólk upp til áhugaverdu framløguna og hugleiðingarnar hjá Líggjas í Bø í Miðhøllini á Skúlatrøð týskvøldið – kallað »Klaksvíksstríðið« BØKUR DÁVUR WINTHER L íggjas kom inn á, hví hetta málið vakti so stór­ an áhuga og eldhug mill­ um klaksvíkingar í síni tíð. Eis­ini hugleiddi hann um, at stund­um kunnu smámál gerast stór­mál, sum ein ikki hevði ætlað ella roknað við. Hann vísti á onnur dømi her heima og úr søguni – m.a. hvussu fyrri heimsbardagi  byrjaði. Men spenningurin millum »stóra og lítla beiggja« – Klaksvík og Tórshavn ella Føroyar og Dan­ mark er helst ein partur í málinum. Í Klaksvík ella Norðoyggjum búðu um hetta mundið – og fyri tað ein 10 % av Føroya fólki, sum stóð fyri einum útflutningsvirði á eini 40 % av landsins útfluttningi. Í 30-unum tá ið føroyingar tóku upp fiskaríð við Grønland, kendu føroyingar seg illa hagreiddar av dønum, og tað kom fyri at skotið var eftir føroyingunum, tá ið teir vildu inn í havn í Grønlandi vegna veður. Fólk lótu sær ikki siga, at fólka­ atkvøðan 14. september 1946, sum vísti ein meiriluta fyri loys­ing, og sum í Klaksvík vísti 72 % fyri loysing – og sigst at fyri út­oyggjar­ nar her norðuri vísti enn meira, varð bert tagd burtur. Tí helt Líggjas, at fleiri tættir spældu við til at so stórur spenn­ ingur gjørdist kring »lækna- ella Klaksvíksstríðið«. Ja, onkur vil siga, ein stórur spenningur, at fólk helst ikki snakka um hesa hending. Spenningurin sprettur úr læknaloysi í Klaksvík tá, síðani kemur lækni, sum fólk hildu av, og tá ið so »yvisvøldin í Tórshavn« vil hava hann burtur aftur – eisini við fremmandari hjálp úr Danmark, varð ovboðið hjá klaksvíkingum. Bókin »Klakksvíksstríðið – 1952 - 1955«, sum Líggjas í Bø hevur skriv­að, lýsir hetta stríðið, so sum Líggjas upplivdi tað. Tó styðjar hann seg til hópin av skjølum, hann er sloppin at granska í úr skjala­goymslum her heima og í Dan­mark um hesa tíð og hending. Eitt upplag á 1000 bøkur komu út undan jólum og varð hon rivin burtur. Tí er nýliga komið II. upp­ lagið av bókini, sum er eitt gott klípi til hesa drúgvu og duldu søgu um eitt serligt tíðarskeið í Klaks­ víkar søgu. Aftaná framløguna varð boðið til ein kaffimunn og varð nógv prátað í teimum ymsu krókunum um upplivingar, fólk høvdu verið fyri ella høvdu hoyrt um. Framløga Bókin »Klakksvíksstríðið« lýsir stríðið, so sum Líggjas í Bø upplivdi tað Framløgan var í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík MYNDIR: DÁVUR WINTHER MYNDIR: DÁVUR WINTHER