hósdagur 18. februar 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
28
RÓGVI NYBO
R
íkisfelagsskapurin verð
ur aftur settur í mið
depilin í hesum døgum.
Í fleiri enn 150 ár hava
føroyingar kjakast á tveimum
hermótum um ríkisrættarligu
støðuna hjá Føroyum í Ríkisfelags
skapinum.
Sínámillum millum polit
iska sjálvstýrisvongin og sam
bandsvongin, og so við danskar
myndugleikar. Ríkisfelagsskapurin
millum Danmark, Føroyar og Grøn
land hevur leypandi verið í broyting
longu síðani fyrsta Grundlógin
varð samtykt í 1849. Tá vóru eisini
Ísland við í Ríkisfelagsskapinum.
Men síðani hevur ferðslan stórt
sæð verið einvegis. Frá at alt
vald og allur avgerðarrættur lá
hjá kongi í Danmark, til at størri
sjálvsavgerðarrættur og vald
eru flutt út til Ísland, Føroyar og
Grønland.
Ávís tíðarskeið hevur stríðið
ligið stilt, onnur eru stórar broyt
ingar framdar. Eitt nú eftir fólka
atkvøðuna í 1946, sum leiddi til at
Heimastýrislógin varð samtykt í
1948. Ein lóg, ið formliga staðfesti
at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í
danska ríkinum, og ásetti rættin at
yvirtaka summi málsøki eftir sam
ráðingar.
Eisini undir fullveldislandsstýr
unum frá 1998 fram til ársenda
2003 vóru stór stig tikin á sjálvs
stýrisleið, tá fleiri týðandi málsøki
vórðu yvirtikin. Heimildin at yvir
taka málsøki varð eisini víðkaður
munandi við sonevndu Yvirtøku
lógini í 2005.
Men síðani hevur stríðið ligið at
kalla stilt. Onkrar smærri yvirtøkur
eru framdar og í 2006 varð eitt lið
ugt uppskot um Stjórnarskipan
Føroya handað løgmanni, sum tá
var Jóannes Eidesgaard úr Javn
aðarflokkinum. Uppskotið hevur
tó ikki fingið stórvegis viðgerð
síðani. Fyrr enn nú.
Fólkaatkvøða um eitt ár
Í 2017 skal fólkaatkvøða verða um
eina nýggja stjórnarskipan. Tað
hevur sitandi samgonga skrivað í
samgonguskjalið.
Sambært samgonguskjalinum
skal stjórnarskipanin staðfesta,
at »Føroya fólk hevur valdið í
Føroyum. Lógin skal staðfesta
og útgreina sjálvsavgerðarrætt
Føroya fólks, herundir at allur
rættur at avgera framtíðar ríkis
rættarstøðu Føroya er hjá Føroya
fólki. Eisini skal stjórnarskipanin
áseta Føroya fólkaræðisliga stýris
lag eins og rættindi og skyldur
borgaranna, tá ið tað snýr seg um
javnrættindi, persónligt frælsi,
rætt til menning, sosiala trygd,
rættartrygd, arbeiði og vinnu og
rætt til innløgu og gagnnýtslu av
felags tilfeingi«.
Í farnu viku avdúkaði Kring
varpið, at politiska arbeiðið at
fyrireika fólkaatkvøðuna er enn
ikki farið í gongd, hóast tað skuldi
byrja fyrst í hesum árinum. Men
hetta merkir kortini ikki, at einki
er gjørt. Tí frammanundan liggur
úrslitið av áradrúgva arbeiðinum
At fullfíggjað
stjórnarskipan
ber til hjá landi
og tjóð sum
okkara, er ikki
trupult at sann
føra vanliga
fólkið í Føroyum
um«
Kári á Rógvi, sáli
SAMFELAG
Ríkisfelagsskapur í broyting
Komandi ár skal fólkaatkvøða verða um stjórnarskipan, og ríkisfelagsskapurin
verður nú aftur settur á breddan. Eitt liðugt uppskot til stjórnarskipan varð lagt
fram í 2006, men ikki óvæntað strandaði uppskotið á grundleggjandi ósemjum
um loysing og samband. Hvat stendur í uppskotinum, hvørjar eru grundleggjandi
ósemjurnar og kann Ríkisfelagsskapurin rúma einum slíkum uppskoti?
STJÓRNAR
SKIPANIN
STRANDAÐI Á
HUGSJÓNARLIGUM
SKERUM