Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 29 hjá Grund­lógar­nevndini, sum seinni bleiv til Stjórnar­skipanar­ nevnd­ina. Ongantíð ætlað sum loysingarskjal Full semja var ongantíð um Stjórnar­skipanaruppskotið frá desember 2006. Serliga var tað for­mælið til stjórnarskipanina, ið ósemja var um. Tann ósemjan var millum loysingar­flokkarnar og sam­bands­flokkarnar um orð­ ingar­nar og tulkingar av orð­ing­ unum, sum botnaðu bein­leiðis í hvar flokkarnir standa hug­sjónar­ liga í spurninginum um loys­ing ella samband. Ósemjan var somikið stór, at alt arbeiðið við stjórnarskipanini strandaði á hesum, og tí varð upp­ skotið eisini lagt stilt og hevur ligið stilt síðani. Men sum Jóan Pauli Joensen, pro­fessari, ið var formaður í Stjórnar­skipanarnevndini, segði við Dag & Viku farna hósdag, var tað ongan­tíð ætlanin at uppskotið um Stjórnar­skipan Føroya skuldi verða skjalið, ið loysti tann hug­ sjónar­liga spurningin. Hinvegin var ætlanin júst at Stjórnarskipanin skuldi verða ein grundleggjandi karm­ur, sum ber í sær semju um støðu okkara og semju um, hvagar vit kunnu fara, og hvussu vit tá gera. Ætlanin var at skapa meira støðugt, virðiligt og semjusøkjandi samfelag. Tí skeyt nevndin upp eina sokallaða tjóðskaparliga semju. Hon ber í sær, at vit føroy­ ingar staðfesta á skrift, at vit eru samdir um, at vit eru tjóð og land. Eis­ini staðfesta vit mannagongdir fyri, hvussu gerast skal, tá og um vit loysa frá verandi samveldisskipan – ella teingja okkum at øðrum skipanum. – Við hesum hava vit ikki loyst ósemjuna um loysing ella samband; tað er heldur ikki endamálið. Men heldur jarða vit so stóran part av hesi ósemju sum gjørligt; tá er nógv vunnið, og tá hava vit fing­ ið til vega felags fatan um ver­andi støðu, hvagar vit kunnu fara og hvussu, skrivaði nevndin í inn­ gang­inum til uppskotið. Stóra ósemjan fjalir nógvu semjurnar Sum fyrrverandi formaðurin í Stjórnar­skipanar­nevnd­ini, Jóan Pauli Joensen, professari, eis­ini legði dent á í Degi & Viku hósdagin, vóru polit­isku flokkarnir stórt sæð samdir um stórar partar av upp­skot­ inum, sum varð lagt fram í 2006. Í stjórnar­skipanar­upp­ skot­inum, sum er býtt í for­ mæli og tríggjar partar, verða karm­arnir lagdir um verandi støðu Føroya sum fólk, land og tjóð, hvørji rættindi fólk­ið í landinum hevur, og hvørji vøldini eru og hvussu valdsbýtið hjá teim­um er mót­vegis hvørjum øðrum. Talan er um breiðar og almenn­ ar orðingar, sum vit eisini kenna úr eitt nú donsku grundlógini ella ameri­kansku stjórnarskipanini, so sum at »Føroyingar eru tjóð og Føroyar eru land«, »Føroyar eru land við fólkaræði« og at »Almenna málið er føroyskt«. Eis­ ini orðingar um talufrælsi, trúar­ frælsi og ognarrættindi eru stað­ fest í stjórnarskipanini. Yvir­høvur eru flestu orðingarnar í Stjórnar­ skipanaruppskotinum orðingar, ið eingin politiskur flokkur í Føroyum er ósamdur í, um enn onkur ósemja kann vera um orðingarnar. Hinvegin ber til at lesa í við­ merk­ingunum til uppskotið, at nakrar av ósemjunum eru um meira tekn­isk viðurskifti. Eitt nú um Lands­banki og Búskapargrunnur skulu nevnast í uppskotinum, um manna­gongdir í játtanarskipanini, og um landsstýrismaður í uttan­ ríkismálum eigur at verða nevndur í uppskotinum ella ikki. Men nógvu smáu semjurnar strandaðu, saman við restini av upp­skotinum, á nøkrum av hug­ sjónarligu ósemjunum, ið botna í spurninginum um loysing ella sam­band. Finna millumvegin Sambært Jóan Paula Joensen, professara, verður avbjóðingin hjá samgonguni millum Javnaðar­ flokkin, Tjóðveldi og Fram­sókn sostatt ikki at fram­leiða eitt heilt uppskot til stjórnar­skipan, ið skal leggjast til fólka­at­kvøðu. Avbjóðingin verður held­ur ikki at loysa trætuna mill­um loysingar­ rørsluna og sam­bands­vongin í før­oyskum politikkin. Stóra avbjóðingin verður hin­ vegin at finna millumvegin, sum báðir partar eru samdir um. Tað vil við øðrum orðum siga eitt uppskot og eitt formæli, har semja verður millum allar partar um hvussu farast skal fram, óansæð hvørja leið farast skal. ROGVI@SOSIALURIN.FO Ein av stóru og grundleggjandi spurningunum, ið javnan verður reistur í sambandi við kjak um stjórnarskipan Føroya, er um ein slík skipan kann setast í verk innanfyri Ríkisfelagsskapin. Spurningurin er reistur í fleiri førum av donskum for­sætis­ ráðharrum, ið staðfesta at allar broytingar í ríkis­felags­skap­ inum mugu vera innanfyri grund­lógarinnar karmar. Ríkisfelagsskapurin hev­ ur tó longu í fleiri førum ver­ið gjøgnum líknandi koll­velt­andi broytingar. Næstu granna­ lond okkara, Noreg og Ísland, fingu bæði tvey sínar stjórnar­ skipanir, ávikavist Grunnlov og Stjórnarskrá, meðan tey enn vóru í samveldi, Noreg við Svøríki og ísland við Danmark. So­statt eru longu fordømi um, at stjórnarskipanir kunnu verða settar í gildi fyri eitt sjálv­ stýrandi land í einum ríki, uttan bein­leiðis at bróta karmarnar á ríkinum. Hetta staðfesti løg­frøð­ing­ urin og politikarin Kári á Rógvi, sáli, ið var næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini, eis­ ini í sínum viðmerkingum til stjórnarskipanaruppskotið. – Bæði næstu norrønu granna­lond okkara, Ísland og Noreg, fingu stjórnarskjøl síni, meðan tey enn vóru í sam­ veldis­støðu. Hjá báðum hesum londum vóru skjølini, nevnd ávikavist Constitution, seinni Grunnlov og Stjórnarskrá, til stóra signing. Stjórnarskjøl stað­festa land sum stjórnar­eind, menna tjóð og byggja brúgv millum ymsar ríkis­rættar­ligar støður. At fullfíggjað stjórnar­skipan ber til hjá landi og tjóð sum okkara, er ikki trupult at sann­ føra van­liga fólkið í Føroyum um, skriv­aði Kári á Rógvi millum annað í við­merkingunum til Stjórnar­skipan Føroya. ROGVI@SOSIALURIN.FO Í fleiri enn 150 ár hava føroyingar kjakast á tveimum hermótum um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum í Ríkisfelagsskapinum Innanfyri ella uttanfyri Ríkisfelagsskapin SAVNSMYNDIR