Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 30 POLITIKKUR HURÐAR GLOPPAÐUST Á VINNU­TINGI Í KLAKSVÍK Sjálvdan hevur fiskivinnutingið fingið politisku flokkarnar at flyta seg so nógv sum í ár ÁRNI GREGERSEN U mboð fyri Fólkaflokkin kann taka undir við eitt sindur av uppboðssølu og Miðflokkurin fer at taka undir við uppskotinum um royndaruppboðssølu. Og samgongan fer ikki at trumfa eina nýskipan av fiskivinnuni ígjøgnum við 17 atkvøðum. Sjálvdan er so nógv komið burturúr á fiskivinnutinginum í sambandi við Torradagarnar í Klaksvík, sum nú tingið hevur verið saman fyri 10. ferð. Løgmaður segði annars í byrjanini, at hetta var sum at vera til 90-ára føðingardagin: somu fólkini saman og tey søgdu tað sama, sum tey hava sagt fleiri ferðir fyrr. Umstøðurnar í ár eru tó eitt sindur øðrvísi enn hini árini, tí nú hevur landsstýrið sett ein bólk við einum arbeiðssetningi. Bólkurin skal útfrá arbeiðssetninginum koma við einum uppskoti um, hvussu vit best skipa fiskivinnuna eftir 31.desember 2017. Tíðarfreistin er stutt, tí álitið frá nevndini skal latast fiskimálaráðnum 1. august. Í kommisoriunum hjá nevndini stendur, at fiskivinnan skal fara frá at vera ein politisk útluting av loyvum til eina marknaðartilgongd. Marknaðartilgongd er higartil tulka at vera uppboðssøla, men landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum segði á fiskivinnutinginum, at hetta er ikki heilt vist. Tað eru aðrir mátar at koma til eina marknaðartilgongd og tað er júst hetta, setti bólkurin skal koma við uppskotið um. Ja frá Miðflokkinum Í løtuni er eitt uppskot um roydnar­ upp­boðssølu í ár í Løg­tings­ins vinnu­nevnd. Landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur lagt uppskotið fram, men tá ið freistin var úti, kom málið ikki úr aftur nevndini. Nevndin hevur fingið eina longda tíðarfreist, tí umsitingin í Løgtinginum skal koma við einum responsum um, hvørt uppboðssøla kann enda við, at partar av vinnuni koma við endurgjaldskravi fyri rættindi, sum tey møguliga missa. Á fiskivinnutinginum var hesin spurningurin eisini viðgjørdur. Jenis av Rana, formaður í Mið­ flokkinum, segði heldur óvæntað, at Miðflokkurin fer at taka undir við einari roydnaruppboðssølu. – Tað undrar okkum, at menn eru so sannførdir um, hvat er rætt og hvat er skeivt við einari uppboðssølu. Lat okkum royna tað, segði Jenis av Rana. Hann tók kortini fyrivarni fyri, hvussu uppskotið sær út, tá ið MYNDIR: DÁVUR WINTHER