hósdagur 18. februar 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
31
FISKI
Hjarnar Djurhus, klaksvíkingur, fanst ás fundi í Klaksvík,
hvassliga at upplýsingum í bókini hjá Líggjas í Bø
Fleiri enn 200 fólk møttu á
fiskivinnutinginum í Klaksvík, har
politikararnir mannaðu pallborðið
– Bókin, sum Líggjas í Bø hevur skrivað,
er ikki objektiv. Líggjas í Bø var sjálvur
ein aprtur av stríðnum.
Hjarnar Djurhuus, fyrrverandi
stjóri í Shell, helt eitt langt
innlegg eftir at Líggjas í Bø,
rithøvundur á Torradøgunum
hevði havt eitt langt innlegg
um Klaksvíks-stríðið og
grundirnar til at tað bleiv
so ógvusligt.
– Rithøvundurin
sjálvur sigur, at hetta
er hansara íkast.
Tí havi eg virðing
fyri, men eg eri
noyddur at siga,
at bókin ikki er
objektiv uppá
nakran máta,
segði Hjarnar Djurhuus á fundinum í
Klaksvík.
Tá ið Klaksvíksstríðið tók seg upp,
gekk eina adressa runt, har mælt
var til, at Halvorsen skuldi sleppa at
halda fram sum lækni á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
95 prosen skrivaðu undir, meðan
fimm prosent ikki gjørdu tað.
Ein gjógv tók seg upp millum hesar
báðar partar. 95-ararnir happaðu
hini, sum ikki høvdu tað serliga lætt í
Klaksvík, árini stríðið vardi.
Hákun Djurhuus var tingmaður
tá og hann hevði ikki skrivað undir
adressuna. Ein bumba var løgd í húsini
hjá honum í stríðnum.
Hjarnar Djurhuus var ungur maður
í Klaksvík tá.
– Vit spældu fótbólt og gingu í dans
og fingu spenning har. Tað vóru meira
hini frá brøðrasamkomuni, sum hvørki
sluppu í dans ella ginu til ítrótt, sum
fingu spenning í Klaksvíksstríðnum,
segði hann á fundinum.
So at siga onki mótsvar kom á
fundinum, men tað vóru mong, sum
ikki hildu, at taðv ar rætt, sum Hjarnar
Djurhuus førdi fram. Eisini funnust
tey at, at hann hongdi táverandi
formannin í Tjóðveldi, Erlend
Patursson út, fyri hansara leiklut í
sjálvstýrislandsstýrinum í seksti-
árunum.
Formennirnir fyri politisku
flokkunum mannaðu pall
borðið á fiskivinnutinginum
í Klaksvík.
Óluva Zachariassen og Jón
Brian Hvidtfeldt, journalistar
leiddu orðaskiftið, har fólk úr
salinum eisini høvdu høvi at
koma við viðmerkingum og
spurningum.
Seinastur av øllum at fáa
eina viðmerking var Torbjørn,
Jacobsen, oratorikari og
borgarstjóri í Runavík:
– Eg ivist í um nakað
skilagott fer at koma frá hasi
roðsluleysu nevndini hjá
Johnny í Grótinum og Hans
Ellefsen. Eg kundi hugsa mær,
at onkur pláss heldur vóru
mannað við royndum fsiki
monnum, sum Absalon í Buð
og øðrum, segði hann.
Torbjørn Jacobsen fanst
eisini at, hvussu støðuleysir
politikararnir eru og vísti
til makrelsamgonguna, sum
var gjørd fyri nøkrum árum
síðani. Hon helt bert til vit
fingu eitt val.
– So riggurin á teimum,
sum manna pallborðið kann
sammetast við tað vánaligastu
donsku reyðu pylsuna, sum
POM Heilsølan selur. Kundi
hugsa mær at vita, hvussu
teir ætla at fíggja føroyska
samfelagið um vit fáa eitt
bakkast í fiski- og alivinnuni,
spurdi hann.
S p u r n i n g u r i n
u m ,
hvussu føroyska samfelagið
skal fíggjast í framtíðini
var
ikki
viðg jørdur
á
fiskivinnutinginum hesaferð.
Uppskotið frá Ásmudi
Guðjónssyni og øðrum fekk
nakað av viðgerð, men fud
narluttakararnir kendu bert
umrøðuna av uppskotinum
frá útvarpinum, so tað var
torført hjá teimuma t gera
viðmerkingar til uppskotið.
Ein aprtur av tilmælinum
er, at loyvistíðin er lang,
men afturfyri eigur at verða
latið upp fyri uppboðssølu
av rættindum, so nýggir
aktørar kunnu sleppa framat
í vinnuni.
Bókin hjá Líggjas í Bø
hevur ikki objektivitet
10. ferðin við politiskum
fiskivinnutingi í Klaksvík
tað kemur frá vinnunevndini og
kemur fyri aftur í Løgtinginum.
Ósemja í Fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin hevur verið ýtasti
mótstøðuflokkur móti uppboðs
sølu, men á fiskivinnutinginum
gloppaði fyrrverandi landsstýris
maðurin við fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, hurðina eitt
sindur.
Hann segði, at hann er tilreiðar
at ganga við til eina lítla uppboðs
sølu, um tað kann gera, at vinnan
fær tryggar karmar og longri
loyvir annars, sum mælt er til í
einum uppskoti, sum Ásmundur
Guðjónsson og aðrir hava gjørt.
Um fyrrverandi landsstýris
maðurin er einsamallur um hetta
skifti hjá flokkinum er óvist,
men tað gekk bert ein løta til
undangongumaður hansara sum
landsstýrismaður við fiskivinnu
málumm, Jákup Mikkelsen, kom
brestandi heiman og bað um orðið
á fiskivinnutinginum.
– Eg má bara gera tað heilt greitt.
Eg eri ósamdur við partamann mín.
Eg fari undir ongum umstøðum at
taka undir við nøkrum, sum líkist
einari uppboðssølu, segði Jákup
Mikkelsen.
At fyrrverandi landsstýris
maðurin gloppaði møguleikan
fyri uppboðssølu, ger, at tað eru
møguleikar fyri einari breiðari
semju um nýggja fiskivinnuskipan.
– Vit hava sett ein bólk, sum skal
koma við einum tilmæli. Ætlanin
er sjálvandi at fáa eina breiða
semju. Var tað ikki ætlanin, so
var ongin orsøk til at seta bólkin
at arbeiða. So kundu vit bert
avtala tað vit vilja í samgonguni,
segði landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Høgni Hoydal.
Útlendskur kapitalur
Spurningurin um útlendskan
kapital í fiskivinnuni var eisini til
viðgerðar.
Eitt sindur av ymiskari upp
fatan er av hesum spurningunum,
men allir flokkar eru samdir um,
at ræðisrætturin av loyvunum
eigur at liggja í Føroyum og at
tann virðisøking, sum fer fram
í fiskivinnuni, eigur at koma
føroyska samfelagnum til góðar.
Í løtuni er lógin soleiðis, at
útlendingar kunnu eiga ein triðing
av feløgum í fiskivinnuni, men
politikararnir vóru eitt sindur
ósamdir um, hvat talan er um.
Er tað bert í eginpeningi talan er
um, at útlendingar kunnu eiga ein
triðing – ella er tað eisini soleiðis,
tá ið talan er um fígging.
Alt bendir á, at føroysku
myndugleikarnir, sum hava eftirlit
við hesum, ikki beinleiðis fáa skil á,
hvat talan er um. Fer virðisøking av
landinum sum vinnignsbýti – ella
fer tað til rentur fyri útlendsk lán?
Hjarnar Djurhuus