hósdagur 18. februar 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
32
ÍTRÓTTUR
ÍTRÓTTUR
Meðan kvinnufinalan stendur millum
Fleyr og SÍ, sum bara einaferð fyrr hava
spælt finalu ímóti hvørjumøðrum, er
mansfinalan ein rættur klassikari millum
ÍF og SÍ, sum heilar átta ferðir fyrr hava
møtt hvørjumøðrum í steypafinaluni
HILMAR JAN HANSEN
K
v i n n u f i n a l a n
hesaferð
er
millum Fleyr og
SÍ, sum bara eina
ferð áður hava spælt finalu
ímóti hvørjumøðrum. Tað
var í 2009, tá SÍ vann 3-1. Tó
er talan um tvey rímiliga
roynd finalulið, tí Fleyr
var í finaluni fyri tveimum
árum síðani, og undan tí var
SÍ annað liðið í finaluni seks
ár á rað.
Skal
metast
eftir
søguligari styrki, so er SÍ væl
og virðiliga frammanfyri, tí
SÍ hevur tilsamans vunnið
steypafinaluna tríggjar
ferðir av seks møguligum,
meðan Fleyr enn eigur fyrsta
finalusigurin til góðar og
bara hevur verið í finaluni
tvær ferðir.
Verður hinvegin hugt
at altjóða royndum á
liðunum, sum leikskráin til
steypafinalurnar fortelur
um, er tað Fleyr, sum hevur
munin, tí har eru tveir
landsliðsspælarar, sum
eru Anja Danielsen við 28
landsdystum og Eva Nagata
við 10. Til samanberingar
er bara ein spælari við
landsliðsroyndum eftir
á liðnum hjá SÍ, og tað er
Helga Guttesen, ið hevur 17
landsdystir á baki.
Um styrkin verður máld
eftir landskappingini í Eik-
liguni í vetur, hevur Fleyr
eisini munin, tí tær tvær
ferðirnar, liðini hava spælt
ímóti hvørjum øðrum,
hevur Fleyr vunnið. Men
báðir dystirnir hava verið
fimmsettarar, so alt bendir
á, at steypafinalan hjá
kvinnum verður øgiliga jøvn.
Á leiðini í finaluna vann
Fleyr ein fimmsettara á KÍF,
sum eitt skifti í dystinum
var á odda 2-1 í settum, men
mátti lúta 2-3 fyri Fleyr til
síðst. Heldur ikki SÍ slapp
alt ov lætt í finaluna, tí í
hálvfinaluni vann TB fyrsta
settið, áðrenn SÍ so gjørdi
bart og vann trý sett á rað
og dystin 3-1.
Stóru klassikarin
Meðan steypafinalan hjá
kvinnum er millum tvey
lið, sum bara einaferð hava
spælt steypafinalu ímóti
hvørjumøðrum fyrr, er
øðrvísi hjá monnunum,
tí har er talan um størsta
klassikaran av øllum, sum
verður millum ÍF og SÍ, ið eru
tey bæði nógv mest vinnandi
liðini í mansflogbólti síðstu
mongu árini.
Hetta er einki minni enn
áttandu ferð, at júst hesi
bæði mansliðini møtast í
steypafinaluni, og síðani
2000 er tað bara hent
tvær ferðir, at ikki minst
annað teirra hevur verið
í steypafinaluni. SÍ hevur
vunnið steypafinaluna
tilsamans
átta
ferðir
tilsamans og ÍF fimm ferðir,
so her er talan veruliga um
sigursvand feløg, ið bresta
saman. Innanhýsis í teimum
sjey undanfarnu finalunum
millum hesi bæði liðini er SÍ
á odda 4-3.
Altjóða
royndirnar
eru
stórar
á
báðum
liðum, tí meðan tey hava
fimm landsliðsspælarar í
part. Hartil kemur so, at
talan er um sera royndar
landsliðsspælarar, tí hjá
Fleyr hevur Rúni Weihe
spælt 73 dystir og Bartal
Eliasen 51, og hjá SÍ hevur
Suni Juel Pedersen spælt 81
landsdystir, Jóhan Petur á
Stongum 70 og Jón Joensen
40, fyri at nevna størstu
landsliðstungvektararnar í
finaluni.
ÍF vann seg í finaluna við
at vinna 3-0 á Ternuni, sum
tó gav mótstøðu í øllum
settunum, meðan SÍ kanska
kom heldur lættari til sín 3-0
sigur, sum var á Fleyr.
Í landskappingini er
SÍ greitt oddalið og hevur
15 stig meira enn ÍF á
triðjaplássinum.
Liðini
hava í Eikliguni spælt ímóti
hvørjumøðrum tríggjar
ferðir í vetur, og har hevur
SÍ vunnið tvær ferðir, fyrst
3-0 á útivølli og síðani 3-1 á
heimavølli, men ÍF hevur
hinvegin á útivølli vunnið
3-2 í einum fimmsettara, so
kanska mansfinalan eisini
er ein, ið kann blíva bæði
spennandi og jøvn – sum so
mangan fyrr.
KLASSIKARI HJÁ
MONNUM
Steypafinalur