hósdagur 18. februar 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
33
– Miðalaldurin er lágur, tí tað er øgiliga nógv ungt
fólk, ið spælir flogbólt, og hartil sæst eisini eina
menning runt um í feløgunum, sigur Magnus
Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum
HILMAR JAN HANSEN
L
eygardagin
og
sunnudagin eru
steypafinalurnar í
flogbólti á skránni,
og tær mongu fyrireikingar
nar, ið skulu gerast, eru
millum annað at leggja
serliga flogbóltsgólvið á
í ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn, sum er karmur um
finalurnar. Tað skal vera
púrasta liðugt í seinasta
lagi fríggjakvøldið, tí longu
leygarmorgunin er fyrsta
finalan á skránni.
– Vit hava hesaferð eisini
tikið tey 12 ára gomlu við, og
tí mugu vit hava fleiri dystir
leygardagin, tí sunnudagin
sleppa vit ikki í gongd
fyrr enn klokkan eitt. Av
royndum vita vit eisini, at
sjálvt um tey yngru spæla
best av trimum settum, er
talan ofta um bæði javnar
og drúgvar dystir, sigur
Magnus Tausen, formaður í
Flogbóltssambandinum.
– Konseptið hjá okkum
er tað sama, sum tað plagar
at vera, men allíkavæl hevur
tað hesaferð verið stak
hugaligt at upplivað, at vit
hava fingið søguliga góða
undirtøku frá stuðlum,
lýsarum og øðrum. Og tað,
at vit í mai mánaði eru
vertir fyri eini stórari altjóða
kapping, hevur kanska eisini
gjørt sítt til, at flogbólturin
virkar meira dragandi og
lokkandi, enn hann hevur
gjørt.
Ein onnur orsøk til økta
áhugan er helst eisini ein
spennandi landskapping,
har
tað
serliga
hjá
kvinnunum eru nógv lið
um boðið, tí kappingin er so
jøvn.
Havnin raknað við
– At spenningur er í lands
kappingini, hjálpir sjálvandi
til, so flogbólturin verður ein
góð søluvøra, og vit í Flog
bóltssambandinum kunnu
ið hvussu er fegnast um, at
flogbólturin er blivin nakað,
sum fólk rokna við, sigur
formaðurin og ger vart við, at
rembingar eru í triðstørstu
vetrarítróttargreinini.
Millum
annað
vísir
Magnus Tausen á, at
miðalaldurin er lágur, tí tað
er øgiliga nógv ungt fólk, ið
spælir flogbólt, og hartil sæst
eisini eina menning runt um
í feløgunum. Til finalurnar
hesaferð staðfestir eitt
felag sum SÍ sína krútsterku
støðu, tí sørvingar eru við
í øllum finalunum uttan
kvinnuunglingum,
og
formaðurin heldur, at SÍ
nokk er tað felagið, sum
setir standardin – og tað
høgt eisini.
– TB er eisini dømi um
eitt felag, ið hevur arbeitt
miðvíst, meðan Havnin
hevur haltað og leingi verið
aftan fyri tær sterkaru
bygdirnar. Men nú síggja
vit so, at Fleyr ordiliga er í
ferð við at vakna, tí hesaferð
hevur Fleyr lið í seks
steypafinalum, sum er tað
mesta nakrantíð, sigur hann.
– Mjølnir er í ferð við at
byggja upp og er í finaluni
hjá kvinnuunglingum, og
hóast Ternan ikki er við í
nakrari finalu, síggja vit eina
øgiliga positiva gongd har.
Og sjálvt um ÍF kann tykjast
eitt sindur uppsteðgað, nú
bara menninir eru í finaluni,
eru nógv børn í gongd har,
so tað sær ljóst út fyri
framman.
REMBINGAR Í
FLOGBÓLTINUM
Formaðurin í
Flogbóltssambandinum,
Magnus Tausen, fegnast
um, at hóast bygdirnar
enn standa sterkar á
føroyakortinum í flogbólti, er
Havnin ordiliga raknað við
Mynd: Álvur Haraldsen
Leygardagin
09.30
Fleyr-SÍ
dreingir 12
13.30
Fleyr-SÍ
kvinnur
15.30
ÍF-SÍ
menn
18.30
SÍ-Fleyr
dreingir 14
Sunnudagin
13.00 SÍ-TB
gentur 12
14.15 SÍ-TB
gentur 16
15.50 SÍ-Fleyr
mansunglingar
16.45 SÍ-TB
gentur 14
18.00 Mjølnir-Fleyr kvinnuunglingar
19.15 Fleyr-SÍ
dreingir 16
STEYPAFINALUR
2016