Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 34 Óli Jacobsen 3. partur A nana var eitt av teimum stóru tiltøkunum hjá Christian Holm Jacobsen. Hetta risaskipið, 4.700 tons til støddar, varð keypt í 1935 at vera móðurskip hjá útróðrarbátum í Grønlandi. Anana sigldi sum farmaskip veturin 1935/36 og fór aftur til Grønlands við útróðrarbátum á vári í 1936. Tá er tað, at Sverri kemur inn í myndina, og hann greiðir frá: Sverri sum messudrongur Eg fylti 14 ár í mars, sum eg fór við »Ananu« 1. juni í 1936. Poli, beiggi mín, hevði verið við »Ananu« í 1935 og hann skuldi við aftur nú í 1936. Eg fekk ein so brennandi hug at sleppa við og fór oman til partafelagið Uvak og spurdi Christian Holm Jacobsen, stjóran, um eg ikki kundi fáa kjans at koma við sum messudrongur. Hann helt fyri við meg: »Eg haldi, at tú ert so lítil, at tú skalt vera heima hjá mammu tíni eitt sindur afturat«. Hetta vóru ikki góð boð at fáa, og lagið var ringt. Nú mátti eg fara út aftur at fortelja fyri mammu, at eg fekk ongan kjans. Men tað var einki at gera við tað. Tað gingu nakrir dagar, so ringir telefonin. Nú er tað frá Uvak, sum sigur, at eg má gera meg kláran at koma við. Eg hevði nú kortini fingið kjans. Hetta komst av, at ein messudrongur varð blivin sjúkur, og kundi ikki fara við. Hesin var Knút Háberg, sum seinni gjørdist sparikassastjóri. So eg fekk nú kjansin, sum eg so brennandi ynskti mær. Eg hevði ikki nógva tíð at umráða meg. Klokkan var um hálvgum ellivu, tá reiðaríið ringdi, og skipið skuldi sigla um tvey tíðina, her mátti berast skjótt at. Mamma mín fekk einki gjørt, tí hon varð lammað av eini heilabløðing, so Maja (Dalsgarð), systir mín, mátti fara at taka sær av at fáa meg riggaðan til. Sjey messudreingir Eg fór so umborð. Vit vóru sjey messudreingir. Ein var úr Leirvík, sum kallaðist Asbjørn. Ein úr Kollafirði, sum kallaðist Hans Jacob. Hann doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970. Úr Havn vóru Poul Poulsen, hjá Karl á Kák, Marius Kamban, Halgir Winther og Lill Mohr. Vit fara so av Havnini vestur eftir. Vit vóru allir so ringir av sjóverki, at tað var ikki hugsingur um, at vit kundu gera nakað sum helst. Men so komu boð úr offisersmessuni, har sagt varð, at tann av okkum, sum fyrst kom fyri seg, skuldi arbeiða í teirra messu. Tað fall í mín lut. Annars var ætlanin, at eg skuldi vera messur har afturi. Teir kallaðu tað afturi í pumpuni. Har var eitt uppihaldsrúm til flekjararnar, og tað var beint upp yvir skrúvuni. Eg var faktisk bangin fyri, at eg skuldi enda har afturi, men varð bjargaður burtur úr tí á hendan hátt. 26 bátar og 160 mans Umborð vóru 26 útróðrarbátar, til hesar 26 bátarnar hoyrdu 104 mans. Síðani var tað sjálv manningin, sum taldi 56 mans. Tilsamans vóru vit 160 mans. Hetta er størsta manningartal sum nakrantíð hevur verið umborð á føroyskum skipi, íroknað Eysturgrønlandstúrin hjá Karin K í 1959 og Atlantic Navigator. Av hentleikum umborð var eisini ein krambúð, og tað man neyvan hava verið fyrr við føroyskum fiskiskipi. Eisini vóru heilir tveir læknar við. Ein timburmaður var eisini við. Skipari á Ananu var Victorinus Joensen, Esmar Fuglø var 1. stýrimaður og Sofus Andreassen av Strondum var 2. stýrimaður. Johan Samuelsen, ættaður úr Sumba, var 3. stýrimaður. Johan Jacobsen úr Vestmanna var 1. meistari. Tað var ikki smávegis av útgerð, sum kravdist til eitt slíkt skip. Sum dømi kann nevnast, at brúk var fyri 1.200 tonsum av salti, 1.200 tonsum av koli og 2.000 tonsum av vatni. Umframt sjey kokkadreingir vóru hovmeistari, proviantmeistari, bakari og kokkur í kokkarínum. So her var nóg mikið at gera. Alt skuldi jú gerast umborð – eisini tað at baka breyð. Vit komu yvir í gomlu Føroyingahavnina, og har riggaðu vit bátarnar til. Teir vóru eisini flotaðir, so teir kundi byrja útróðurin. Allir bátarnir høvdu motor. Bátarnir fingu fastan prís fyri fiskin og fingu tí úrtøku í mun til veiðuna hjá hvørjum báti. Anana lá til havs sum móðurskip. Bátarnir fóru avstað um morgunin og komu vanliga aftur um kvøldið, tá ið teir avreiddu fiskin. Umborð vóru flekjarar og aðrir, sum fingu fiskin til sættis. Tað hendi ofta, at tað gjørdist myrkt í toku. Tá varð ringt við eini klokku, so bátarnir skuldu hoyra, hvar Anana var. Men kortini hendi tað seg meira enn so, at bátarnir høvdu trupult við at finna aftur at borði. Sluppu ikki til lands Vit komu ongantíð til lands við »Ananu«, tí har var eingin kei at leggja til. Vit vóru eina ferð inni og tóku vatn. Vit fóru við báti inn undir eina á. Ein presending varð løgd undir, og so rann vatnið niður í presendingina. Síðan skuldi vatnið fáast í vatntangarnar umborð. Hetta var sera langrøkið. Vit sóu land, tá tað var klárt í veðrinum. Vit, sum vóru umborð á Ananu fiskaðu eisini sjálvir í fríløtunum. Eina ferð sendu teir meg eini ørindi aftur í messuna. Teir skuldu halda snørinum, meðan eg var burturi. Tá eg kom fram aftur, nú er á. Men tá høvdu stavnarnir hongt nakrar fiskar í snørið. Hetta var slíkt beistavesin, sum ofta varð gjørt móti ungum dreingjum. Seinasta dagin vit veiddu, gjørdist eitt so ræðuligt illveður. Skipið royndi at liggja upp móti veðrinum, men maskinkraftin var ikki tann stóra. Men hetta spældi kortini væl av. Vit vóru fýra mánaðir burtur. Tá vit skuldu fara at sigla heim, var stór frøði á øllum. Allir bátarnir blivu settir inn á dekkið og vórðu væl surraðir. Tá vit vóru komnir heim, blivu allir bátarnir loraðir út aftur, og síðan fóru útróðrarmenninir hvør við sínum báti til hús. Anana fór síðani at sigla runt oyggjarnar at taka fisk inn. Vit vóru á Klaksvík, inni í Eysturoynni, á Sørvági og í Vági, og so var siglt niður til Italia við fiskinum og har vóru vit bæði í Napoli, Genova og Livorno. Hitti havnarmann á gøtuni í Genova Meðan vit vóru í Genova í Italia fór eg ein dagin ein spákitúr eftir keiuni. Tá eg hevði gingið eitt petti, møti eg einum offiseri í flottum uniformi. Beint, sum vit skulu fara framvið hvør Siðsøga SVERRI MORTENSEN: ÚR GRØNLANDI TIL INDIA VIÐ »ANANU« Sum framhald av seinastu pørtunum um tey 12 Mortensen systkini fara vit at greiða frá søguni hjá tí næstyngsta av teimum, Sverra Sverri Mortensen Hetta vóru Argir, tá ið Sverri var ungur. Húsið hjá teimum eru tey svørtu mitt í myndini við kvisti. Siðsøga