hósdagur 18. februar 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 21
35
Komandi partur
Sverri kemur heim aftur og gjørdist
landkrabbi. Hann er serliga kendur
frá sínum arbeiði hjá Vilhelm Nielsen.
annan, letur í offiserinum: »Tú skuldi væl
ikki verið sonur Rakul og Mortan á Geil,
ha«. Tá bleiv eg kløkkur. Tað vísti seg, at
hetta var Diaba, sonur Evu og Tummas í
Rættará. Hann sigldi sum maskinmeistari
við donskum skipi, sum kallaðist »Kristian
Sass«.
Poli, beiggi mín, og Magnus, beiggi Esmar
Fuglø, sum var 1. stýrimaður við »Ananu«,
fingu báðir kjans við »Kristian Sass«. Teir
fóru so av »Ananu« í Genova umborð á
»Kristian Sass«.
Pola, beiggja mín, sá eg ongantíð aftur frá
tí hann fór úr Genova við »Kristian Sass«.
Hann fór seinni í land og á diakonskúla.
Hann druknaði í 1944, sum greitt frá í
seinasta parti.
Anana seld
Vit koma so heimaftur eftir at hava landað
fiskin. Anana skuldi síðan niður til Leith
í dokk. Men so hendir tað, at hon verður
seld yvir til Noregs til Skoglandreiðaríið í
Haugesund.
Tað vóru fleiri grundir fyri, at Anana varð
seld. Ein var at leiðslan í Uvak hevði ampa av
trygdini hjá útróðrarmonnunum. Tað var nú
ikki tað sama at hava útróðrarstøð á víðum
havi og á landi. Menn kundu jú lættliga
villast frá skipinum í vánaligum líkindum.
Ein onnur orsøk var, at prísurin á skipum
var nógv uppfarin vegna krígshóttanina í
Europa, so nú var møguleiki fyri at fáa slætt
borð fíggjarliga.
Anana skuldi sigla undir Panamaflaggi
og fekk navnið »Angelo«. Skiparin kom til
mín og spurdi, um eg vildi halda fram at
sigla við sum messudrongur. Eg játtaði.
Hovmeistari var Poli Olsen úr Vestmanna.
Skipið varð siglt yvir til Haugesund.
Har varð farið í holt við at brenna ymist
burtur úr skipinum, m.a. tað sum hevði
verið uppihaldsrúm í miðlastini. Lastin
varð gjørd aftur til tað, sum hon hevði verið
frammanundan. Tá hetta var gjørt liðugt,
var skipið sigliklárt.
Vit byrjaðu við at sigla við málmi millum
Narvik í Noregi og England. Hetta var
málmur, sum kom í vagnum úr Svøríki.
Málmurin varð stúrtaður niður í lastina, so
tað var skjótt at lasta. Vit sigldu innanskers
fram við norsku strondina. Tá vit komu til
Noregs fóru vit til Ålesund, tóku loðs har og
sigldu síðani upp til Narvik.
So eina ferð koma vit inn í Ålesund
at taka loðs. Loðsbáturin kemur út í
móti okkum. Johan Samuelsen var 3
.stýrimaður hjá okkum. Hann gjørdist
seinni navigatiónsskúlalærari í Havn. Hann
sigur við meg: »Tú, kennir tú ikki handan
mannin, sum situr har afturi í bátinum?«
»Nei, eg kendi hann ikki«. So flennir hann
við. Men tá báturin nærkast síggi eg, at hetta
er pápi. Hann førdi ein norskan trolara tá,
sum kallaðist fyri »Kelt«. Hetta var tá ið
hann saman við øðrum føroyingum legði
norðmonnum lag á at fiska við troli.
Pápi sat inni á støðini hjá loðsunum á
landi, tá hann hoyrdi, at loðsbáturin skuldi
út til gomlu Ananu. Jú, tá var tað pápi, sum
kom út við loðsinum, og vit fingu eitt lítið
prát saman. Steðgurin var ikki stórur. Hann
var bara tíðin, tað tók loðsinum at koma
umborð.
Sigldu upp á Russland
í Stalintíðini
Tá vit so vóru lidnir við hetta chartrið,
skuldi skipið sigla millum Svalbard og
Russland. Tá vóru vit bæði í Murmansk og
Arkangelsk. Vit fóru upp til Svalbard eftir
koli. Har vóru kolanám, sum russar róku. Vit
sigldu við kolalastini yvir til Murmansk, og
har skuldu vit taka umborð olju og props,
sum verður nýtt til kolagrevstur, at hava við
aftur til Barentsburg á Svalbard.
Í Russlandi var ógvuliga strangt. Eg
skal siga frá eini hending okkum var fyri.
Vit vóru nakrir sum fóru í land, so møta
vit vaktarmonnunum. Nú er tað ein, sum
ansar eftir, at passið hann hevur upp i á
sær, ikki er hansara pass. Hann hevur tikið
skeivt pass úr skuffuni, har øll passini lógu.
Vit vóru so stutt frá skipinum, at hann
kundi rópa um borð og biðja teir fara eftir
passinum hjá sær, men her var eingin bøn.
Hann skuldi um borð aftur, so hann slapp
ikki saman við hinum í land.
Lumpaður av handilsmonnum
Tá hetta chartrið var liðugt, fingu vit boð
um at fara niður til Gdynia og Gdansk í
Polen Vit skuldu fara ein túr til India við
transitkol, sum sá út sum múrsteinar. Vit
máttu fara gjøgnum Gibraltar sundið.
Anana hevði lítla kraft, hon sigldu bert
sjey míl.
Tá harður streymur var, máttu vit
liggja uttan fyri og bíða, inntil rákið
linkaði. Hetta var eisini galdandi fyri aðrar
enn okkum, Vit fóru so til Port Said, fyri
síðani at fara gjøgnum Suez veitina. Fyrst
komu vit til Alexandria. Har komu hesir
handilsmenninir umborð. Tað vóru nakrir,
sum kallaðust Mosesmenninir – Gamli
Moses og synir hansara. Teir seldu ymiskt.
M.a. høvdu teir ein kikara, sum teir royndu
at pranga upp á meg. Teir vísti mær, hvussu
væl man sá í honum. Eg hoppaði upp á tað
og keypti hann. Teir pakkaðu hann væl inn
og góvu mær eskjuna, og eg betalti.
Tá vit vóru komnir nakað suðureftir,
tók eg pakkan fram og skuldi vísa onkrum
tann flotta kikaran, sum eg hevði keypt. Vit
pakkaðu upp, men hvat. Í pakkanum var
bara eitt gamalt tómt hylstur. Hetta høvdu
teir gjørt beint framman fyri eygunum á
mær, meðan eg stóð hjá. Soleiðis varð eg
tikin við nøsini.
Vit fóru so upp til India, og vit vóru
eisini í Karashi í Pakistan. Síðani fóru vit til
Calcutta, og har lastaðu vit málm til Noregs.
Hetta var alt áðrenn kríggið byrjaði. Vit
sigldu til eitt pláss í Noregi, sum kallaðist
Hummelvik, tað lá tætt við Trondheim. So
fóru vit ein túr afturat upp til India.
Anana var eitt risaskip, sum ikki var sætt í Føroyum áður
Útróðrarbátar leggja frá borði til útróðrar
Anana við bátum á dekkinum
Anana saman við øðrum føroyskum skipum. Jógvan Waagstein teknaði