mánadagur 22. februar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– TAÐ ER HART AT
– Eg sakni hansara máta at vera um og uppdraga okkara døtur. At standa
einsamøll við fimm børnum er ikki altíð lætt, sigur Laila Reynheim,
sum misti mann sín í 2013 til herviligu sjúkuna krabbamein
Barbara Holm
– Eg blívi rørd, tað er
so langt síðani eg havi
tosað um tað, sigur
53 ára gamla Laila
Reynheim úr Havn,
nú hon skal seta orð á
lívið áðrenn og aftaná
maðurin
Eirikur
doyði av krabbameini.
Eirikur
var
bert
50 ár, tá ið hann fór
hagani, og hóast tað
fingu hann og Laila
heili 32 ár saman.
– Tað eri eg takksom
fyri í dag. At eg slapp at
hitta hann so tíðliga í
lívinum, nú tá ið hann
skuldi doyggja so ungur,
sigur Laila Reynheim.
Í dag er Laila 53
ár.
Árini
ganga víðari, men saknurin
hvørvur ongantíð.
– Tað, sum eg sakni mest,
er kontrastin. Øll vistu, at eg
var púra vekk í honum øll
hasi 31 árini, men vit vóru
rættiliga ymisk, og tað dámdi
mær væl. Eg sakni hann at
hjálpa mær at skumpa undir
genturnar, og onkuntíð ivist
eg í, um eg geri tað rætta,
tí hann er ikki her at tosa
við meg um tað, sigur Laila
Reynheim.
Í desember 2010 var fyrstu
ferð, at Eirikur fekk boðini
um krabbamein.
Skuldi vera loyniligt
Eirikur starvaðist í mong
ár sum portørur á Lands
sjúkrahúsinum, og tí kendi
hann væl tey ymisku starvs
fólkini
innan
sjúkrahús
verkið. Í 2010 kendi hann á
sær, at okkurt var ikki sum
tað skuldi, og hann valdi at
fara til ein lækna og kanna
seg. Um jóltíðir hetta árið
fingu tey boðini um,
at krabbamein var í
nýrunum, og at Eirik
skuldi
leggjast
undir
skurð
í
Danmark.
– Tey søgdu,
at tað var gott,
at vit fang
aðu tað so
tíðliga,
tí tað
v a r
bara ein einføld skurðvið
gerð, sum skuldi til, fyri at
Eirikur gjørdist frískur aftur,
sigur Laila Reynheim.
Komin til Danmarkar var
støðan tó heilt ein onnur.
Eirikur var lagdur undir
skurð sum ætlað, men tá
ið hann raknar við aftur,
hyggur hann í drenið, sum er
lagt undir skurðviðgerðini og
sigur, at her er okkurt galið.
– Hann visti so nógv um
slíkt, og tað endaði við, at
læknarnir søgdu, at har var
eitt mistak hent, sigur Laila
Reynheim.
Eitt nýtt tól varð nýtt í
samband við skurðviðgerð
ina, og yvirlæknin greiddi
frá, at tey vóru óroynd við
nýggja tólið og tí høvdu
skavað ímóti eini æðr, sum
nú bløddi.
– Tað gjørdist hættisligt,
tí Eirikur varð lagdur undir
skurð aftur mitt um náttina.
Men tað spældi so væl av til
síðst, sigur Laila Reynheim.
Eirikur
verður
sendur
heim aftur á klettarnar,
hesaferð í teirru vón, at
hann nú hevur vunnið á
krabbanum. Tað skuldi tó
vísa seg at bert vera fyribils.
Magasárið sum
var krabbi
Í februar í 2012 var aftur galið
hjá Eiriki. Hann hevur pínu í
maganum og valdi at fara til
kommunulækna.
– Hann segði, tað ivaleyst
var magasár, og Eirikur fekk
fleiri ymisk sløg av heilivági
móti tí. Men tað riggaði ikki,
sigur Laila Reynheim.
Hann valdi tí at fara út
á
Landssjúkrahúsið
og
spyrja læknarnar har,
um teir kundu siga frá
pínuni.
– Vit vóru bæði
kallað inn og fingu
at vita, at tað var
krabbamein.
Eg
skilti
tað
sum
tað var uttan
fyri magan, og
hann
skilti
tað, sum tað
var innan
fyri. Eg haldi ikki nakar
okkara reiðiliga fingu við,
hvat varð sagt, sigur Laila
Reynheim.
Tey vórðu aftur send til
Danmarkar – hesaferð við
boðunum, at støðan var
álvarsom.
– Vit bæði hildu, at tey
bara skuldi taka okkurt
burtur. Vit eru bæði rund í
tí, so vit tola væl, at onkur
tekur
magasekkin,
sigur
Laila Reynheim og minnist
flennandi aftur á, hvussu
hon og maðurin plagdu at
skemta.
Men soleiðis var ikki.
Eirikur
skuldi
ongantíð
aftur gerast frískur fyri
krabbamein.
Dóttirin fermast
Í mars 2012 skuldi yngsta
dóttirin
hjá
Lailu
og
Eiriki fermast, og serstak
liga hjá henni var hart, at
pápin og mamman vóru í
sjúkuørindum í Keypmanna
havn.
Tá
fermingin
var
á
skránni
høvdu
Laila
og
Eirikur verið í Danmark í ein
mánað.
– Vit komu heim til ferm
ingina, og alt var orðnað fyri
okkum. Eg verið rørd av at
hugsa um alt tað, sum okkara
familjur gjørdu fyri okkum
tann dagin, og yvirhøvur
í sjúkraleguni, sigur Laila
Reynheim.
Eirikur versnaði, og bert
eitt lítið ár eftir doyði hann. Í
2012 hildu familjan Reynheim
síni seinastu jól saman, og
tað var stak hugnaligt. Men á
nýggjárinum bað Eirik um at
sleppa á Landssjúkrahúsið.
– Eg vænti hann hevur
hugsað, at hann vildi ikki
órógva okkara nýggjár. Hann
orkaði ikki altíð at hava
fólk rundan um seg, men
tað plagdu vit ofta at hava
á nýggjárinum, sigur Laila
Reynheim.
At síggja til var Eirikur
væl fyri seinastu mánaðirnar
í lívi sínum. Laila Reynheim
og familja hennara vilja
vera við, at í endanum sært
Maðurin doyði frá konu og fimm døtrum