mánadagur 22. februar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
VERA EINSAMØLL
tú tann stóra lívsviljan,
sum fólk hava, og tí sleppur
sjúkan
ikki
at
skína
ígjøgnum.
Men
syrgiligi
sannleikin 16. januar í 2013
kom ikki óvart á.
– Hann doyði bara 16
dagar aftan á nýggjárið,
sigur Laila Reynheim, og
minnist aftur á síðstu tíðina.
– Til síðst sá man væl,
hvussu sjúkur hann var.
Hann var nógv broyttur,
sigur Laila Reynheim.
Hjálpin eigur lívið í
familjuni Reynheim
– Eg veit ikki, hvussu vit
høvdu klárað tað uttan alla
hesa hjálpina, sigur Laila
Reynheim og sipar til alt frá
læknum til nærfamilju til
Krabbameinsfelagið.
Tá Eirikur gjørdist sjúkur
fyrstu ferð, ynskti hann at
halda tað loyniligt, tí best var
ikki at leypa fjáltur á. Men
hetta ávirkaði Lailu nógv.
–
Eg
vendi
mær
til
Krabbameinsfelagið, og tann
hjálpin vit hava fingið har, er
orsøkin til, at vit í dag kunnu
siga, at seinasta tíðin hjá
Eiriki var ein góð og fjálg tíð,
sigur Laila Reynheim.
Tá deyðilig sjúka rakar er
trupult at vita, hvussu ein
skal fara fram. Skalt tú tosa
opið um tað, fjala tað, lata
sum um tað ikki er har?
–
Krabbameinsfelagið
lærdi okkum at tosa opið um
tað, sum fór fram. Tí dugdu
vit eisini betur at vera har
fyri
hvønn
annan
sum
familja, tá ið á stóð. Og ikki
minst aftaná hann doyði,
sigur Laila Reynheim.
Familjan hjá Lailu og
Eiriki var eisini ótrúlig í
sjúkraleguni, og uttan tey
hevði einki borið til.
– Familjan hjá mær og
Eiriki stóð saman um okkum,
og hjálpti okkum so nógv,
at tað kann ikki lýsast við
orðum, sigur Laila Reynheim.
Deyði og
milliónavinning
2013 var eitt hendingaríkt
ár fyri Reynheim familjuna.
Í januar doyði Eirikur, og
seinni sama ár vann 17
ára gamla dóttir Eirik og
Lailu eina heila millión í
Gekkinum.
– Vit vóru í Sørvági og
spældu gekk, minnist Laila
glað aftur á.
Gentan slapp at brúka
pengarnar til tað, sum henni
ynskti.
Eina
teldu,
eina
fartelefon og okkurt annað.
Seinni sama ár doyði
fastur
Lailu,
og
Laila
arvaði
lítlu
húsini
við
Marknagilsvegin í Havn.
– Húsini vóru í ringum
standi, men vit vóru allar
so góð við tey, at vit valdu
at brúka pengarnar uppá
at umvæla húsini og fluttu
síðani inn har, sigur Laila
Reynheim.
Komandi
vikuskifti
verður
Grannakaffi
á
skránni. Tað er eitt tiltak hjá
Krabbameinsfelagnum,
og
hetta er annað árið á rað, at
Laila letur sínar dyr upp.
– Eg eri so takksom
fyri
hjálpina
frá
Krabbameinsfelagnum, at eg
vil fegin stuðla um eg kann,
sigur hon.
Lítlu húsini hjá fastrini
eru hesaferð karmur um
Grannakaffi, sum Laila og
døturnar hjá Eiriki skipa fyri.
barbara@sosialurin.fo
Grannakaffi
Um Grannakaffi skrivar
Krabbameinsfelagið:
Hóast tað til tíðir kann tykjast
torført at fáa greiði á, hvussu ein
best kann veita hjálp, so er einfalda
loysnin at hjálpa teimum, sum
longu hjálpa.
Tí hevur Krabbameinsfelagið
tikið stig til tiltakið Grannakaffi.
Tiltakið er ein liður í støðuga
arbeiðnum hjá felagnum, men
hevur sín uppruna í spurninginum
“hvat kann eg gera fyri at hjálpa?”
og tekur støði í tí, sum vit
føroyingar frammanundan duga
serliga væl; at stákast og skipa fyri
hugnaløtum.
Grannakaffi verður
vikuskiftið 5. og 6. mars
2016 og hevur tveir
hjálparmøguleikar:
Vertirnir til Grannakaffi bjóða
grannum, vinum ella øðrum á
gátt til ein drekkamunn, eitt prát,
eina uppliving ella okkurt heilt
annað. Tað verður latið upp til
hvønn einstaka vertin at seta
sín dám á tiltakið so leingi tað
ikki stríður móti virðunum hjá
Krabbameinsfelagnum.
Gestirnir
fara
á
gátt
hjá
einum granna, vini, bindiklubba,
skúlaflokki ella undirhúsi og rinda
fyri drekkamunnin ella tað, sum
verturin velur at uppvarta við.
Gesturin rindar eftir førimuni, í
trúnaði og hvør króna ger mun.
Tey, ið hava hug at gerast vertir
fáa nærri kunning um, hvussu
ein ber seg at við at venda sær til
Krabbameinsfelagið ella nema sær
kunning á www.krabbamein.fo og á
facebook.com/grannakaffi
Cafékvøld Berin
Hóskvøldið 25. feb. kl.18:30-20:30
í Perluni
Til tín, ið hevur mist ein av tínum kæru og
til tín, ið hevur ein vin, ið hevur mist.
Kvøldið er skipað av ungum sjálvbodnum
og ætlað ungum í aldrinum
uml. 16 til 28 ár.
Elisabet Maria og Elinborg eru tættar
systrar og hava mist pápan fyri 5 árum
síðani. Tær fara at siga frá, um hvussu lívið
broyttist. Nøkur evnir sum tær ætla
at koma inn á eru m.a.: øll syrgja ymiskt,
at hjálpa hvør øðrum, ábyrgd og ótti.
Eisini fer Elinborg at framføra tónleik
og Elisabet Maria at framsýna nøkur
av sínum listaverkum.
Aftaná kunna tey, ið hava hug, seta
spurningar ella deila av egnum royndum.
Tíð er eisini sett av til hugnaprát við
onkrum góðum afturvið.
Kvøldið er ókeypis og tú er vælkomin at
taka ein vin við tær.
Tilmelding í seinasta lagi 23. feb.
á tlf. 222993 ella skriva til info@berin.fo
ella til Beran á FB.