Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BØNDUR POLITIKKARAR SPÆLA VIÐ OKKUM Politikkarar vildu fyri 10 árum síðan hava bøndur at lúka strong eflitskrøv. Bøndurnir tóku tað í álvara og gjørdu stórar íløgur í umstøðurnar hjá sær. Nú vil Poul Michelsen taka krøvini aftur. Óumhugsið, óheppið og klossut, sigur Útoyggjafelagið Birgith Lassen Stendur tað til Poul Michelsen skulu bøndur kunna selja lambs- og neyta­ kjøt í handlunum, uttan at myndug­leikarnir skulu hava eftirlit við reinføri og um­ støður annars. Hann vil lata tað vera upp til keyparan at hava álit á bøndurnar. Men tað er í andsøgn til tað, politikkarar hava eggjað bøndunum til seinastu árini. Fyri nøkrum árum síðan fingu føroysku bøndurnir nevn­iliga at vita, at krøvini skjótt fóru at verða herd. Um bøndurnir vildu hava møgu­leika at selja kjøt til handlar og matstovur, máttu teir syrgja fyri at fáa hjallin og umstøðurnar annars góðkendar. Bønd­ir­ nir mótmæltu, og Útoyggja­ felagið mótmælti, men polit­iski myndugleikin var av­gjørd­ur: Góðkenning skuldi koma í hús, skuldi søla fara fram í handlum og mat­ stov­um. Útoyggjafelagið fór tí at mæla til, at allar oyggjar í Føroyum skuldu fyrireika seg upp á hetta krav. Bóndin í Stóra Dímun fór beinavegin undir at fyrireika seg. – Vit angra tað ikki, men vit eru rættiliga beisk av, at vit hava lagt so nógva orku í at lúka einum kravi, sum bara verður slept, sigur, sigur Eva í Dímun, sum seinastu ár­ini hevur arbeitt fyri at fáa góðkendar umstøður. Tvey onnur sláturvirki hava eis­ini fingið góðkenning. Tað eru Krás í Hósvík og Símun Gullaksen í Hattarvík. Klossut, óheppið og óumhugsið Eisini Útoyggjafelagið tekur móti uppskotinum við bland­aðum kenslum. – Vit eru nøgd við upp­ skotið, tí vit hava altíð verið ímóti strangum eftirliti. Men vit halda, at tað er at spæla at eitt sindur við bøndurnar, sum jú hava lagt ótrúliga nógva orku í hetta, sigur Olga Biskupstø, forkvinna í Útoyggjafelagnum, sum um­ boðar bøndurnar í hoyringini av hesum uppskotinum. – Eg haldi, at hetta er klossut, óheppið og óum­ hugsið politiskt arbeiði, legg­ur Olga Biskupstø aftur­ at. Hon vil mæla politikkar­ unum til at lurta eftir fak­ fólk­um í tí landinum tey lóg­geva, heldur enn at lurta eftir strangum ES-krøvum, sum sambært henni eru yvir­dimensio­neraði í mun til føroysk viðuskifti. Poul Michelsen, lands­ týris­maður í uttanríkis- og vinnu­málum, sum varðar av hes­um økinum, heldur ikki, at bøndur­nir skulu gráta um spilta mjólk. – Eg eri sjálvandi kedd­ur av, at tey kenna seg vón­brot­ in. Men so má eg eisini siga, at tey eiga at vera glað um at hava fingið góðkenning, tí nú hava tey ein greiðan kapp­ingar­fyrimun í mun til bøndur, ið Heilsufrøðiliga Starvs­stovan ikki hevur góð­ kent, sigur Poul Michelsen. Bøndurnir ivast tó í, um teir veruliga hava fyrimun. – Eg má hækka prísin á mín­um kjøti, so eg veit ikki, um eg havi ein fyrimun í mun til aðrar bøndur, ið kunnu selja kjøtið nógv bíligari, sig­ ur Símun Gullaksen, sum held­ur at føroyskt kjøt er alt ov bíligt í mun til, hvussu stórt arbeiði liggur í tí. Poul Michelsen sigur, at hann ikki kann taka ábyrgd­ ina av arbeiðnum hjá einum fyrr­verandi lands­týris­ manni. – Stóð tað til mín, dropp­ aðu vit hesi krøvini av fyrst­ ani tíð, men nú má eg bara bøta um, har eg haldi tað er neyð­ugt, sigur hann at enda. birgith@sosialurin.fo Stóra Dímun