mánadagur 22. februar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
Áki Bertholdsen
- Tá ið viðkvæmir og álvar
samir spurningar eru fram
mi í Føroyum, er kjakið ofta
ósømiligt og óvirðiligt.
Tað staðfestir Sirið Sten
berg, landsstýriskvinna.
- Ofta endar tað við, at vit
ganga bara og rópa í høvdið
á hvørjum øðrum, tí vit eru
ósamd leggur hon afturat.
Men hetta ætlar hon at
gera nakað við, tí hon heldur,
at tað er neyðugt at lyfta
kjakið upp á eitt hægri stig.
Á ólavsøku fer hon tískil
at leggja uppskot fyri Løg
tingið um at stovna eitt et
iskt ráð í Føroyum.
Hon sigur, at endamálið
við einum etiskum ráði, skal
vera at birta uppundir kjak,
at styrkja kjak og at kunna
um etiskar spurningar á
heilsu-, náttúru- og um
hvørvisøkinum.
Harumframt er eitt enda
mál við ráðnum at gera al
mennar myndugleikar, og
føroyingar sum heild, betur
førar fyri at taka støðu í
etiskum spurningum.
- Ráðið skal vera við til at
byggja upp almenna vitan og
førleikar um etiskar spurn
ingar í Føroyum, sigur Sirið
Stenberg.
Etiska ráðið skal vera
púra óheft, og tá ið tað við
gerð eitt mál, skal dentur
leggjast á virðingina fyri
menninskjum, bæði núliv
andi, og komandi ætttarlið
um, og virðingina fyri náttúr
uni og umhvørvinum.
- Ráðið skal vera óheft og
sostatt skal tað sjálvt taka
avgerð um, hvørji mál, tað
tekur upp. Men ráðið kann
eisini taka mál upp, sum
borgarar gera vart við.
- Harumframt er ætlanin,
at Etiska ráðið skal skipa fyri
ráðstevnum, evnisdøgum og
kjakfundum fyri at varpa
ljós á etiskar spurningar.
Eitt nú kann ráðið kunna um
etiskar spurningar við før
oyskum áhuga, sum okkara
grannalond hava viðgjørt.
Sirið Stenberg sigur, at
ein sjálvsagt mál hjá einum
etiskum ráði í Føroyum at
umrøtt, er spurningurin um
eftirgjørdan
gitnað,
sum
Sirið Stenberg umhugsar at
leggja fyri Løgtingið, og sum
vit umrøddi í Sosialinum í
farnu viku.
Onnur mál, eitt etiskt ráð
kann taka upp, eru gransk
ingarætlanir í sambandi við
nøringartøkni,
fosturdiag
nostikk, ella um brúk av
gitnum menniskjaeggum og
fostrum.
Men annars kann eitt
etiskt ráð eisini taka støðu
til almennar og prinsipiellar
etiskar spurningar, eitt nú í
samband við ílegugransking,
fyri at nevna eitt annað
mál, sum hevur verið nógv
umrøtt í Føroyum í seinast
uni.
Aðrir etiskir spurningar,
talan kann vera um at við
gera, eru rættindi hjá sjúkl
ingum, viðurskifti ímillum
lækna og sjúkling, etiskir
spurningar í sambandi við
viðgerð av og umsorgan fyri
doyggjandi, etiskir spurn
ingar um, nær lívið byrjar, og
eisini spurningar um at býta
tilfeingið á heilsuøkinum
rættvíst.
- Í dag kunnu vit manipul
era við øllum livandi og nýgg
ir etiskir spurningar, sum
hava tikið seg upp, snúgva
seg serliga um tøkni, sum
hevur veðurlagsbroytingar,
og ovurnýtslu av tilfeingi
við sær.
Sjey limir
Sirið Stenberg sigur, at tað,
sum liggur í kortunum er, at
tað verða sjey limir í einum
føroyskum, etiskum ráði, og
at teir verða valdir í fýra ár
ísenn.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum skal velja for
mannin í ráðnum, umframt
tveir limir, sum skulu vera
heilsustarvsfólk,
og
har
annar skal vera lækni. Lands
stýrismaðurin í heilsumálum
skal eisini velja ein lim í ráðið,
sum skal umboða sjúklingar
og fólk, ið bera brek.
Annars skulu landsstýris
maðurin í vinnumálum og
í
umhvørvismálum,
velja
hvør sín lim, og at enda
skal landsstýrismaðurin í
kirkjumálum, velja ein lim,
men tað skal vera eftir til
mæli frá bispi.
- Tey, ið verða vald í ráðið,
skulu hava innlit í etisk,
mentanarlig,
samfelagslig
og faklig viðurskifti. Lim
ir í kommunustýrim, og í
Løgtinginum, kunnu ikki
veljast í ráðið, og annars
verður tað landsstýrismað
urin í heilsumálum, sum
skal tryggja, at bæði fakfólk
og leikfólk eru umboðað í
ráðnum, og at kynsbýtið
í ráðnum er nøkunlunda
javnt.
Nú Sirið Stenberg ætlar
at stovna eitt etiskt ráð,
er tað ikki fyrstu ferð, at
hetta verður roynt í Før
oyum.
Eisini í undanfarnu
samgongu, varð nevniliga
arbeitt fyri at stovna eitt
etiskt ráð.
Í tí sambandi legði
Karsten Hansen, sum tá
var landsstýrismaður í
heilsumálum,
uppskot
fyri Løgtingið um at stov
na eitt etiskt ráð.
Men hann hevði ikki
undirtøku í samgonguni
fyri hesum og tískil kom
uppskotið ongantíð til
viðgerar.
Tíansheldur
mátti Karsten Hansen
taka tað aftur, eftir at tað
hevði ligið súltað í Løg
tinginum í ein mánað.
Ofta standa vit
bara og rópa eftir
hvørjum øðrum
ÓSØMILIGT Ofta er kjakið ikki serliga sømiligt, tá ið
viðkvæmir spurningar eru til viðgerar, heldur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna. Og tað ætlar hon at hjálpa uppá
Karsten
mátti
sleppa
ætlanini
Tað er neyðugt
at lyfta kjakið upp
á eitt hægri stig
Mangla kjak
- Vit mangla væl skikkað,
og væl grundað kjak
um nógv álvarsmál,
heldur Sirið Stenberg,
landssýriskvinna, og tí fer
hon at leggja uppskot fyri
Løgtingið um at stovna
eitt etiskt ráð í Føroyum