mánadagur 22. februar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SJÚKRAHÚSVERKIÐ
FULLA
MANNING
Á SKURÐ-
GONGINA
Fulla manning á skurðgongina so skjótt hetta ber til. Føroyska sjúkrahúsverkið er alt
ov lítið effektivt – og nógv kann gerast fyri at bøta um hesi viðurskiftini
Árni Gregersen
Effektiviteturin í føroyska
sjúkrahúsverkinum er alt ov
lítil.
Tað heldur Læknafelag
Føroya – ikki bert sum felag,
men limirnir siga tað sama,
eftir at tey hava verið savnað
og viðgjørt spurningin.
Ein stór nevnd er sett
at viðgera eina menningar
ætlan fyri heilsuverkið. Eftir
tí, sum Læknafelag Føroya
heldur, so hevur nevndin ov
mikið at gera í teir fáu mán
aðirnar hon skal virka.
Nevndin skal longu 15.
mai lata sítt álit til lands
stýriskvinnuna í heilsumál
um.
Læknafelag Føroya hevur
Pál Weihe, serlækna, sum
formann. Hann hevur fingið
felagið og limir tess at arbeitt
av álvara við spurninginum
um, hvussu vit fáa eitt
heilsuverk í Føroyum, sum
gevur sjúklingunum bæði
dygd í viðgerð og samstundis
trygd.
Læknafelagið
segði
í
heyst, at neyðugt er við eini
hálvhundrað læknum aftur
at, um føroyska heilsuverkið
skal veita somu tænastur,
sum heilsuverkini í granna
londum okkara gera.
Tølini virka ógvuslig og
í politisku skipanini eru tað
nógv sum øtast yvir hetta
krav, tí tey vita samstundis,
at fyri hvønn lækna ella ser
lækna skulu fleiri fólk setast
afturat, so serøkini, læknar
nir skulu taka sær av, verða
røkt til fulnar.
Skurðgongdin
Ein trupulleiki, sum lækn
arnir venda aftur til, tá ið
tey hyggja at, hvussu viður
skiftini í heilsuverkinum
kunnu gerast betri, er, at
skurðgongin á Landssjúkra
húsinum als ikki er nóg
effektiv.
Tað er soleiðis, at ser
læknar sleppa ikki at operera
meira enn ein dag um vikuna,
og hetta er alt ov lítið, siga
læknarnir.
Skal ein lækni halda sínar
førleikar viðlíka og fáa nóg
mikið av royndum, so er
neyðgt, at hann sleppur at
operera tríggjar dagar um
vikuna.
Fyri at hetta kann lata seg
gera, so er neyðugt, at full
manning er á skurðgngini
alla tíðina – og tað er tað ikki
í løtuni, siga læknarnir.
Í
Læknafelagnum
er
stórur meirluti fyri, at alt
sum hevur við skurðvið
gerðir at gera og allar kann
ingar, sum krevja nýggja
tøkni, eiga at vera á Lans
sjúkrahúsinum,
men
tey
mæla tó ikki til at lata tey
bæði smærru sjúkrahúsini
aftur, men heldur til, at tey
verða brúkt til aðrar upp
gávur í heilsuverkinum.
Læknarnir
halda
ikki,
at neyðugt er við vaktar
skpaðum deildum, annað
enn móttøku á sjúkrahús
inum. Tey halda, at bráðmót
tøka eigur at vera á Suður
oyar Sjúkrahúsi, men at í
Klaskvík er ikki neyðugt við
øðrum enn einari kommunu
læknaskipan, sum so kann
avlasta læknvaktina í Havn.
Trygd og eftirlit
Bæði formaðurin í Lækna
felagnum, Pál Weihe, og
fleiri limir í Læknafelagnum
finnast at, at so at siga ongi
krøv og onki eftirlit er við,
hvar sjúklingar verða skornir
og hvar teir kunnu vakna
uppaftur.
Pál Weihe nevnir, at sum
reglurnar eru nú, so ber væl
til at viðgera fólk og operera
tey í einari garasju og leggja
tey til at rakna við aftur í ein
um hjalli.
– Onki eftirlit er við hes
um, og tað hevði borið til at
vakna viðaftur í hjallinum
oman á grindatunnuni og so
reypa av, hvussu góð ventila
tiónin er í hjallinum, sigur
Pál Weihe.
Hann leggur aftutrat, at
hetta sjálvandi ikki var so,
um talan var um matvørur
ella djór, men tá ið tað eru
sjúklingar tað snýr seg um,
so eru ongar reglur og onki
eftirlit.
Læknarnir eru umboðaðir
í tí stóru nevnd, sum lands
stýriskvinnnan hevur sett at
gera eina menningarætlan
fyri heilsuverkið og sum skal
lata henni álit hálvan mai.
arnig@sosialurin.fo
Pál Weihe er formaður í Læknafelagnum og situr eisini í stóru
nevndini, sum skal gera mennignarætlan fyri heilsuverkið.