mánadagur 22. februar 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
SJÚKRAHÚSVERKIÐ
Árni Gregersen
Uttan mun til um føroyskir
myndugleikar
velja,
at
Føroyar skulu hava eitt
nútímans heilsuverk við
neyðugum
førleikum
–
ella valt verður at lata før
oyska heilsuverkið verða
ein partur av einum størri
heilsuverki í einum av okk
ara grannalondum, so fer
tað at kosta nógvan pen
ing og krevja nógv fólk við
ymiskum førleikum.
Ein stór nevnd, sum
landssstýriskvinnan
við
heilsumálum, Sirið Sten
berg hevur sett, skal gera
eina menningarætlan fyri
føroyska sjúkrahúsverkið.
Fyri at kunna gera eina
slíka menningarætlan, so
er eisini neyðugt at taka
støðu til, hvussu stórt
og vælvirkandi føroyska
heilsuverkið skal vera.
Ein av hornasteinunum
í menningararbeiðnum er,
at vit framvegis skulu hava
trý sjúkrahús í landinum.
Landsjúkrahúsið
skal
framvegis
vera
megin
sjúkrahúsið, men í arbeiðs
setninginum
hjá
stóru
nevndini stendur, at vit
eisini skulu hava sjúkrahús
í Klaksvík og á Tvøroyri.
Tað vil siga, at nevnd
in sleppur undan at taka
støðu til um øll sjúkrahús
ini eru partar av heilsu
verkinum í framtíðini.
Tey skulu heldur mæla
til, hvat tey smærru sjúkra
húsini skulu brúkast til.
50 læknar afturat
Læknafelag Føroya er um
boðað í nevndini, sum skal
lata álit frá sær hálvan mai.
Felagið hevur áðrenn
nevndin var sett innan
hýsis arbeitt við spurning
inum um, hvussu læknar í
Føroyum síggja menning
ina í heilsuverkinum.
Læknafelagið og limir
tess vísa á, at í grannalond
um okkara verður lækna
vísindin
miðsavnað,
so
sum mest fæst burturúr tí
vitan og teimum førleikum,
sum læknarnir hava.
Felagið heldur, at okk
um tørvar einar hálv
hundrað læknar afturat í
Føroyum og at heilsuverk
inum tørvar einar 350
milljónir afturat fyri at
koma á støðið, sum er í
grannalondum okkara.
Í Føroyum er tað ikki
ein meginregla at mið
savna.
Viðhvørt
verða
summar kanningar og við
gerðir tiknar heim, men
oftast er hetta mest fyri at
sleppa undan at gjalda fyri,
at hetta verður gjørt aðra
staðni.
– Tað verður kallað
heimtøkur av kanning og
viðgerð og vit vita væl,
at sæð frá einum lækna
frøðiligum
sjónarmiði,
so hevði tað ofta verið
betri, at funktiónin lá í
eini størri sjúkrahúdeild
uttanlands. Hinvegin fær
sjúkrahúsdeildin hækkað
játtanina um heimtøka
fer fram. So her gongur
væl ofta peningur framum
sjúklingin,
segði
Jákup
Petersen í einum skrivi til
ein læknafund.
Í
skrivininum
finst
Jákup Petersen, yvirlækni,
eisini at, at so at siga onki
eftirlit er við, hvat hendir í
heilsuverkinum.
Tað finst í dag ongin
myndugleiki, sum hevr
eyguni við, hvussu arbeitt
verður og um dygdin er í
lagi.
– Sostatt er sjúklinga
trygd í Føroyum ikki eksi
sterandi. Spurningurin er,
um vit sum læknar kunnu
liva við hesum. Svarið er
sjálvandi nei, skrivar Jákup
Petersen.
Ongin støða
Yvirlæknin hevði nøkur
hvøss orð móti politikar
unum, sum hann heldur
ikki duga ella vilja taka
støðu.
Hann vísir á eina ætlan
um, at nú skuldi sleppast
undan dupultfunksjónum.
Til dømis skuldi ortopædi
ikki bæði vera í Havn og í
Klaksvík.
Tað skuldi landsstýris
maðurin syrgja fyri.
Tá ið málið var av
greitt, var niðurstøðan,
at vit skuldu hava ser
viðgerðinga bæði í Havn
og Klaksvík, men eisini á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Og fyri stuttum var
tað sama við urologi. Tað
endaði eisini við, at hend
an viðgerðin skal vera eitt
sindur á hvørjum av teim
um
trimum
sjúkrahús
unum.
– Tað er alneyðugt, at
vit fáa óheftan heilsu
frøðiligan
mynduleika
inn ímillum politikarar
og
starvsfólk/sjúkrahús,
sum eftir kanning, eftirliti,
góðkenning og við álítandi
hagtølum, kann koma við
tilmælum, sum partarnir
hava lættari við at taka
undir við og sum gevur
sjúklingunum
ta
trygd
og dygd, teir hava rætt til,
segði Jákup Petersen.
arnig@sosialurin.fo
Tað krevur nógvar læknar afturat við
ymiskum førleikum, skulu vit hava eitt trygt
heilsuverk, sum veitr sjúklingunum trygd
Heilsuverkið má
mennast – uttan
mun til hvat vit velja
Jákup Petersen, yvirløkni,
hevur hvassar atfinningar
móti viðurskiftunum,
sum eru í dag.
Longu
hálvan
mai,
skal
nevndin, sum landsstýris
kvinnan við heilsumálum,
Sirið Stenberg, hevur sett,
koma við tilmælum til lands
stýriskvinnuna.
Í
veruleikanum
skal
nevndin mæla til, hvussu vit
menna okkara heilsuverk
komandi árini.
Men
boðskapurin
frá
landsstýriskvinnuni umfatar
í veruleikanum eisini, um vit
framhaldandi skulu hava eitt
heilsuverk, sum kann veita
tænastur á sama støði sum í
grannalondum okkara – um
enn ikki allar tænastur verða
veittar í Føroyum.
Nevndin
hevur
fingið
tríggjar stórar spurningar at
svara uppá:
– At gera tilmæli um
hvørjar grundleggjandi við
gerðir/tænastur skulu vera
í føroyska sjúkrahúsverk
inum. Í hesum sambandi
skal eisini gerast tilmæli um
hvørjar viðgerðir/tænastur
skulu
verða
á
hvørjum
sjúkrahúsi, og hvussu hesar
skulu samskipast millum
sjúkrahúsini.
– At gera eina ætlan fyri,
hvussu læknar og onnur
heilsustarvsfólk
kunnu
útvegast og mennast til
føroyska sjúkrahúsverkið.
– At gera meting av
fíggjarliga
tørvinum
fyri
alt
sjúkrahúsverkið,
sum
gevur neyðugt rásarúm til
at veita heilsutænastur á
fremsta støði, og neyðugu
starvsorkuna til tess. Eisini
skal bólkurin koma við boði
uppá, hvørji amboð kunnu
nýtast til at handfara økta
fíggjartørvin, sum verður í
sjúkrahúsverkinum í fram
tíðini.
Nógvir læknar
Nevndin, sum skal taka sær
av hesum arbeiði, er mannað
við umboðum fyri nógvar
bólkar í heilsuverkinum og
fyri starvsfólk á øllum trim
um sjúkrahúsunum.
Læknar manna á leið ein
triðing av nevndini.
Tað eru ikki allir læknar
hava somu sjónarmið, men
hyggur ein eftir einari frá
greiðing frá Læknafelagnum,
so er ein ávís semja um, at
verður sama leið gingin, so
sakkar føroyska heilsuverkið
afturút í mun til heilsuverk
ini í grannalondunum.
Læknarnir gera vart við,
at verður heilsuverkið ikki
ment av álvara, so er vandin
fyri, at vit ikki fáa nóg mikið
av læknum og øðrum starvs
fólki hendan vegin.
Læknafelagið mælir til,
at vit fáa uppraðfest heilsu
verkið, so tað í framtíðini
fer at draga yngri læknar
hendanvegin at arbeiða.
Tørvurin
er
stórur
á
serlæknum, so kanska kann
avtala gerast við okkurt
meginsjúkrahús um, at hesir
læknar koma hendanvegin
undir útbúgving sum ser
læknar.
Eisini mælir onkur til eina
loysn, har serlæknar hvørt
ár ella annaðhvørt ár í longri
tíðarskeið sleppa at arbeiða
við serlæknum innan teirra
egna økið í eina tíð.
Hetta fyri at tryggja, at
fakligu førleikarnir mennast.
arnig@sosialurin.fo
Ein skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal lata
álit til landsstýriskvinnuna hálvan mai, hevur
ovmikið at seta seg inn í og taka støðu til
Risastór uppgáva at loysa
Fyri at læknar skulu tíma at arbeiða í Færoyum og fyri at arbeiðið skal
vera meira effektivt, so er neyðugt at skurðgongin altíð er mannað.