Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fundurin í Tofta skúla byrj­ aði við, at Alfred Olsen, fyrr­ verandi løgtingsmaður og kommunuskrivari gjøgn­um mong ár, bjóðaði væl­kom­in, og síðani sang Undir­hús­kór­ ið á Toftum nakrar sangir. Jóhannus Danielsen, borg­ar­stjóri í Nes kommu­ nu, hug­leiddi stutt um sjó­ veg­is far­leiðina millum Toft­ir og Havnina, um hvus­su henda farleið helt upp­at, og í stuttum lýsti hann eisini til­gongd­ina við fyri­reik­ing­unum av Skála­ fjarð­ar­tunnli­num, sum ein arbeiðs­bólkur, mann­að­ur við tofta­mon­n­um, byrj­aði á heys­ti í 2002. Eftir borgarstjóran, fekk stjórin í tunnilsfelagnum, P/F Eystur- og Sand­oy­ar­ tunl­ar, Teitur Samuelsen, orð­ið. Teitur Samuelsen greid­di frá, hvussu eitt nú fyri­reik­ ing­arnar gan­ga, og hann greiddi frá linju­før­ing­un­um, kjarnu­boringum, for­kann­ ing­unum, fígg­ingar­møgu­ leik­um og øðrum í hesum sam­bandi. Nes kommuna veit at siga, at fleiri nýttu høvi at seta spurningar, og serliga var áhugi fyri Eystur­oy­ar­ tunnili­num og um, hvussu ar­beið­ið fer at verða lagt til rætt­is á Skálafjørðinum. Teitur Samuelsen segði, at arbeiði við at gera at­ komu­vegirnar Streym­oy­ ar­meg­in á Hvítanesi og Eystur­oyar­megin á Strond­ um byrja fyrsta dagin, og tað verða føroyskir entre­ pren­ørar, sum skulu gera at­komu­veg­irnar. - Atkomuvegirnir skulu verða lidnir 31. august í ár, tá klárt skal verða at byrja boringina av Eysturoyartunlinum. Vænt­ andi verður arbeitt við tveim­um boriholdum, og byrjað verður samstundis at bora á Strondum og Hvíta­ nesi. Teitur Samuelsen segði, at arbeiðið við tunnils­ munna­num, sum verður í Salt­nesi, fer at byrja seinni. - Eftir ætlan verður bor­að av Strondum til rund­koyr­ ingina, og síðan verður bor­ að og sprongt skiftivís móti Saltnesi og Hvítanesi. Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at eft­ir ætlan verður Eystur­ oya­tunnilin liðugur í 2019. - Byrjað verður upp á Sand­oyar­tunnilin seinast í 2018, og eftir ætlanin er Sand­oyartunnlin liðugur í 2021. Í løtuni verður pro­jek­t­ erað og arbeitt við út­bjóð­ ingar­tilfari við­víkjandi bori­arbeiðnum við báðum tunnlu­num, og hetta ar­beið­ ið verður ætlandi liðugt tíð­ liga í summar. - Eftir fundin varð bjóð­ að til ein drekkamunn, og fundarluttakararnir steðg­ aðu á fyri at skifta orð um tunnilsætlanina, sum tosað hev­ur verið um síðani fyrst í hesi øldini og sum nú sær út til at gerast veruleiki, leggur Nes kommuna aftrat. Eini 130 fólk valdu held­ur at hoyra um tunnils­ætlan­ inar hetta fríggjakvøld enn at sita heima og spæla Gekk. Fríggjakvøldið var kunningarfundur í Tofta skúla um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Tað helt ikki fólki aftur at koma á fundin, hóast meira enn ein miljón var at vinna í Gekkinum hetta kvøldið Tunnil heldur enn Gekk Tróndur J. Kragesteen hevur vart Msc-ritgerð við DTU, har hann hevur gjørt eitt fyrsta útkast til ein sporingsmyndil, ið roknar sambandið millum aliøkini í Føroyum. Á viðheftu mynd stendur Tróndur næst uttastur vinstrumegin. Línuskip í føroyskum sjógvi Vilmund Jacobsen - Flestu línuskip eru til fiskiskap. Øll eru und­ir Føroyum, men fiski­skap­ urin er ikki nakað serligur í løtuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og bros­ mu. Tað vita tey á Fiska­ mark­naði Føroya at siga. - Eitt línuskip landar í dag, og fleiri koma inn at landa seinni í vikuni. Onkur línubátur er nýliga byrjaður túr og kemur tí neyvan inn aftur hesa viku­ na. Um útlitini til útróður hesa vikuna, vita tey á Fiska­mark­naði Føroya at siga, at streymurin verður hampi­ligur, men veðrið verð­ur heldur ivasamt. Tí er eisini ivasamt, um nak­ar útróður verður, men møgu­liga seint í vikuni kann onkur dagur fara at royn­ast. - Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu, verð­ ur lagt aftrat. Sunnudagin 28. februar verður barnamentan á skránni í Norður­ landa­húsinum, har fram­førslan byggir á søgnina um Sednu, havsins gudindu. Torbjørn og Heðin Vilmund Jacobsen Stýrið í Kommunufelagnum hevur valt nýggjan næstformann, og nýggjur næstformaður í felagnum er Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Frammanundan var Magnus Rasmussen næstformaður í felagnum, men tá hann legði borgarstjórastarvið frá sær til fyrimuns fyri løgtingssessin, legði hann eisini frá sær sum næstformaður í Kommunufelagnum. Næstformaðurin umboðar saman við formanninum í felagnum, Heðini Mortensen, dagligu politisku leiðsluna í Kommunufelagnum. Fiskiskapurin hjá línuskipunum roynist einki serligur í løtuni Teitur Samuelsen greiddi frá um stóru tunnilsætlaninar