Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 Leygardagin helt mamma navnframa, Ova Joensen - Olevina Joensen - sín 95 ára føðingardag. Dagurin varð hildin heima hjá dóttrini og versoninum, Kirstin og Søreni, sum er maðurin á myndini Vilmund Jacobsen - Vit hava nógv at gleðast um í kommununi. Tað sigur Heðin Zacharia­ sen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum kann stað­ festa, at ongantíð áður hava so nógv fólk búð í kom­munu­ ni. Fólkatalið setti met við ársenda í 2015, tá íbúgvara­ talið fór beint yvir 1700. Í mun til ársenda árið fyri, var talan eftir einum ári um ein vøkstur á 45 fólk. - Vit eru í einari góðari og positi­vari gongd við veksandi fólka­tali og veksandi barna­ tali. Haraftrat kemur, at aldurs­býtið í kommununi er lægri enn miðal í Føroyum. Tað merkir, at lutfalsliga nógv ung eru búsitandi í Sunda kommunu. Tað er gleði­ligt og gevur okkum vón­ir um eina góða, ljósa og virk­nað framtíð. Borgarstjórin fegnast eisini um, at inntøkurnar eru veks­andi. - Vit hava sæð, at familjur við børnum eru fluttar í kommununa at búgva, og dømi eru eisini um, at familj­ ur eru fluttar higar, tó at hvørg­in av pørtunum áður hava havt tilknýti til økið. Hann sigur, at málið hjá Sunda kommunu er, at tey, sum búgva í kommununi, skulu trívast. - Vit vilja gera alt fyri at skapa teir góðu karmarnar. Á sama hátt vilja vit bjóða teimum, sum flyta í okk­ara kommunu, so góðar um­støð­ ur, sum vit yvirhøvur megna, sig­ur Heðin Zachariasen, borgar­stjóri. Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt ella tvey partrolarapør koma inn at landa í dag, og síðan koma nøk­ur pør, sum henda vik­ an gongur. - Hetta er góð fiski­tíð eftir upsa, men fiski­skap­ urin roynist einki serligur. Tríggir djúp­vatns­trolar­ ar fiska upsa og koma helst inn at landa fyrst í hesi vikuni. Eisini djúp­vatns­ trolararnir hava smáligan fiski­skap. Ein djúpvatnstrolari sting­laks og landar niðri, og tveir eru farnir yvir á Flemish Kap at royna eydnuna. Fríggjadagin vóru tveir trol­bátar til fiskiskap norðan­fyri. Teir fiska tosk og hýsu. Tveir vóru eisini til fiskiskap eystan fyri og fisk­aðu havtasku. - Væntandi koma allir trol­bátarnir inn at landa mið­skeiðis í hesi vikuni, verð­ur lagt aftrat á Fiska­ marknaði Føroya. - Okkara mál er, at tey, sum búgva í Sunda kommunu, skulu trívast, og vit vilja gera alt fyri at skapa teir góðu karmarnar, sigur Heðin Zachariasen - Hetta er góð fiskitíð eftir upsa, men fiskiskapurin roynist einki serligur Tey sum búgva her skulu trívast Vánalig veiða í bestu fiskitíð 135 ár eru liðin, síðani Janus Djur­ huus varð borin í heim. Mikukvøldið fer Hanus Kamban at halda fyrilestur í H.N. Jacobsens Bóka­ handli, og Stanley Samuelsen fer at syngja og spæla Menning og trivnaður hjá børnunum Vilmund Jacobsen Mikukvøldið 24. februar klokkan 19 verður almennur fyrilestur í ítróttarhøllini á Giljanesi við Jens Andersen, sum er sálarfrøðingur og rithøvundur. Sagt verður um fyrilestrarhaldaran og danan, at hann er dugnaligur og verdur at hoyra. Fyrireikararnir av tiltakinum siga, at foreldur saktans kunnu hava børn við sær á fundin. - Vit hava skipað soleiðis fyri, at næmingar í 10. flokki í Skúlanum á Giljanesi ansa børnunum, sum koma við foreldrunum. Endamálið er, at eingin skal setast aftur, tí tey ikki hava onkran at ansa børnunum. Almenni fyrilesturin hjá Jens Andersen snýr seg um menning og trivnað hjá børnum, um tað neyðuga samstarvið, um individualismu, um egnan vilja og hug, um at tæna børnum, um tey vaksnu sum fyrimynd, um mátan at vera til staðar millum børnini, um viðurkenning sum treyt fyri trivnaði og ikki minst um ábyrgdina hjá teimum vaksnu fyri, at børnini menna felagsskap og mangt annað. Tey, sum standa aftan fyri almenna fyrilesturin, vita soleiðis at siga um fyrilestrarhaldaran. - Jens Andersen er ein populerur og framúrskarandi røðari, sum undirheldur og kveikir. Hann heldur okkum dagførd um seinastu vitanina um barnauppaling og familjulív. At enda verður lagt aftrat, at fyrilestrarnir hjá sálarfrøðinginum og rithøvundanum eru fullir av humori, hvøssum viðmerkingum og ítøkiligum dømum. ­- Vit vilja gera alt fyri at skapa teir góðu karmarnar, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri Væntandi koma trolbátarnir, sum eru til fiskiskap, inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni