mánadagur 22. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AKADEMIKARAFELAG
FØROYA:
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur verður
leygardagin, 30. apríl.
Skrá sambært viðtøkum
felagsins.
Kunnað verður seinni um stað
og klokkutíð.
Nevndin
Cafékvøld Berin
Hóskvøldið 25. feb. kl.18:30-20:30
í Perluni
Til tín, ið hevur mist ein av tínum kæru og
til tín, ið hevur ein vin, ið hevur mist.
Kvøldið er skipað av ungum sjálvbodnum
og ætlað ungum í aldrinum
uml. 16 til 28 ár.
Elisabet Maria og Elinborg eru tættar
systrar og hava mist pápan fyri 5 árum
síðani. Tær fara at siga frá, um hvussu lívið
broyttist. Nøkur evnir sum tær ætla
at koma inn á eru m.a.: øll syrgja ymiskt,
at hjálpa hvør øðrum, ábyrgd og ótti.
Eisini fer Elinborg at framføra tónleik
og Elisabet Maria at framsýna nøkur
av sínum listaverkum.
Aftaná kunna tey, ið hava hug, seta
spurningar ella deila av egnum royndum.
Tíð er eisini sett av til hugnaprát við
onkrum góðum afturvið.
Kvøldið er ókeypis og tú er vælkomin at
taka ein vin við tær.
Tilmelding í seinasta lagi 23. feb.
á tlf. 222993 ella skriva til info@berin.fo
ella til Beran á FB.
TroTabúgv
Í trotabúnum Sp/f
Keyp-INN (hjánøvn:
Totalkeyp, Altkeyp,
Heildarkeyp,
Grundkeyp,
Superkeyp), Bíarvegur
97, 850 Hvalba, skrás.
nr. 5974, sks. nr.
3-105/2015, verður
hildin skiftifundur
hósdagin tann 17.
mars 2016, kl. 11.15,
í skiftirættunum,
C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, har
búgvið væntandi
verður endað eftir
konkurslógarinnar
§ 143, stk. 1, av tí at
peningur ikki er út yvir
tað, ið fer til rindan av
útreiðslum.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 18. FeBRUAR 2016.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Sigrun Juul
Samuelsen, Fosságøta 9,
700 Klaksvík, fødd tann 9.
juni 1934, deyð tann 5.
oktober 2015, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond
4, postboks 359, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
318/2015, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 16. februar 2016.
Tórshavnar
Bátafelag
Ársveitslan verður
27. februar kl 19.00
í róðrarneystinum á
Argjum.
Sunrise spælur til dans.
Atgongumerki keypast
í Umami.
Øll eru vælkomin
Nevndin
Tíðaravmarkað gartnarastarv
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Gróðurstøðin í Hoydølum sóknast eftir
fólki til tíðaravmarkað gartnarastarv, í
hálvt ár frá 14. mars 2016.
Arbeiðið fevnir um plantualing og -røkt,
um royndir við plantum, og um ráðgeving
og sølu.
Vit sóknast eftir fólki við gartnara-
útbúgving og -royndum, men eisini fólk við
aðrari viðkomandi útbúgving og fakligum
royndum kunnu søkja. Arbeiðið umfatar
av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar
umframt leygardagar.
Løn sambært avtalu millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Meiri fast at vita við at venda sær til
Rakul A. Dam, røktaraleiðara, á telefon
+298 234363 ella í telduposti til
rakuld@us.fo, sí eisini www.us.fo
Gróðurstøðin er partur av Skógrøktini, sum
er skipað sum deild á Umhvørvisstovuni.
Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni,
og hon skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 7. mars 2016.
Minst til at merkja umsóknina “Gartnari”.
Postadressan er: Traðagøta 38, Postboks
2048, 165 Argir, t-postur: us@us.fo
www.gevidblod.fo