Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 ÍTRÓTTUR B36 HELDUR FRAM AT VINNA Tvífaldu føroyameistararnir úr B36, vístu um vikuskiftið enn einaferð, at teir í løtuni eru besta liðið í Føroyum. Í kapping við fleiri av hinum oddaliðunum frá í fjør, vann B36 árligu Klaksvíkskappingina, sum varð spæld leygardagin og sunnudagin í Klaksvík André Olsen Árliga Klaksvíkskappingin varð um vikuskiftið spæld. Kapp­ingin var millum trý tey ovastu liðini frá farna kapp­ ingar­árið, og so KÍ, sum var vertur. Endaliga úrslitið av kapp­ingini var, at tvífaldu føroya­meistararnir úr B36 vunnu kappingini. B36 spældi sunnu­dagin finalu móti steypa­vinn­ar­ unum úr Víkingi, sum teir vunnu eftir brotssparks­ kapp­ing. Vanliga leiktíðin end­aði annars við 2-2 javn­ leiki. Sjálvur dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram. Fyrsta tíman av dystinum var B36 greitt omaná, og førdu teir tá 2-0. Síðani fórst eitt sindur av útskifting fram hjá báðum liðunum, og pass­ aði tað betur til Víking, sum kom nógv meira við í dystin eftir útskiftingarnar. Tað eydn­aðist eisini teimum at skora bæði málini seinasta hálva tíman av dystinum. Í bronsudystinum sum varð leiktur fyrr um dagin sunnu­dagin, eydnaðist tað vert­unum úr KÍ at fáa triðja pláss­ið framum NSÍ. Tann dyst­urin mátti eisini út í brots­sparks­kapping, eftir av van­liga leiktíðin hevði verið 0-0. B36 vann uppiborið Samanumtikið var tað fult uppiborið at B36 vann kapp­ ing­ina. Dystirnir hjá B36 leygar­dagin og sunnudagin líktust ógvuliga nógv. Tá B36 spældi hálvfinalu leygar­ dagin móti NSÍ, vóru teir ógvu­liga greitt omaná allan fyrra hálvleik, har NSÍ leik­ arar­nir nógv tann størsta partin runnu aftaná bólt­ inum. Tað var eisini í tí fyrra hálv­leikinum at B36 avgjørdi tann dystin. Eftir nakrar út­ skift­ingar hjá B36 í seinna hálv­leiki, kom NSÍ nógv betri við í dystin. Og sunnudagin var sama mynstrið galdandi. Allan fyrra hálvleik á tamb móti Víkingi, kontrolleraði B36 dystin, meðan Víkingur kom betri við í dystin í seinna hálv­leiki. Hóast tað hevur verið nakað av útskifting á lið­num hjá B36 í vetur, sá tað ikki út til at ávirka spælið nakað serligt. Mynstrið í Klaks­ víks­kapp­ingini var tað sama sum tað hevur verið hesi sein­astu kappingarárini, har ser­liga spælfordeilararnir, Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz, vóru eyð­sýndir. Teir báðir leik­arar­nir vóru mest­sum við í hvørjum einasta vanda­mikla álopi sum B36 hevði í Klaks­víks­ kapp­ingini. Ímóti endanum av dystinum í finaluni móti Víkingi sunnudagin, valdi B36 venjarin, Eyðun Klakstein, at skifta teir báðar leikararnar út, og sást hetta væl aftur á spæl­ inum hjá B36. Hetta var eis­ini høvuðsorsøkin til, at Víkingur kom við aftur í finalu­dystin. Av nýggju leikarunum hjá B36, sóu Høgni Madsen og Jógvan Skeel Nolsøe út til at hava funnið seg væl til rættis á nýggja liðnum. Og fyrsta málið hjá B36 í Klaks­víks­kappingini, stóðu júst teir báðir fyri. Við frálík­ ari sending, eydnaðist tað Høgna Madsen at finna Jógvan Skeel, sum rann væl aftur­um NSÍ verjuna. Hann tamdi bóltin elegant við sær, og lyfti hann uppum Símun Rógva Hansen í NSÍ mál­ inum. Eitt frálíka gott mál, sum helst var besta málið sum var skotið í kappingini. Eisini ein ungur B36 leik­ ari var eyðsýndur í kapp­ ingini. Bjarni Petersen, sum einans er 17 ára gamal, byrjaði báðar dystirnar í miðverjuni fyri B36. Hann spældi væl báðar tveir dystirnar, har hann tóktist púra róligur á bólt­inum og óimponeraður í trong­um støðum. Víkingur manglaði profilar Hin finalisturin, Víkingur, sum leygardagin vann 4-2 móti KÍ, og tapti finaluna uppá brotssparkskapping, var eitt sindur skert í kapp­ ing­ini. Fleiri av lykla­leik­ arunum hjá Víkingi vóru ikki við í Klaksvíkskappingini, og ávirk­aði tað sjálvsagt spælið nakað. Bakkarnir, Bárður Hansen og Hanus Jacobsen, sótu báðir uttanfyri báðar dystir­nar, meðan Hans Jørgen Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen, eisini allir sótu uttanfyri við skaða. Í final­ uni sunnudagin, sat Andreas Lava Olsen eisini uttan­fyri. Hann spældi tó við leygar­ dagin, tá hann skoraði tvey av málunum móti KÍ. Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, hevur í ár sagt, at hann ætlar at broyta spæli­stílin hjá Víkingi nak­ að, har hann ætlar at leggja størri dent á, at liðið skal spæla álopsspæl. Í Klaks­víks­ kapp­ingini var tað tó ikki tað sum eyðkendi Víkinga liðið, sum heldur var vanda­ mikið uppá kontra fót­bólt. Í dystinum móti KÍ leygar­ dagin, hótti Víkingur serliga uppá vandamikil kontraálop, har Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic og Andreas Lava Olsen vóru arkitektarnir handan flestu álopini. Og í finaluni sunnudagin sást sama mynstrið. Tað var B36 sum kontrolleraði dystin, meðan Víkingur dúvaði meira uppá skjótálop. Tað broytt­ist tó seinasta hálva tíman í finalu dystinum, tá Víkingur setti seg meira á spælið. Men tað er tó lítil ivi um, at tað merktist væl á Víkinga liðnum at markantir profilar í álopsspælinum manglaðu í kappingini. Hans Pauli Samuelsen, og teir báðir bakk­arnir, Bárður Hansen og Hanus Jacobsen, sum kanska eru sterkastu álopsvápnini á Víkinga liðnum, høvdu gjørt fyritreytirnar hjá Víkingi nógv betri í kappingini. Misjøvn KÍ avrik Fyri KÍ, sum endaði nummar trý í kappingini, vóru av­ rik­ini eitt sindur misjøvn. Avrikið í fyrra dystinum sum KÍ tapti móti Víkingi var kanska nøktandi, tí hóast at liðið tapti, var KÍ væl við í dyst­inum. Serliga í seinna hálvleiki í tí dystinum, eydnaðist tað KÍ at leggja eitt tungt trýst á Víking, har teir serliga vóru vandamiklir uppá deyðbóltsstøður. Tað var tó at seta fingurin á, at liðið lat so nógv mál ígjøgn­ um í tí dystinum. Tað var heldur meira í seinna dystinum ímóti NSÍ, at avrikið ikki var nøktandi. NSÍ stillaði í dystinum um triðja plássið upp við einum ungum og óroyndum liðið, sum varð styrkt við nøkrum einstøkum profilum av Effo- liðnum, meðan KÍ á pappír­ inum stillaði upp við einum nógv sterkari liðið. Tað eydnaðist tó ikki KÍ at skora ímóti unga NSÍ liðnum, og skuldi brots­ sparks­kapping til, fyri at av­ gera dystin, sum KÍ vann. Fyrsta tapið við nýggja leikháttinum NSÍ, sum endaði aftast í kapp­ingini, stillaði upp við tveim­um ymiskum liðum í kapp­ingini. Í dystinum móti B36 leygardagin stillaði NSÍ upp við einum liðið, sum kundi líkst sterkastu upp­still­ingini, ímeðan teir sunnu­dagin stillaðu upp við ein­um ungum og óroyndum liðið. NSÍ hevur higartil í ár roynt seg við einari nýggja spæl­skipan, har teir spæla við trimum í verjuni. Eisini í Klaks­víkskappingini spældu teir nýggju skipanina. Nýggja spæliskipanin hevði áðrenn Klaksvíks­kapp­ ingina eydnast ógvuliga væl, har teir í fyrsta dystinum við nýggju skipanini, vunnu 5-1 móti Víkingi. Eis­ini í Venjara­ kappingini sein­asta viku­ skiftið, tók NSÍ fleiri lið á bóli við nýggja spæli­stíl­inum. Nýggi taktikkurin eydn­ aðist tó ikki heilt so væl leygar­dagin ímóti B36. Tað sá út til at B36 hevði lisið uppá, tí teir fangaðu NSÍ liðið fleiri ferðir, tá liðið var í ójavnvág. B36 hevði fult tamarhald á allan fyrra hálvleik, har teir høvdu bóltin størsta part­ in. Og tá so NSÍ leyp á við nógvum monnum, straff­aði B36 liðið NSÍ. Bæði málini hjá B36 komu eisini á tann mátan. Fyrsta málið eftir langa sending afturum NSÍ verjuna sum var ov høgt upp, meðan næsta málið minti nógv um, tá Hanus Thorleifsson fangaði langa send­ing aftanfyri NSÍ verj­ una, og spældi Lukasz Cieslewicz leysan, sum varð feld­ur soleiðis at hann fekk brots­spark. Tað sást tó væl á avrik­ inum hjá NSÍ leygardagin, at ein lyklaleikari manglaði á liðnum. Árni Fredriksberg sum hesi seinastu ár­ini hevur lagt upp til megin­ partin av málunum hjá topp­skjútt­anum Klæmint A. Olsen, var ikki við. Hetta gjørdi at liðið manglaði nakað av krea­tiviteti, tá teir komu í álops­støður. Tó var ein ungur og evna­ ríkur NSÍ leikari serliga eyð­ sýndur leygardagin. Tað var 17 ára gamli Petur Knudsen, sum eisini skoraði málið hjá NSÍ ímóti B36. Hóast alt hjá honum ikki riggaði í dyst­ inum, so royndi hann alla tíðina at bjóða av, og at koma í farligar støður. Í fyrra hálv­ leiki sum B36 annars kon­ troller­aði, var hann størsta hóttanin hjá NSÍ. Eingir býttir skaðar Samanumtikið var talan enn einaferð um eina fína og væl fyriskipaða kapping í Klaksvík. Hóast líkindini tíðliga leygardagin sóu iva­ som út, so fekk einki lið nakran býttan skaða. Og kapp­ingin gav sjálv nakrar ábendingar um, hvussu fleiri av bestu liðunum eru fyri, nú minni enn tvær vikur eru til at Effo-deildin aftur fer av bakka­stokki. andre@sosialurin.fo Úrslit frá Klaksvíkskappingini: Leygardagin: KÍ - Víkingur 2-4 (0-2) Málskjúttar Víkingur: Andreas Lava Olsen 2, Filip Djordjevic 1, Gert Hansen 1 Málskjúttar KÍ: Páll Klettskarð 1, Petur Andreasen 1 B36 - NSÍ 2-1 (2-0) Málskjúttar B36: Jógvan Skeel Nolsøe 1, Róaldur Jakobsen 1 Málskjúttar NSÍ: Petur Knudsen 1 Sunnudagin: KÍ - NSÍ 0-0 (0-0) KÍ vann brotssparkskappingina B36 - Víkingur 2-2 (1-0) Málskjúttar B36: Róaldur Jakobsen 1, Lukasz Cieslewicz 1 Málskjúttar Víkingur: Fannhard Skoradal 1, Filip Djordjevic 1 B36 vann brotssparkskappingina Alex Mellemgaard við Klaksvíkskapping-steypinum sum B36 vann eftir brotssparkskapping móti Víkingi Mynd: B36/facebook FÓTBÓLTUR