Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR STÓRT FLOGBÓLTS­ AFTURUM BAK TEY YNGRU FLOGBÓLTUR Átta ungdómsfinalur eru blivnar spældar afturat teimum báðum finalunum hjá teimum vaksnu. SÍ vann fimm ungdómssteypasigrar, meðan Fleyr vann tríggjar av hesum slagnum Neli Heldarskarð Fyri einari viku síðani var tað H71, sum skaraði framúr í steypafinalunum hjá teim­ um ungu í hondbólti. H71 luttók í átta av níggju ung­ dóms­finalum og vann sjey teirra. Í flogbólti er somuleiðis eitt felag, ið á sama hátt sum H71 var nógv best umboðaða liðið av øllum. Talan var um SÍ úr Sørvági, sum tók lut í heili sjey av teimum átta steypa­finalunum, sum eru spæld­ar í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið. Serligt gólv var lagt á inni í høllini, har karm­ ar­nir hjá teimum ungu vóru framúr góðir at vísa síni evni fram. Í ungdómsdeildunum í flog­bólti verður spælt so­ leið­is, at vinnarin verður funn­in við at telja best út av trim­um settum. Tískil er nóg mikið at vinna tvey sett og har­við dystin, og ikki sum hjá teimum vaksnu, har tað er neyð­ugt at vinna trý sett fyri at vinna dystin.  Byrjaði illa hjá SÍ Fyrsta ungdómsfinalan byrj­ aði longu leygarmorgunin klokk­an 09.30, tá ið Dreingir 12 hjá Fleyr og SÍ spældu finalu sínamillum. Dysturin gjørd­ist rætt­ iliga spennandi, og endaði hann  tepurt 2-1 til Fleyr. Settúrslitini vóru 25-17 til Fleyr, 25-20 til SÍ og at enda 15-11 til Fleyr. Síðani blivu finalurnar hjá monnum og kvinnum av­greidd­ar, har SÍ sum kunn­ugt tapti báðar hesar final­ur. Tískil hevði SÍ tapt fyrstu tríggjar finalurnar av teimum níggju, sum sør­ving­ arnir luttóku í, um finalurnar hjá teimum vaksnu blíva taldar við. Leygarkvøldið varð tó spæld enn ein finala, har SÍ lut­tók. Talan var um final­ una hjá Dreingir 14, har mót­ støðu­liðið hjá SÍ var Fleyr, sum luttók í fimm av teim­ um átta ung­dóms­final­unum. Í hesari finalu eydn­að­ist tað loksins SÍ at vinna – úrs­litið gjørdist 2-0. Ongin sigur til TB Flogbóltsfelagið TB luttók í trimum finalum sunnudagin, og var tað í trimum gentu­ final­um: Gentur 12, Gentur 14 og Gentur 16. Í øllum dyst­unum var tað SÍ, sum var mótstøðuliðið hjá gent­ unum av Tvøroyri. Í stuttum kann sigast, at TB fekk ikki eitt bein til jørðina í nakr­ari av hesum finalum. SÍ vann nevniliga allar hesar final­ urnar 2-0. Við øðrum orðum, so vann TB ikki eitt einasta sett. Heilt stórur gjørdist mun­urin í finaluni hjá Gentur 14, tá ið SÍ í øðrum setti kom á odda við heili 11-0. Tó fekk TB fótað sær so­mik­ ið í hesum settinum, at enda­ liga settúrslitið gjørdist 25-8. Fleyr eigur bestu unglingarnar Finaluna hjá Dreingir 16 vann SÍ 2-0 ímóti Fleyr. Hetta skuldi vísa seg at blíva síðsta steypa­gullið hjá SÍ, ið sostatt vann fimm av teimum sjey ung­dómsfinalunum, sum felagið tók lut í. Í báðum unglinga­ final­unum hjá gentum og dreingjum vóru tað nevn­ iliga tey úr Fleyr, sum drógu longra stráðið. Serliga í mans­ung­lingafinaluni var talan um væl spældan og intensan dyst. Mótstøðuliðið hjá Fleyr var SÍ. Úrslitið gjørd­ist 2-0 til Fleyr við sett­ úrs­lit­unum 25-22 og 25-13. Sermerkt við steypa­final­ uni hjá kvinnu­ung­ling­um, sum varð spæld ímill­um Fleyr og Mjølnir, var, at hetta var einasta ung­dóms­steypa­ finala, ið SÍ ikki luttók í. Fleyr vann hesa steypafinalu við siffr­unum, ið sjey av teimum átta ungdómsfinalunum end­aðu við - 2-0. Betri umstøður eru ávegis í Sørvági Eyðkent við SÍ er, at vesturi í Sørvági verður spælt í lítlari høll, sum er í skúlanum í bygdini. Neyðugt er við undan­taksloyvi fyri at sleppa at spæla í hesari høll­ ini.  Í samrøðu við Rás2 leygar­ dagin vísti borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, á, at ætlanin er at betra um umstøðurnar hjá sør­vingum at spæla flogbólt. – Seinastu sjey-átta ár­ini hava vit arbeitt við ein­ari skipaðari dagføring av skúl­ anum í bygdini. Tað liggur í kort­unum, at okkurt verður gjørt við høllina. Vit hava teknað eina nýggja høll, sum skal vera ein tvíhøll, so mín vón er, at vit fáa eina dupult­ høll, ið millum annað hevur eitt hægri loft, segði Sune Jacobsen við Rás 2. SÍ - TB 2-0 (25-14, 25-13) Aftast frá vinstru: Anna Elisabeth Petersen, Tóra Joensen, Hallgerð Tonydóttir Haraldssen. Miðjan frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Malan M. í Haraldsstovu Weihe, LÍv Magnussen, Fríða Haraldsen, Hanna Thomassen, Tanja Falkvard, Miriam Thomasen. Fremst frá vinstru: Bjørk Poulsen, Maria Magnussen, Sólfríð Gudmundsen, Josefina Eliasdóttir, Rannveig Joenseen, Sólja Gudmundsen. Fleyr - SÍ 2-1 (25-17, 20-25, 15-11) Aftast frá vinstru: Magnar Vang, venjari, Niklas Niclassen, hjálpari, Markus Rajani, Svend Jacobsen, venjari, Petur Ziska Jacobsen. Miðja frá vinstru: Hørður Joensen, Hanus Abrahamsen, Árni Abrahamsen, Matthias Rajani Ziskasen. Fremst frá vinstru: Jógvan Gøthe Magnusson, Mattias Nolsøe Isaksen, Eyðfinn Rajani Færø, Boas á Lakjuni. GENTUR 12 DREINGIR 12