mánadagur 22. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Tað er nú minni enn ein
vika til Superligan aftur
fer av bakkastokki.
Venjarin hevur fyrr sagt,
at hann ætlar at brúka
teg. Hvussu klárur ert
tú til kappingina?
Eg havi fingið pre season við fyri
fyrstu ferð i 2 ár, so tað er sjalvandi
deiligt. Eg eri uber spentur til
kappingina. Vóni at sláa ordiligt til
næstu mánaðirnar!
Hvussu hevur uppstarturin
gingið hjá tær persónliga?
Tað hevur gingið væl. Spælt
massar av dystum og ongar
skadar havt, so tað er super.
Tit kappast í løtuni
við FCK og FCM um
Danmarksmeistaraheitið.
Hvussu eru vónirnar
til komandi hálvár?
Vit vilja kappast har sum tað er
stuttligt, men nu fáa vit at síggja
hvat hendir. Europa er framvegis
málið hjá okkum.
Í Føroyum byrjar
kappingin aftur um minni
enn tvær vikur. Hvør
vinnur Effo-deildina
komandi kappingarár?
Vænti at B36 við Lukasz á odda
vinna kappingina aftur hesaferd.
Hvussu eru vónirnar
hjá tær til komandi
HM-undankapping?
Eg vil og skal hava eitt fast pláss
a landsliðnum nú. Landsliðið
sum kemur nú verður tað besta
landsliðið sum Føroyar hava
havt og tað skulu vit vísa inni
á vøllinum eisini. Stig og gott
fótbóltsspæl frá okkum, tað
kunnu fólk vænta av landsliðnum
í ár.
Vikan ið fór
FC Midtjylland vinnur í Europa
League á ongum minni enn
Manchester United.
Hákun Edmundsson verður
tveittur heim úr venjing hjá
NSÍ. Hann er ónøgdur, og nú er
venjarin eisini ónøgdur við hann
Ári Mohr Jónsson skiftir
til HB úr Silkeborg.
Heini Hanusarson fær 5.000
krónur í bót, fyri viðmekringar um
dómararnar eftir seinasta dystin í
bólkaspælinum í steypakappingini
millum KÍF og VÍF.
Signhild Joensen úr Ægir setur
met í 200 m ryggsvimjing við tíðini
2:14.74. Metið, sum Elspa Mørkøre
setti í oktobur 2007 í danskari
meistarakapping á stuttgeil, var,
áðrenn Signhild tók tað, Føroya
elsta einstaklinga met á stuttgeil.
18 ára gamli Absalon
Eliasen skiftur til TB
...við ítróttinum
ÍTRÓTTARUMMÆLI
5 SKJÓTIR
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
Bedy Moratti, stjóri í Inter Milan, um José Mourinho
Silvio Berlusconi, eigari av AC Milan
– Vit sakna hann her, men hann fer til Manchester nú
– Mario Balotellim, sum er ein italienari,
ið hevur tikið ov nógv sól
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Gilla Sørensen
Ítróttur: AaB
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvør vann HM í fótbólti í 1994?
2 ÍF vann steypafinaluni í flogbólti hjá monnum – men móti
hvørjum?
3 Hvør vann Klaksvíkskappingina?
4 Hvat eitur serbiski tennis-spælarin Djokovic til fornavn?
5 Hvussu nógvar pengar í bót fekk Heini Hanusarsson?
6 Hvørjum beit Mike Tyson á sinni eitt petti av oyranum
av?
7 Hvør er venjari hjá Víkingi?
8 Hvør er viðkomandi á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 11: Brasil 2: SÍ 3: B36 4: Novak 5:
5.000 krónur 6: Evander Holyfield 7: Sámal Erik
Hentze 8: Rúni weihe
?
Undan HM endaspælinum í USA
í 1994 helt Pelé fyri, at Kolumbia
kundi vinna heimsmeistaraheitið.
Í 26 teimum undanfarnu dystun
um hevur landsliðið bara tapt
eina ferð, og vann millum annað
5-0 á Argentina á útivøll. Við
René Higuita, Carlos Valderrama,
Freddy Rincón, Faustino Asprilla
og Andrés Escobar á odda, er
landsliðið í fótbólti stoltleikin hjá
Kolumbia.
Tey flestu munnu tó kenna
lagnuna hjá kolumbiska lands
liðnum, og serliga liðskiparanum,
Andrés Escobar, sum bleiv skotin
í heimlandinum, eftir at hann
gjørdi sjálvmál móti USA.
Tey flestu munnu tó ikki
vita, at tiltikni narkobarónurin,
Pablo Escobar, eigur stóran lut í
upptúrinum – og niðurtúrinum,
hjá kolumbiskum fótbólti um
hetta mundið.
Hetta er søgan um Escobar
og Escobar, sum hóast saman
eftirnavn, ikki eru í familju. Teir
vegir møtast tó, tá Pablo Escobar
keypir fótbóltsfelagið Nacional.
Í dokumentarinum sleppa
vit heilt tætt at bæði Andrés og
Pablo, umframt at samrøður eru
við flestu av lyklapersónunum,
sum framvegis er á lívi.
Í allar mátar ein góður
dokumentarur,
sum
er
væl
gjørdur
og
væl
grundaður.
Havi sæð hann tríggjar ferðir
eftirhondini, og hvørja ferð siti eg
eftir við eini kenslu av, at eg havi
verið ein túr í Medellín og til HM
í USA
HYGG UM: Tú hevur góða tíð og
minnist Andrés Escobar, men ikki
heilt hvat hendi
IKKI HYGGJA UM: Tú ynskir ein
stuttan lættan dokumentar um
einki
HVUSSU ER DOKUMENTARURIN
AT HYGGJA AT: Nakað langur,
men kundi fyri tað sama verið
longri
HVAT SIGUR TÚ? Hesin er avgjørt
verdur at hyggja eftir
★★★★★★
FAKTA Dokumentarurin er ein partur av eini dokumentarrøð hjá ESPN í samband við, at rásin er 30 ár.
Dokumentarur: Teir báðir Escobar