Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Eg havi hetta vikuskifitið verið á venjingarlegu í Íslandi. Eg má bara siga sum er, at eitt fótbóltshøll er eitt krav fyri førosyakn fótbólt. Tað ber ikki til at koma uttanum fyrimunirnar við eini høll, men serliga stuttligt er at síggja hvussu nógva synergi íslendingar klára at fáa í onkra av hallunum. Venjingarmiðstøð, biografur, bowling, matstova, íshokkyvøllur og skibakki. Tað er ein partur av tí, sum er at finna í sama bygningi sum fótbóltshøllin í Reykjavík. Umstøðurnar í sjálvari fótbóltshøllini eru eisini framúr. So sum skiftirúm og annað er eisini avbera gott. Tað eru pláss fyri nógvum áskoðarum, men til ber eisini at rulla setrini inn, so hevur tú eina rennibreyt við fýra geilum eftir longdini á vøllinum. Tankin um at føroysk lið kunnu venja alt árið við bólti, burdi verið ótrúliga tiltalandi. Vit eru í feburar mánaði og her spæla feløgini í ymiskum steypakappinum, men uttan at veðrið er ein avbjóðing. Hinvegin má ruddast fyri at kunna spæla í Føroyum. Vit sóu eisini í fjør, hvussu nógvir skaðar og vánaligir dystir vit fingu fyrstu umførini. Eg veit ikki hvussu stórt tað ber til at hugsa í Føroyum, men ein fótbóltshøll við fleiri hentleikum hevði verið ein dreymur fyri føroyskan fótbólt. P.S. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi spælt móti einum íslendskum fótbóltsliðið. Ein stórur munur á føroyskum fótbólti, og tað eg havi sæð av íslendskum fótbólti er, at teir spæla nógv meiri systematiskt enn vit. Millum annað við góðum síðuskiftum og tilhoyrandi renningum. Tað síggja vit bara í topp fimm í Effo- deildini. Harfrá og niðureftir haltar TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltshøll eitt krav Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge NÝGGI VENJARIN LEGÐI ÚT VIÐ JAVNLEIKI Nele Heldarskarð Í Sosialinum frá farna mánadegi kom undan kavi, at venjarin hjá mansliðnum hjá Neistanum, Jónleif Sólsker, kendi seg noyddan at steðga orsakað av trupulleikum við stemmibondunum. Sum venjari er neyðugt at vera rættiliga mælskur, men hetta kendi Jónleif Sólsker seg ikki føran fyri í nóg stóran mun vegna trupulleikar sínar í hálsinum. Men maður kemur í mans stað. Nýggi høvuðsvenjarin hjá Neistanum er bretski Scott Harrington, sum eisini er høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Ein stóran part av hesum kappingarárinum hevur Scott tó eisini verið afturat Jónleifi sum venjari á besta mansliðnum, so tískil er talan um ein mann, ið neistamenninir kenna væl.  Nýggjur hjálparvenjari er eisini komin til Neistan. Hann eitur Ári Rouch, og í føroyska hondbóltsheiminum er hann eisini kendur úr sínum leikluti sum starvsnevndarskrivari hjá Hondbóltssambandi Føroya. StÍF misti sigurin Fyrsti dysturin, har Scott Harrington stóð við høvuðsábyrgdini, var spældur í gjár á Skála, har StÍF tók ímóti Neistanum. Hetta eru tvey lið, sum ikki hava tað stóra at spæla fyri restina av kappingarárinum. StÍF er nummar fimm í FTZ- deildini, meðan Neistin er næstaftast og nummar seks. Munurin ímillum liðini í fyrra hálvleiki var lítil og ongin - hálvleiksstøðan var 15-14 til StÍF. Í seinna hálvleiki tyktist ein sigur til StÍF at vera sannlíkur, tí at tá ið bert seks minuttir restaðu í, var StÍF á odda 28-25. StÍF misti tó sigurin á gólvið, tí at endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 29-29. Hjá StÍF vóru Pætur Johansen og Sveinur í essinum. Teir skoraðu ávíkavist 10 og níggju mál. Hjá Neistanum var tað serbiski strikuleikarin, sum hevur verið nógv ár í Føroyum, Jugoslav Djumic, ið gjørdist toppskjútti. Hann skoraði sjey mál. Vanligi toppskjúttin hjá Neistanum, ið spælir á vinstra vongi, Rói Berg Hansen, skoraði seks mál. Úrslitið merkir, at StÍF framvegis er nummar fimm og hevur 16 stig. Fimm stig eru upp til VÍF, sum er á seinna finaluplássinum, men tó hevur StÍF spælt ein dyst meira enn VÍF, og tí skal ótrúliga nógv ganga eftir vild hjá strandingum, um StÍF skal koma í námind av nøkrum finaluplássi. Neistin hevur 13 stig og er framvegis næstaftast eftir dystin í gjár. Neistamenninir hava tískil ikki tað stóra at spæla fyri eftir steypafinaluna ímóti H71, sum varð tapt 28-21. Fitt av hondbólti komandi dagarnar Tríggir dystir verða spældir komandi tríggjar dagarnar. Klokkan 18.30 í dag spæla kvinnuliðini hjá StÍF og Neistanum á Skála, í morgin er dystur í FTZ-deildini, har Kyndil tekur ímóti Team Klaksvík, meðan stórdystur er í FTZ-deildini mikukvøldið klokkan 20. Tá eru tað nummar tvey og trý í bestu mansdeildini, VÍF og KÍF, ið bresta saman í Vestmanna. StÍF-Neistin 29-29 (15-14) StÍF: Pætur Johansen 10, Sveinur Justinussen 9, Fríði R. Djurhuus 4, Jógvan G. Joensen 3, Danny Brandt 2 og Marius Joensen 1.   Neistin: Jugoslav Djumic 7, Rói Berg Hansen 6, Sjúrður Thomassen 5, John í Innistovu 3, Teis Horn Rasmussen 3, Andras Joensen 2, Rasmus Müller 1, Torkil Hentze 1 og Terji Mørk 1. Bert ein hondbóltsdystur í teimum bestu deildunum hjá monnum og kvinnum er blivin spældur í vikuskiftinum.