týsdagur 23. februar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta ljóðar til at vera púra
meiningsleyst!
Henrik Old, landsstýris
maður heldur, at mark skal
vera
fyri,
umfatandi
al
menna ferðasambandið skal
vera.
Sum tað stendur í aðrari
grein her á síðuni, er tað
onkur ruta hjá Bygdaleiðum,
har bara 50 ferðafólk vóru
við – tilsamans í alt fjør.
Talan er um rutuna ímillum
Klaksvík,
Haraldsund
og
Kunoy, har tað í miðal er
minni enn eitt ferðafólk við
bussinum hjá Bygdaleiðum
um vikuna.
Á onkrari aðrari rutu vóru
gott 120 ferðafólk, ella gott
tvey um vikuna í miðal.
Áður
hevur
bussurin,
sum koyrir ímillum Klaks
vík og Kunoy, eisini koyrt
skúlabørn, men síðani hevur
kommunan í Kunoy sagt
sáttmálan upp, og hevur
ístaðin funnin annan flutn
ing til skúlabørnini.
Henrik Old sigur, at ein
orsøk til, at onkrar av smáu
rutunum hjá Bygdaleiðum
vórðu skipaðar, var fyri at
varðveita skúlabarnaflutn
ingin.
Men er ikki brúk fyri
rutuni til skúlabørnini, so at
tað nú bara eru 50 ferðafólk
um árið, sum brúka rutuna,
er tað púra meiningsleyst
at varðveita rutuna, sigur
Henrik Old.
Hann sigur tískil, at hann
er sinnaður at viðgera støð
una, og flutningsskylduna
hjá Strandferðsluni.
– Tað er ein spurningur,
hvussu umfatandi, flutnings
skyldan skal vera, og um tað
er rætt at krevja av Strand
ferðsluni, at hon varðveitir
eina rutu, sum bara tilsamans
50 fólk brúka í eitt heilt ár.
– Hevur kommunustýrið
fingið annan flutning til
skúlabørnini, hava tey fullan
rætt til tað. Men samstundis
er so grundarlagið tikið und
an rutuni hjá Bygdaleiðum,
leggur hann afturat.
Hann ásannar, at hesi
seinastu árini eru stórar
broytingar hendar í flutn
ingsmynstrinum og flutn
ingsmøguleikunum, og tí er
tað sjálvsagt, at flutnings
skyldan eisini verður endur
mett við jøvnum millumbili,
og tann spurningin er hann
sinnaður at taka upp.
aki@sosialurin.fo
HETTA ER PÚRA
MEINGINGSLEYST
Henrik Old er til
reiðar at viðgera
flutnings
skylduna hjá
Strandferðsluni
FLUTNINGSSKYLDA
ONKI GRUNDARLAG
Summir bussar hjá Bygdaleiðum koyra skralltómir í heilium og tá er tað púra
meiningsleyst at varðveita rutuna, sigur Henrik Old, landsstýrismaður
Áki Bertholdsen
– Vit eru í eini tvístøðu. Vit
hava eina flutningsskyldu,
men hvussu langt niður skal
hon fara.
Hilmar Eliasen, stjóri á
Strandferðsluna staðfestir,
at
Strandferðslan
hevur
skyldu til at tryggja ferða
fólkaflutning ímillum bygdir
og býir, og ímillum oyggjar.
Tað sigur hann, nú vit spyrja
hann, um tað er rímiligt, at
tað almenna skal varðveita
og fíggja eina rutu, sum
bara 50 fólk brúka um árið,
soleiðis sum tað er upplýst í
eini aðrari grein her á síðini.
Stjórin á Strandferðsluni
sigur, at hann hevur roynt at
kanna eftir, um politikarar
høvdu gjørt sær nakrar
tankar, hvussu umfatandi,
flutningsskyldan skuldi vera,
tá ið hon á sinni varð ásett.
– Men hann sigur hann
hevur onki funnið, sum
kundi bent á, hvat politikarar
akkurát hugsaði um, tá ið teir
ásettu flutningsskylduna.
Tí
heldur
hann,
at
politikarar
áttu
at
tikið
spurningin um flutnings
skylduna hjá Strandferðsluni
upp og gjørt greitt, hvussu
víttfevnandi hon skal vera.
Hetta verður ein spurn
ingur, Strandferðslan fer at
taka upp við Samferðslu
málaráðið, tí hann heldur,
at tað er ein politiskur
spurningur,
eisini
tí
at
virksemið hjá Strandferðsl
uni, og Bygdaleiðum, verður
fíggjað á fíggjarlógini.
– Spurningurin, politikar
ar áttu at tikið upp, er,
hvussu lítið skal eitt ferða
samband
verða
brúkt,
áðrenn flutningsskyldan hjá
Strandferðsluni skal detta
burtur, heldur hann.
Hann vísir á, at sáttmálar
nir um Bygdaleiðir ganga út
í 2018, og at koyringin tess
vegna skal bjóðast út aftur
næsta ár.
– Tá fer spurningurin
at taka seg upp aftur um,
hvussu nógv skal bjóðast út,
sigur Hilmar Eliasen.
aki@sosialurin.fo
Vit hava skyldu at hava ferðasamband, men spurningurin er,
hvussu langt tað skal ganga, sigur stjórin á Strandferðsluna
Vit eru í eini tvístøðu
Alment fíggjað
ruta til 50 ferðafólk
– í eitt heilt ár
Onkrir bussar hjá Bygda
leiðum koyra skralltómir
tað mesta av tíðini
Tað verður oftað speið
rikið við, at nógvir bussar
hjá Bygdaleiðum koyra
skralltómir.
Og tað má eisini ásann
ast, at summar rutur
verða meiri brúktar enn
aðrar.
Men nú Strandferðslan
hevur gjørt støðuna upp
fyri í fjør, er tað serliga ein
ruta, sum leypur í eyguni,
og tað er rutusambandið
ímillum
Klaksvík
og
Kunoy.
Bussur hjá Bygdaleið
um koyrir ímillum Klaks
vík, Haraldsund og og
Kunoy tríggjar ferðir um
dagin.
Men eftir uppgerðini
hjá Strandferðsluni, flutti
hesin bussurin bara 50
fólk – í alt fjør. Tað er
minni enn eitt fólk um
vikuna í miðal.
Besti mánaði í fjør, var
í september, tá ið 16 ferða
fólk vóru við bussinum.
Hinvegin var ikki eitt tað
einasta ferðafólk við rut
uni, hvørki í januar, ella í
apríl í fjør.
Hini árini hevur tað
ikki verið so galið á hesi
rutuni, tí tað hava verið
nøkur hundrað ferðafólk
við, og í 2010 táttaðu tey í
1000 ferðafólk.
Men hetta er ikki ein
asta rutan, fá ferðafólk
brúka. Á rutuni ímillum
Oyrarbakka
og
Oyri,
ferðaðust 121 fólk í alt fjør,
tað eru gott og væl tvey
um vikuna. Og á rutuni
ímillum Glyvrar, Æðuvík
og Rituvík, ferðaðust 507
fólk í alt fjør.
Ein onnur ruta, sum
heldur ikki flutti 1000
ferðafólk í fjør, var rutan
ímillum Oyrabakka, Gjógv
og Funning, har 812 fólk
ferðaðust í alt fjør.
aki@sosialurin.fo