Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYSKT TILFEINGI Eftir miseydnaðar royndir nøkur ár herfyri, hevur Tavan í Leirvík aftur í vetur tikið ímóti brislingi, og hesa­ ferð hevur borið betri til. – Hin størri fiskurin verður kryddaður í tunnur, og hin smærri verður frystur, siga Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni, um hesar spennandi royndir við føroyskum tilfeingi Vilmund Jacobsen Í nógv ár hevur veiða verið eftir brislingi (Sprattus sprattus) á Skálafjørðinum, Sunda­lag­num, Kollafirði, Funnings­firði og onkuntíð á Borð­oya­vík. Brislingur verður veiddur við nót, og árliga veiðan ligg­ ur um eini 500 til 800 tons. – Okkara fiskifrøðingar hava ikki stóra vitan um bris­ lingin, men teir vita, at hetta er ein serføroyskur stovnur. Ver­tíðin er vanliga frá seint í oktober og út í februar/mars. Tað siga Johan Mortensen og Ingvar Joensen, nú Tavan í Leirvík í vetur hevur gjørt nýggjar og spennandi roynd­ ir við brislingini. Ingvar Joensen er stjóri í Tavuni, og Johan Mortensen er íbirtari og hevur stóran áhuga fyri føroyskum til­ feingi og náttúru. Trý brislingaloysi Tað skal kuldi og klárur sjógv­ur til fyri, at brislingur skal hópast í torvur, so til ber at veiða hann. Tríggir bátar hava loyvi at veiða brisling, og tað er serliga báturin Katrin, ið er heimahoyrandi í Søldar­firði, sum í dag hevur mestu driftina og veiðina. Í nógv ár fiskaðu Jóan Jakku Johannesen, sáli, TAVAN GER ROYNDIR Johan Mortensen, íbirtari og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni Brislingur er sera vælsmakkandi fiskur, og hann kann eisini roynast á matstovuni Barbaru Árliga veiðan eftir brislingi á føroysku firðunum liggur millum 500 og 800 tons um árið.