Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 FØROYSKT TILFEINGI og synir hansara brisling í vetrar­hálvuni, og í dag er tað Hilmar Johannesen, ið drív­ ur verkið. Johan Mortensen og Ingvar Joensen vísa á, at megin­parturin av tí brislingi, sum veiddur hevur verið, er farin til mjøl ella minkaslógv. – Eftir miseydnaðar roynd­ir nøkur ár herfyri, hevur Tavan í Leirvík aftur í vetur tikið ímóti brislingi, og hesa­ferð hevur borið betri til. Á Tavuni er sera fram­ komin skilji­maskina. Hin størri bris­ling­urin verður krydd­aður í tunnur, og hin smái verður frystur. Teir siga, at í ár er altjóða marknaðurin góður, og stór­ ur eftirspurningur er eftir hesi frálíku føroysku rávøru, sum brislingurin – eisini rópt­ur havsins silvur – er. Sera vælsmakkandi Brislingur er ein sera væl­ smakk­andi fiskur, og um­ framt at hann nú verður seld­ur á útlendska markn­að­ in, kann fiskurin eisini royn­ ast á matstovuni Barbaru í Gongini, har hann er sera væl umtóktur. Johan Mortensen og Ingvar Joensen siga, at Tavan hevur í umbúna at halda fram við hesum virk­ semi aftur til heystar, tá ver­ tíðin aftur verður. – Vit hava í fleiri ár fylgt við marknaðarútlitunum fyri bris­lingi, og nú líkt er til, at veður­lagsbroytingar eru orsøk­in til, at lítil og eing­ in bris­lingur er komin úr Svøríki, Skotlandi og Írlandi. Tí var møguleikin at taka hesar royndir í Leirvík upp­ aftur. Teir vísa á, at sitandi lands­stýri hevur lagt stóran dent á, at alt tilfeingið úr hav­inum skal virðisøkjast. – Vit halda avgjørt, at hesar spennandi royndir við brislinginum eru í full­um sam­svari við henda mál­setn­ ing, siga Johan Mortensen og Ingvar Joensen. Ymiskar verkætlanir Tavan í Leirvík er kend sum Føroya fremsta gull­laksa­ virki gjøgnum mong ár, og virk­inum hevur eydnast at skapa eina góða vøru, sum hevur lagt eitt gott grundar­ lag undir hesa framleiðslu. – Í rognavertíðini hava vit eisini saltað og fryst rogn, og umframt at gera hesa roynd­ ir við brislingi, verður eis­ ini arbeitt við øðrum verk­ ætlan­um – eisini við tilknýti til føroysku firðirnar, siga Johan Mortensen og Ingvar Joensen, íbyrtari og stjóri í Tavuni. vilmund@sosialurin.fo VIÐ HAVSINS SILVURI Tey krydda hin størra brislingin, og hin smái verður frystur Tríggir bátar hava loyvi at fiska brisling, men í løtuni er tað serliga báturin Katrin við Hilmari Johannesen, ið drívur verkið Tavan í Leirvík hevur sera framkomna skiljimaskinu