Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Størstu einstøku nøgdirnar á uppboðssøluni hjá Fiska­ marknaði Føroya í gjár vóru upsi og hýsa, umleið 50 tons av hvørjum. Av hýsu var mest av hýsu 2, 21,2 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 12,71 krónur fyri kilo. 14,6 tons vóru av hýsu 3, sum fekk miðal­prísin 12,76. Sløk 13 tons vóru av hýsu 1, og her var miðal­prísurin 14,26 krónur fyri kilo. Samanumtikið fekk hýsa ikki góðan prís á marknað­ inum í morgun. Men, hava sveiggj verið í prísinum á hýsu í vetur, hevur prísurin á toski hildið sær betri. Av teimum umleið 50 tons­unum av upsa, var mest av upsa 5, 15,6 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 8,76. Næst størstu nøgdirnar vóru av upsa 3, 10,3 tons til­ samans, og her var miðal­ prísurin 10,16. 4,5 tons vóru av upsa 1, sum eisini fekk besta miðalprísin, 11,37. Toskur hevur framvegis góðan prís, og her fara størstu fiskarnir fyri stívliga 20 krónur fyri kilo. Tey 178 tonsini, sum vórðu seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár, fóru fyri tilsamans stív­liga 2,4 miljónir krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiska­sløgini samanlagt á 13,77 krónur fyri kilo. Í uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár var bara ein góð króna á muni í prísi millum hýsu og dýrastu upsanøgdirnar Nærkast hvørjum øðrum í prísi Bjartskygni ræður Vilmund Jacobsen Nú februarmánaði er farin at halla, er hetta eisini tíðin, tá várróð­ urin á Norð­havinum plagar at byrja. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, plagdu útróðrarmenn ymsa­ staðni úr landinum at taka bátar sínar norður um til várróðurin, sum teir róptu tað. Soleiðis kundu rætt­iliga nógvir bátar og útróðrarmenn hesa tíðina av árinum leita sær til Eiðis og Oyndar­fjarðar at liggja klárir, tá tað viðrar. Endin av februar, mars og kanska nakað út í apríl er besta snellu­tíð á Norð­hav­ inum. Nú náttúran tykist vera meira blíð, hvat toski víðvíkur, vóna menn, at várið, sum nú stundar til, fer at royn­ast við snelluni norðan­fyri. Vártíð byrjar FISKUR – Eg vænti, at nógvur fiskur verður at fáa í vár, um várið fer at roynast til veður, sigur Sjúrður Joensen, útróðrarmaður á Skála Vilmund Jacobsen Tað hevur gingið væl hjá fleiri útróðrarbátum, sum hava roynt við línu í vetur. Seinasta hósdag fekk glas­trevjabáturin Falkurin av Skála, sum í løtuni rør út av Eiði, 12.200 pund av fiski. Henda túrin settu teir 42 stamp­ar, og góð 9.000 pund av veiðini var toskur 1, 2 og 3. – Jú, eg haldi, at útróðurin hevur vignast væl tað, ið farið er av hesum árinum. Tað sigur Sjúrður Joensen, sum eigur og rekur Falkin, ið er ein glastrevjabátur. – Vit hava havt tvær setur í ár, har vit hava fingið meira enn 12.000 pund hvønn túrin á 40-42 stampum. Tá líkindi hava verið, og fiskiskapurin hevur eydnast, hava vit ligið millum 9.000 og 10.000 pund á 34 stampum. Bjartskygni ræður Sjúrður Joensen sigur, at í januar høvdu teir fýra setur á Mýlingsgrunninum og fingu tilsamans 41.000 pund hes­ar dagar. – Jú, eg vænti, at nógvur fiskur verður at fáa í vár, um várið fer at roynast til veður. Útlitini eru góð, og fiskurin er feitur. Veiðivirðið hjá Falkinum í fjør lá um tríggjar miljónir krónur, og tá royndu teir við trumlu og nylonlínu í fimm mánaðir av árinum. – Tað hevur riggað rím­ iliga væl við nylonlínuni í summar­mánaðunum, og í fjør var annað árið, at vit royndu hetta. Útreiðslurnar av at royna við trumlu og nylon­línu eru lutfalsliga lítlar, sigur Sjúrður Joensen. vilmund@sosialurin.fo Línan hjá Falkinum, sum í løtuni rør út av Eiði, verður egnd av pensjónistum í einum skúri á Skála