týsdagur 23. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Tað eru serliga vaksin fólk,
sum hava mislitir í tonn
unum. Orsøkin er ofta, at
fólk í okkara parti av heim
inum drekka nógv kaffi, te,
reyðvín og ymisk sløg av
sodavatni. Haraftrat er royk
ing ein týðandi orsøk til, at
tenninar gerast mislittar.
Tannlæknin,
Thorsten
Jensen í Herlev, hevur um
dagarnar eina grein á www.
helse.dk um mislittar tenn.
– Orsøkirnar til mislitir
í tonnunum kunnu vanliga
býtast upp í tveir bólkar –
teir eksternu, sum koma
uttan eftir og teir internu,
sum koma innanífrá. Teir
eksternu mislitirnir, sum vit
kenna frá royking, mati og
drykkjuvørum við litevnum,
sum seta seg á tannflatuna.
Mislitirnir
síggjast
sum
plettir ymsastaðni á tonn
unum og í summum førum
um alla tonnina, sum fær ein
gulan, brúnan, svartan ella
bláligan lit.
Tannlæknin vísir á, at
internir mislitir kunnu stava
frá brekum í tanngleringini,
sum kunnu vera viðføddir
løstir.
– Orsøkin kann eisini vera
ávirkan av heilivági, eitt nú
pensillini undir tannbún
ingini – ella, tá hol byrja at
koma í tenninar. Fyribrigdið
»dental fluorosa« er ein onn
ur kend orsøk, og her kunnu
mislitir koma, meðan tenn
inar búnast. Slíkt hendir
ofta, tá flúr(flour)innihaldið
í drekkivatninum er stórt.
Kunnu bleikjast
Thorsten Jensen vísir á, at
summi kunnu hava eina
frammtonn, ið líka sum
er blálig á liti, eitt nú sum
danski
víkingakongurin,
Haraldur Blátonn. Blái litur
in stavar frá einari bløðing í
tonnini.
– Hesin blái litur kann
fáast burtur við rótviðgerð,
har tannlæknin leggur eitt
bleikingarevni inn í sjálva
tannkrúnuna
og
soleiðis
endurskapar náttúrliga litin.
Tannlæknin sigur, at ein
tonn, sum verður rakt av
stoyti, men har tannnervin
framvegis er livandi, kann
eisini gerast mislitt.
– Her kann tannlæknin
gera eina roynd við einum
sonevndum bleikiskinnara,
ið er ein bleytur plastskinn
ari, sum verður settur inn í
munnin. Í skinnaranum er
bleiki-gel ella bleikilop, sum
bara bleikir leysliga. Tað eru
eisini nøkur dømi um mis
litir, sum stava frá gomlum
tannskaðum ella rótviðgerð
um.
Thorsten Jensen vísir á,
at rótviðgjørdar tenn kunnu
bleikjast
internt,
meðan
livandi tenn bara kunnu
bleikjast eksternt. Av eftir
gjørdum
hjálparmiðlum
kunnu
nevnast
eitt
nú
krúnu-viðgerð, viðgerð við
porsileni ella plasti.
– Her er neyðugt, at tann
læknin fyrst tekur burtur ein
part ella alt tað mislitta pett
ið, sum síðan verður eftir
gjørt við porsileni ella plasti,
leggur hann aftrat.
Ikki hjá børnum
Flestu vita, hvussu tann
læknin plagar at pussa tenn
inar við pussievni, sum er ein
lættur máti at sleppa av við
mislitir, og fleiri hava iva
leyst eisini hoyrt um tann
bleiking.
– Tá tannlæknin pussar
tenninar, verður eitt pussi
smyrsl, ið virkar sum eitt
slípingarevni, brúkt, og tá
verður roynt at taka burtur
mislitir við at slípa ein part
av gleringini burtur fyri at
røkka inn til glering við ong
um misliti.
Thorsten Jensen sigur,
at tannlæknar kunnu bara
bleikja tenn hjá børnum und
ir 18 ár, um mislitirnir stava
frá sjúku ella menningar
órógvi í tannbúningini.
– Er talan um gular tenn,
sum annars eru frískar,
noyðist barnið at bíða, til
tað verður vaksið. Fólk eiga
altíð at spyrja tannlækna til
ráðs, um mislitir eru á tonn
unum, sum tey ynskja at
gera nakað við. Drekkur tú
nógv kaffi ella te, er tað ein
góður máti at skola munnin
gjøgnum dagin við vatni.
Roykisteðgur og regluligt
munnreinføri er besta verjan
móti misliti í tonnunum,
sigur tannlæknin, Thorsten
Jensen.
vilmund@sosialurin.fo
Mislittar tenn kunnu bleikjast ella slípast
Soleiðis heldur
tú heilan kláran
– Drekkur tú nógv kaffi ella te, er skilagott at skola munnin gjøgnum dagin við vatni. Roykisteðgur og
regluligt munnreinføri er besta verjan móti misliti í tonnunum, sigur tannlæknin, Thorsten Jensen
Náttarsvøvnur er ógvuliga
týdningarmikil. Tá vit sova,
verður heilin bókstaviliga
»vaskaður«. Ávíst er, at fólk,
sum í nógv ár hava havt
svøvntrupulleikar,
eru
í
størri vanda fyri at gerast
dement. Tað sigur Henning
Kirk, sum er granskari í
aldri og hevur skrivað fleiri
bøkur um evnið.
– Hvønn mongun, vit
vakna, er livitíðin hjá okk
um menniskjum longd við
umleið seks tímum. Soleiðis
hevur menningin verið í
fleiri enn 150 ár í evropeisku
londunum,
sum
hava
longsta
miðallivialdurin,
sigur granskarin.
Kelda: www.helse.dk
Mislitirnir síggjast sum plettir ymsastaðni á tonnunum og í summum førum um alla tonnina
Roykisteðgur og regluligt munnreinføri er
besta verjan móti misliti í tonnunum