Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Meðan stóri bólkuin hjá lands­stýriskvinnuni við heilsu­málum, sum skal gera eina menn­ingarætlan fyri heilsu­verkið, er mannaður við um­boðum fyri nógvar starvs­fólkar, so varpar Lækna­felag Føroya fyrst og fremst ljós á viðurskiftini hjá lækn­unum í heilsuverkinum. Vælvitandi at læknar eru ein av hornasteinunum undir heilsuverkinum, so hevur tað sjálvandi stóran týdning fyri myndugleikarnar at vita, hvussu læknarnir síggja støð­una í heilsuverkinum. Og hon er ikki góð. Fleiri stórir trupulleikar eru, sum til dømis, at okkum eftir teirra meting tørvar ein­ ar 50 læknar afturat. Eisini mangla meira enn 300 milljónir krónur í heilsu­ verkinum. Læknafelagið metir eisini, at tað eru fleiri viðurskifti, sum gera at torført er at fáa yngri læknar og serlæknar at søkja hendan vegin. Læknafelagið er vitandi um, at eini 100 føroyingar lesa í løtuni til lækna, og tí heldur felagið, at tað er av­ ger­andi at fáa samband við hesi lesandi. Men felagið heldur sam­ stundis, at nøkur grund­leggj­ andi viðurskifti í Føroyum eiga at fáast at virka. Sáttmálarnir Læknafelagð hevur havt ein fund um hesi viðurskifti, har bólkaarbeiði var gjørt og fok­ us sett á støðuna. Ein av bólkunum vísti á, at sum eitt minstakrav eigur sátt­málin at verða hildin. Tað ber ikki til, at læknar arbeiða yvir í langa tíð, men hvørki slepa at avspáka ella fáa yvirtíðina útgoldna, sum løn. Eisini verða onnur viður­ skifti nevnd, sum kanska hava minni við læknastarvið at gera: til dømis, at øll, sum søkja um starv í Føroyum í minsta lagi fáa svar og at greið­ar starvslýsingar eiga at ger­ast fyri øll størv. Ein av arbeiðsbólkunum vísir á, at fleiri av teimum, sum Læknafelagið hevur havt samband við hava sagt, at vána­liga umtalan – image – av heilsu­verikinum ger, at tey aftra seg við at velja Føroyar, men heldur velja Før­oyar frá. Meðan summir bólkar hava sagt, at tað er neyðugt, at skurðlæknar sleppa at ar­ beiða á skurðgongini í minst tríggjar dagar um vikuna, so halda aðrir at tað ber til um teir sleppa at arbeiða har í tveir dagar um vikuna. Tað hevði eisini verið tað dupulta av tí, sum teir gera í dag. Læknafelagið vísir á onn­ ur arbeiðsviðurskifti, sum mugu broytast, skal bera til at fáa nýggj fólk hendan vegin t arbeiða. Í løtuni tykist stórur tørv­ ur at vera á at fáa røntgen­ læknar og ortopædi­læknar hendan vegin. Tey sum virka í løtuni, eru øll komin væl til árs. Læknarnir siga eisini, at er tað torført at fáa serlæknar til Landssjúkrahúsið, so tykist tað vera nærum ómøgu­ligt at hugsa sær, at hetta fer at bera til á teimum smærru sjúkrahúsunum. Fólkagrundarlagið er ov lítið og tí er torført hjá ser­ læknum at halda sínar fak­ ligu førleikar viðlíka. Ein av arbeiðsbólkunum hjá Læknafelagnum heldur, at tað eigur at gerast eitt sátt­málakrav, at serlæknar í Føroyum við jøvnum millum­ bili eiga at sleppa at arbeiða uttanlands í ávís tíðarskeið, so fakligu førleikarnir verða royndir saman við øðrum og samstundis mentir. GRUND- LEGGJANDI AVTALUR MUGU HALDAST Løknafelag Føroya er eisini fakfelag hjá læknunum – tí verður eisini varpað ljós á arbeiðsviðurskiftini HEILSUVERKIÐ Rætting: Í blaðnum mánadagin stóð at eftirlitið við skurð­ viðgerðum var so vánaligt, at læknar kundu velja at operera í einari garasju og so kundi sjúklingurin vakna upp í hjallinum. Journalist­urin legði Pál Weihe hesi orð í munnin. Tað var skeivt! Orðini átti Jákup Petersen, yvirlækni.