Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 Sosialurin Læknarnir seta tølini ov høgt HEILSUVERKIÐ Árni Gregersen Brúk er fyri umleið 50 lækn­um afturat í føroyska heilsu­verkinum. Tað metir Læknafelag Føroya, sum hevur gjørt eina kanning og eina met­ ing av, hvussu nógv­um lækn­um brúk er fyri, skal før­oyska heilsu­verkið javn­setast við heilsu­verk­ ini í granna­londum okkara. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa lækn­ ar – og serliga serlæknar – at søkja tey størv, sum eru leys í Føroyum. Tunga vakttarbyrðan og arbeiðsumstøðurnar ann­ ars eru nakrir av trupul­ leik­unum, men eisini at heilsu­verkið umfatar eitt so lítið fólkagrundarlag, sum smá 50.000 fólk ger, at ser­læknar himprast at søkja størv í Føroyum. Tað er vanliga meira lokkandi at søkja hesi størv, har starvasfelagar við somu sergreinum eru fleiri í tali og fólka­grundar­ lagið er hægri. Læknafelag Føroya hev­ur varpað ljós á hesi við­ur­skiftini. Tað vísir seg, at ein rekrutteringsætlan er gjørd á medisinska depl­inum á Lands­sjúkra­ hús­inum og hetta hevur havt eina positiva ávirkan á viður­skiftini. Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur: – Í ein vissan mun hev­ ur hetta eydnast. Nú venda fleiri serlæknar aftur, sum hava verið í specialisering innan Intern Medisinka økið. Fleiri serøkir verða sett við serlækna í 2016 og 2017 og nynormeringar framd­ar. Ein serliga stóran týdning hevur gransk­ ingin havt. Fýra Phd. verk­ ætlanir eru á medi­sinska økinum (ein hevur staðið Phd. í 2014). Gjørd fyri seks árum síðani Sami trupulleiki at fáa læknar til Føroyar, finst eis­ini aðrastaðni í granna­ lond­um okkara. Læknar vilja fyrst og fremst vera knýttir at uni­versi­tets­ sjúkra­húsum, ella sjúkra­ hús­um, har fólkagrundar­ lagið er stórt. Tí valdi medisinski depilin fyri seks árum síð­ ani at gera eina ætlan, sum kundi gera tað eitt sind­ur meira lokkandi at koma til Føroyar at ar­beiða. Hetta var í fyrstu atløgu gjørt í samstarvi við heilsu­málaráðið, sum var kunn­að um ætlanina. Síðani var farið undir at arbeiða við, at serlæknar í Føroyum kunnu vera knýtt­ir at serlæknadeild á sjúkra­húsum uttanlands. Tey kundu tildømis ar­ beiða einar tríggjar vikur í Føroyum og so eina viku á ser­deild í einum av hinum granna­londunum. Í Føroyum var farið undir at fyrireika ser­økini, soleiðis at økini framm­an­ undan vóru mannað við væl útbúgv­num starvs­ fólk­um, tá ið serlæknin kom til Føroyar til arbeiðis. Eisini var gjørt greitt, hvussu stór arbeiðsbyrðan er í Føroyum, serliga tá ið læknar eru einsamallir á ser­øki. Sjálvt um hendan roynd­ir er gjørd seinastu seks árini, so sigur Bjarni á Steig, at meira má leggjst aftur­at, skulu vit megna at fáa læknarnar hendan vegin. Í einari framløgu á fundi í Læknafelag Føroya skeyt hann hetta upp: • Fanga serlæknar í »flukt­ ini«. Tað skal syrgj­ast fyri góð­um arbeiðs­um­støðum. Her­við mein­ast fakliga, men eisini at starvs­fólkini eru væl­út­búgvin og kunnu supplera sína vitan leyp­andi. • Center til Center avtalur er ein møguleiki, tá ið eing­in serfrøðingur er. Eisini ber til fyri eina tíð at stuðla funktiónini í neyð • Fokusuppihald er eis­ini ein møguleiki, sum stund­ um hevur verið nýttur. Hetta hevur givið úrslit við tveimum serlæknum inn­an týðandi medisinsk øki. Ein átti at roynt hetta meira systematisk. T.v.s. bjóða yngri læknum und­ ir útbúgving vikariat í spesial­inum. • Rekruttera longu tá lækn­ar eru undir lesn­ aði. Vit vita, at fleiri lækna­les­andi gera stórar verk­ætlan­ir og Phd. Tískil er nær­um neyðugt at seta seg í samband við hesi 100 før­oysku læknalesandi, so­leiðis at tey síggja møgu­leikan at venda aftur til før­oyska heilsuverkið. • Síðani er neyðugt at hyggja eftir hjúnafelaga við­víkjandi arbeiði, børn­ unum viðvíkjandi barna­ ansing, løn- og pensións­ viður­skifti og íbuð. Áður var møguleiki hjá ser­lækn­um/yvirlæknum at fáa íbúð til ein sjálvur hevði bygt sær hús. Hesin møgu­leikin er við at vera horvin, nú allar ognir eru um at vera seldar. arnig@sosialurin.fo Fyri at fáa yngri læknar og serlæknar at koma til Føroyar at arbeiða er neyðugt at gera eina felags ætlan fyri rekruttering Læknatrot ger tað neyðugt at lokka serlæknar til Føroyar Læknafelag Føroya sigur, at brúk er fyri umleið 50 lækn­ um afturat í Føroyum, skulu vit kunnu javnseta føroyska heilsuverkið nøkulunda við tey í grannalondum okkara. Fyrrverandi lands­stýris­ maðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, sigur tó, at tølini, sum læknarnir spæla út við, eru alt ov høg. Samanberingin við tølini í okkara grannalondum eru ikki í lagi, heldur hann. – Tá ið tølini komu fram gjørdu vit í heilsu­mála­ráð­ num eftirrokningar, sum vísa, at tølini ikki eru til at saman­bera. Nógv av tí, sum verð­ur brúkt til konsulent- ar og viðgerðir uttanlands var als ikki tikið við, sigur hann. Karsten Hansen sigur seg ikki skilja, at Læknafelagið velir at ganga einagongd, nú farið er undir at gera eina menn­ingarætlan fyri heilsu­ verkið, men hann er kortini ikki bilsin. – Tá ið vit fyri nøkrum ár­ um síðani gjørdu eitt arbeiði um heilsudeplar, tá søgdu lækn­arnir bart út, at tey ikki vildu koma á fund og tískil hildu tey seg burtur. Lækn­ arnir tíma ikki væl at sam­ virka við øðrum fyri at finna loysnir, sigur hann. Talið munandi lægri Meðan Læknafelagið sigur, at føroyska heilsuverkið hev­ ur ein tørv á minst 50 lækn­ um afturat, so heldur fyrr­ verandi lands­stýris­maðurin, at talið er alt ov høgt sett. – Eisini hetta eftir­kann­ aðu vit og okkara úrslit vísti, at í Føroyum er tørvur á 10 til 15 læknum afturat fyri at vit kunnu samanbera okk­um við hini heilsuverkini í Norðan­ londunum, sigur hann. Fyrrverandi lands­stýris­ maðurin vísir eisini á, at neyð­ugt er at hava eina realist­iska tilgongd til málið, tí fyri hvønn serlækna, sum sett­ur verður, skulu nógv onn­ur starvsfólk setast aftur­at. – Minnist meg rætt, so skulu meira enn 15 onn­ur starvs­fólk til í heilsu­verk­ inum fyri hvønn serlækna, sigur Karsten Hansen. Um bólkin, sum skal gera eina menningarætlan fyri heilsu­verkið, sigur hann: – Við so nógvum fólkum og so stuttari tíð, so skal ar­ beiðið stýrast við harðari hond. Karsten Hansen situr sjálv­ur í politiska fylgi­bólk­ inum, har hann umboðar Mið­flokkin. Fyrrverandi landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, heldur at læknarnir seta tølini ov høgt Bjarni á Steig, yvirlækni