Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Avgerðin er tykkara Tórshavnar kommuna tekur eisini hond um ungdómin í Kollafirði Súni Selfoss formansvalevnið Løn og ábyrgd skulu fylgj­ ast, trivnaður á arbeiðs­ pláss­um skal í hásæti, og Starvsmannafelagið skal brúka sína ávirkan í sam­ felag­num. Tit eiga avgerðina og at­kvøðuna – eg havi royndir­nar. Starvsmannafelagið er breitt samansett og er tí eitt sterkt fakfelag, ið fevn­ir víða. Við seinastu sam­ráð­ ing­um megnaðu vit at fáa lønar­hækking til allar limir og lyft summar limir upp í hægri lønarbólk – og hesum skulu vit halda fram við. Men vit skulu stríðast hvønn dag, árið runt. Royndir og vitan eiga at geva viðbót Nógvir limir hava verið leingi í sama starvi og eru tí komin á endaløn og hava verið har leingi. Hesi starvsfólk sita við rættuliga nógvum roynd­um, nógvari vitan og eru serstakliga dugnalig til títt arbeiði, men eftir 7 ár í starv­ið, steðgar lønaraldurin og har stendur tú. Vit høvdu, sum krav til seinastu sáttmála­sam­ráð­ ingar at broyta hetta, so starvs­fólk, ið eru á enda­stigið og hava verið har leingi, skuldu fáa eina kompensa­ sjón fyri tað, men tað var ikki semja um tað, tíverri. Hetta er absolutt eitt av teimum málunum, eg fari at arbeiða víðari við. Trivnaður og strongd Ein fortreyt fyri einum góð­ um og meiningsfullum ar­ beiði er trivnaðurin. Trivn­ aðar­kanning og kann­ing av strongd eru gjørdar. Úrslitini vóru í fleiri førum ræðandi og tí er tað at fegnast um, at Arbeiðs­eftir­litið upp­rað­ festir arbeiðs­ork­una, við at seta fleiri skikkaði starvsfólk í starv. Hesi bæði álvarsmálini, trivn­aður og strongd, hava eis­ini verið tvey av mínum hjarta­málum. Eg fari at halda áfram við hesum ar­ beið­inum og gera mítt til, at trivnaðurin verður sett­ur í há­sæti á øllum stovn­um og fyri­tøkum og at tað fram­ vegis verður ar­beitt við, at betra um arbeiðs­viður­skift­ ini hjá limum felagsins. Almennu partafeløgini Almennu partafeløgini, har fleiri av limum felagsins ar­beiða, eru ikki fevnd av al­mennu innlitislógini og fyri­sitingarlógini. Tað merk­ ir, at starvsfólkini ikki eru starvssett á jøvnum føti við onnur á almenna ar­beiðs­ marknaðinum. Eisini merkir tað, at ikki ber til at fylgja við í hvussu feløgini arbeiða. Tað er púra burturvið, at feløg, sum tað almenna eigur, kunnu vera ein statur í stat­ inum og tí mugu vit broyta lóg­ina, so starvfólk verða javn­sett og feløgini koma undir fyrisitingar- og innlits­ lógina. Arbeiðsgevarin og sátt­málaparturin er hin sami óansæð og tí eiga rættindi og skyldu eisini at vera tey somu. Við mær fáa tit ein for­ mann, ið hevur prakt­isku royndirnar við fak­felags­ar­ beiði. Eg bjóði meg fram at stríðast fyri tykkum. Tit eiga avgerðina og at­ kvøðuna – eg havi royndir­ nar. Bergur R. Dam Jensen Kollafjørður Í hesum mánaði leggur Tórs­ havnar kommuna fráboðan út um, at tað eisini skal bjóð­ ast ungdómstilboð út í Kolla­ firði eins og í Hoyvík, Nólsoy, Norðasta Horni, Kaldbak og á Margarin­fabrikkini í Havn. Forkvinnan í menta­ mála­nevndini, Helena Dam á Neystabø, hevur ein lítlan tíðindastubba í viku­ skiftis-Sosialinum fríggja­ dagin 12. februar, sum í høvðusheitinum lýsir hetta til­boð og virknið. Hon endar stubban við at frøast um, at semja er um at seta hetta í verk, og at ætlan er at byrj­að hesi tilboð hósdag og leygar­ dag. Aldursbólkar eru 6. – 7. flokk og so 7. flokk +. Mítt dagliga arbeiði er at virka handil við Sjógv í Kolla­firði, ið er miðskeiðis í bygdini. Mangan kundi handil okkara verið eitt spæli­pláss hjá hesum ungu. Vit síggja tørvin, serliga tá ið kvøld­ið kemur. Ítrotti eru tað ikki øll, sum hava áhuga fyri, og tað skal eisini verða pláss fyri tí. Tað er heildina, eg hugsi um her, og haldi eg at hetta við »ungdómstilboðum« ljóð­ar sera áhugavert júst av hesi ársøk. Tá ið eg var tann­ár­ ing­ur, tá var ítrotturin hjá nógv­um nakað man gjørdi fyri at varðveita sítt sosiala sam­band uttan fyri skúlatíð og ikki vegna áhuga. Hetta sær út at verða nakað tað sama øll árini síðan. Tí er tað at frøast um, at tað verður sett nakað ítøkju­ ligt í verk her. Eg vóni, at okk­ara ungu kollfirðingar fara at taka væl ímóti hesum til­boði. Ungdómsins tíð er vend­ ingspunkt frá barni til vaksna­mannalívið. Her eru broytingar ígongd sum per­ són­urin, kroppurin skal venja seg við og byrja at skilja og síggja tingini ørðvísi. Tí er tað av alstórum týdningi, at hond verður tikið um. Kunningarskriv frá Føroya Astma/Allergifelag Í januar 2016 luttóku tveir limir úr Føroya Astma/ Allergi­felag í Astmaskúla í Esbjerg. Og fingu vit her nógva aktuella, góða og læru­ríka vitan um astma og allergi. Astmaskúlin er fingin í lag av Astma-Allergi Dan­ mark og umboð fyri heili­ vágs­felag. Vegna tess at Føroya Astma/Allergifelag er undir­deild av Astma- Allergi Danmark, hava tey, ið eru limir í Føroya Astma/ Allergi­felag fría atgongd at luttaka í Astmaskúla í Dan­ mark. A s t m a s k ú l a r n i r verða lýstir í blaðnum »AstmaAllergi«, sum kem­ ur út 6 ferðir um árið, og fáa lim­ir­nir í Føroya Astma/ Allergi­felag blaðið send­andi við postinum. Á Astma­skúl­ anum fingu vit ikki einans kunning og týdningarmikla vitan um astmu, men eisini fleiri dømi um viðgerð. Ein stórur partur av skeið­inum snúði seg um medisiner­ing. Tey ið lut­ tóku – umleið 50 fólk í tali – fingu høvi at spyrja um júst teirra astma medi­sin­ er­ing og fingu gott og væl­ grundað svar frá Vibeke Bacher, professara og yvir­ lækna, ið dagliga arbeiðir á Institut for Klinisk Medicin á Bispebjerg Hospitali í Keyp­mannahavn. Tíverri hava vit ongan serlækna/serfrøðing í astma og allergi her í Før­ oy­um, tó hava vit eina ser­út­búna sjúkrasystir, ið arbeiðir ein hálvan dag aðru­hvørja viku á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi. Limaskapur í Føroya Astma/Allergifelag gevur møguleikar og fyrimunir Limagjaldið fyri lima­ skap í Føroya Astma/ Allergi­felag er 225 kr. um árið. Lima­skapur gevur børn­um og ungum, ið hava astmu ella eksem, møgu­ leika at luttaka á summar­ legu í Danmark í 14 dagar. Søkjast kann um stuðul at luttaka á summarlegum fyri børn og ung. Foreldur at børnum, ið luttaka á summar­legum, kunnu vera við sum hjálparfólk á leg­ unum. Føroyingar kunnu fáa serviðgerð fyri astmu á Bispe­bjerg Hospitali Um fólk ynskja at verða kannað og fáa viðgerð fyri astma hjá Vibeke Bacher, professara á Bispebjerg Hospi­tali, er tað eisini møgu­ligt. Professarin, ið dag­liga starvast á lungna­medi­ sinsku deild á Bispebjerg Hospitali, kunnaði um, at hon eftir avtalu tók ímóti sjúk­lingum úr Føroyum. Sjálv viðtalan er ókeypis, tó mugu fólk sjálv bera kostn­ aðin fyri ferðina. Fyrilestur í Skúlanum á Giljanesi Leygardagin hin 27. februar kl. 15 skipar Føroya Astma/ Allergifelag fyri almennum fyri­lestri um góða inniluft í Skúlanum á Giljanesi. Kunn­að verður um, hvussu ella á hvønn hátt sleppast kann undan trupulleikum við blámusoppi – hetta er evni, ið er sera aktuelt og hevur verið nógv umrøtt og við­gjørt seinnu árini. Lone Grønborg, cand. scient., heldur fyrilestur, ið hevur heitið Góð inniluft. Lone arbeiðir burturav við ráð­geving júst á hesum virkis­øki. Føroya Astma/Allergi­ felag hevur givið út bók­ ling­in »Soleiðis fært tú góða inni­luft. Góð ráð um bústaðin«. Á fundinum á Giljanes skúla verður møgu­ligt at fáa eintøk av bók­ling­inum. Øll eru væl­ komin. Føroya Astma/ Allergifelag Astmaskúli í Danmark