hósdagur 25. februar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
8
– Er tað so álvarsamt, hugsaði
eg. Eg skilti ikki fyrr enn tá, hvussu
álvarsom støðan var, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Og tá fóru tankarnir í gongd. Jón
var í hjálmi, tá ið óhappið hendi, og
hóast hjálmurin als ikki sýnir tekin
um nakran stóran stoyt, so er Jón
kortini sannførdur um, at hjálm
urin eigur lívið í honum.
– Eg bleiv við at hugsa, hvat
hevði hent, um eg ongan hjálm
hevði á. So hevði eg ikki ligið har
vakin. So hevði eg ligið onkra
heilt aðrastaðni, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Skallabrot, heilaskjálvta
og sundurskrætt oyra
Taljan, sum fleyg í heysin á Jón
Krosslá Poulsen hendan dagin, má
sigast at hava troffið væl. Eingin ivi
er um, at vóru umstøðurnar øðr
vísi, so kundi taljan gjørt enda á
fótbóltsspælaranum úr Vági.
Komin á Landssjúkrahúsið
verður Jón fyrst av øllum koyrdur
á intensivu deild og sendur í skann
aran fyri at kannað, um nakkin ella
annað í beinagrindini hevur tikið
skaða. Hann verður sendur fleiri
ferðir í skannaran hendan dagin, tí
ein slíkur brestur kann gera álvar
sama skaða á fólk. Og hóast Jón var
heppin í óhappinum, so var smeit
urin ikki blíður.
– Teir sendu meg inn at fáa
seymað høgra oyra saman aftur, tí
tað var skrætt sundir allar vegir, og
hekk nærmast í allar ættir, greiðir
Jón Krosslá Poulsen frá.
Oyra fekk størsta smeitin, men
skallin slapp ikki óskalaður ígjøgn
um hendingina.
– Teir søgdu, at eg hevði skalla
brot, og ætlaðu at senda meg á
Ríkissjúkrahúsið. Men so fekk eg
boð um, at brotið var so mikið lítið,
at heilivágur ivaleyst kundi fáa tað
at vaksa saman aftur, greiðir Jón
Krosslá Poulsen frá.
Ta náttina sleppur Jón ikki at
hvíla. Hann verður vaktur hvønn
tíma, tí hann hevur fingið álvar
saman heilaskjálvta, og tá er
vandamikið at sova ov leingi. Vandi
kann tá vera fyri, at tú ongantíð
vaknar aftur.
– Tað var ein tung nátt. Eg hevði
ongan matarlyst, og vildi spýggja
og hvat veit eg. Og eg bleiv við at
hugsa um, hvat hevði hent, um eg
ikki var í hjálmi, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Tankar um, hvat kundi verið,
spøktu aftur og aftur teir dagarnar
Jón lá á Landssjúkrahúsinum.
– Eg skal vera pápi í summar, og
eg bleiv við at hugsa, um eg nú ikki
slapp at hitta mítt barn, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Tað varð tó skjótt greitt, at Jón
sleppur heilskapaður burturúr
arbeiðsóhappinum. Sunnudagin
eftir arbeiðsóhappið verður hann
útskrivaður av Landssjúkrahús
inum og fer aftur til hús. Tá kennir
hann seg væl, og øll familjan, ver
familjan og fleiri vinfólk eru komin
til Havnar at stuðla unga mann
inum. Serliga mamma Jón, Mary
og daman Petra hava verið um
Jón og hjálpt honum við at koma
ígjøgnum hendingina.
– Eg kendi meg væl sunnudagin
og fór tí heim, har daman og øll
familjan var um meg og hjálpti
mær. Men beinan vegin fann eg
útav, at eg orkaði ikki so væl sum eg
helt. Eg mátti fara inn í kamarið og
lata hurðina aftur og hvíla høvdið,
sum ikki orkaði allan gangin, sigur
Jón Krosslá Poulsen.
Hvussu við Víkingi?
Við sær heim fekk Jón antibiotika í
tablettformi, men longu náttina til
mánadagin gjørdist greitt, at hann
ikki tolir hendan heilivág.
– Pínan í maganum var øgilig.
Eg dugi ikki at siga, hvør pína
var verri – tann í høvdinum ella
tann í búkinum, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Hann verður tí innlagdur aftur
í fýra dagar, tí hann skal hava anti
biotika ígjøgnum æðrarnar, og tá
verður betur. Men mitt í rokanum
hevur Jón føðingardag.
– Eg fekk heilivág innspræning
fýra ferðir um dagin. Klokkan 06,
12, 18 og 00. So eg fór heim miku
dagin at halda føðingardag við
allar familjuni og síðani út aftur
á Landssjúkrahúsið, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
Í dag spøkja tankarnir um, hvat
kundi hent, ikki longur. Jón er
fegin um, at hann bert er sjúkra
meldaður í fýra vikur, og tí aftur
kann fara til arbeiðis og venja
við Víkingi innan alt ov leingi. Og
júst fótbólturin er eitt av teimum
tingunum, sum festu seg í huga
heimin hjá Jón hasa løtuna á
Landssjúkrahúsinum, tá ið hann
varnast álvaran í støðuni.
– Eg hugsaði eisini um Víking,
tað má eg viðganga. Eg hugsaði, um
eg nú ongantíð aftur skuldi spæla
fótbólt, og um hvat felagið fór at
siga, sigur Jón Krosslá Poulsen.
Komin inn á Landssjúkrahúsið
bað hann tí Petru ringja til liðskip
aran og siga frá støðuni.
– Teir hava verið ógvuliga
stuðlandi og hóast eg missi teir
fyrstu dystirnar í komandi kapp
ingarári, so gleði eg meg til at fara
í ljósabláu troyggjuna, tá eg komi
fyri meg aftur, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
»Teir siga mær, at eg reisti meg upp og royndi
at ganga, meðan blóðið fleyt út høvdinum.
Teir stuðlaðu mær síðani út í tún, og har setti
eg meg at fáa luft. Og so svímaði eg aftur«
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Í dag spøkja tankarnir um, hvat kundi hent, ikki longur. Jón er
fegin um, at hann bert er sjúkrameldaður í fýra vikur, og tí aftur
kann fara til arbeiðis og venja við Víkingi innan alt ov leingi.