Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 9 SAVNSMYND FLEIRI FRÁBOÐANIR UM ARBEIÐS­ VANLUKKUR Hóast tað eru lutvíst færri fráboðanir um arbeiðsskaðar og -vanlukkur í Føroyum enn í Danmark, vísur yvirlit hjá Arbeiðseftirlitinum, at talið av arbeiðsvanlukkum økist BARBARA HOLM U m hugt verður eftir lut­ fallinum millum danska arbeiðs­markn­aðin, við í miðal 2.700.000 løn­takarum, og føroyska arbeiðs­ marknað­inum, við í miðal 24.200 løntakarum, so vóru  í miðal 1,58 % av donsku løntakarunum fyri ar­beiðs­óhappi, meðan 0,48 % av føroysku løntakarunum vóru fyri ar­beiðsóhappi árliga í 2010-2012. Tølini vísa sostatt, at danska Arbejdstilsynet skrásetur áleið tríggjar ferðir so nógv arbeiðs­ óhapp millum danskar løntakarar, sum føroyska Arbeiðseftirlitið ger mill­um føroyskar løntakarar. Hóast danska fráboðanar­ skipan­in, ið er 100 % talgild, sann­ líkt hevur við sær, at ein stórur pro­sent­partur av øllum óhappum verður fráboðaður og føroyska skipanin, ið ikki er 100 % talgild, sann­líkt merkir, at ein minni pro­ sent­partur av óhappum í Føroyum verður fráboðaður, metir Arbeiðs­ eftir­litið ikki, at tal­an er um ein mun, ið kann trí­falda mongd­ ina av frá­boðanum í Før­oy­um. Sambært arbeiðs­um­hvørvis­ lóggávuni hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av at skipa bæði arbeiðspláss og arbeiðsgongdir á tryggan hátt. Arbeiðseftirlitið upplýsir, at eftirlitsvirksemið hjá myndug­ leikanum vísir, at flestu føroysku ar­beiðs­gevarar hava ein jaligan hug­burð til at halda ásetingarnar í ar­beiðsumhvørvislóggávuni. KELDA: LOGTING.FO Arbeiðseftirlitið Sambært skráseting hjá Arbeiðseftirlitinum, eru fylgjandi tøl av arbeiðsvanlukkum skrásett undanfarnu árini: Um hugt verður eftir tilsvarandi donsku tølunum fyri arbeiðsóhapp, fæst viðkomandi mynd: 2014: 124 2013: 145 2012: 126 2011: 127 2010: 83 2009: 141 - - 2012: 41.750 2011: 42.531 2010: 44.335 - Tøl og útleggingar í hesu grein sam­svara við tað svar, sum Johan Dahl, fyrrverandi lands­stýris­maður á økinum, gav Kristiannu Winther Pousen, tingkvinnu 5. november í 2014. Hóast fleiri royndir, hevur ikki eydnast Miðlahúsinum at fáa fatur á Arbeiðseftirlitinum og sostatt hevur heldur ikki eydnast at fáa hagtøl fyri 2015