Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 24 10 TEMA Kvinnustríð Hetta er ein søguligur dagur, sum skal minnast, markerast og hátíðarhaldast. Eingin av teimum, sum settu sín kross 28. februar 1916, eru á lívi í dag. Men mangar kvinnur í ymiskum aldurs­bólkum kring landið, minnast stríðsmál í ymiskum tíðar­skeið­um, sum tær hava eygleitt, stríðst fyri ella kanska verið ímóti. Sum tá Lisbeth L. Petersen, Karin Kjølbro og aðrar megnar kvinnur strídd­ ist fyri at fáa fleiri kvinnur áhugaðar í politikki, við eitt nú at skipa fyri Kvinnutingi í løgtingssalinum. Tað varð tó ikki væl móttikið, tí ting­ for­mað­urin tá metti ikki, at tingsalurin skuldi nýtast til slíkt fjant og fjas. Sum um alt, sum bara kvinnur gera, er fjant og fjas og ikki sømiligt til tignarliga ting­ húsið. Men tær bakkaðu ikki. Tvørturímóti vóru tær firtnar og stríddist enn harðar fyri at sleppa at nýta tingsalin og at enda eydn­ aðist. Kann nakar okkara ímynda sær at fáa eina slíka við­merking í dag? At ein løgtingsformaður, leiðani politikari, stjóri ella líknandi kann finna uppá at siga, at kvinnu­virksemi er fjant og fjas? Ja, tað er undir øllum umstøðum nakað, sum týðir uppá, at ungar kvinnur kenna seg fyri mismuni í dagsins Føroyum, um enn sam­skifti ikki hevur sama niður­gerandi tónalag, sum tá Lisbeth, Karin og hinar ráddu fyri borgum. Við javnstøðu fyri eyga fer eitt átak av bakka­ stokki í næstum, sum eitur Damu­domi. Ungu kvinnur­ nar handan átakið vísa á, at í gerandisdegnum eru mangan viðmerkingar og at­burður at hóma, sum bera ein sexistiskan undirtóna. Sum tá kvinnur verða dømd­ar fyri sína útsjónd og ikki síni avrik. Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kring­varp­inum júst hetta. At tað er løgið, at hárið fær størri uppmerksemi enn tað, hon sigur. Tær ungu kvinn­ ur­nar kenna júst hetta sum eina forðing – at kvinnur ikki altíð verða tiknar í álvara. Ein av kvinnunum, sum mangan verður rópt millum valdmiklastu kvinnurnar í landinum – Johanna á Bergi – merkir tó ikki hendan trupulleikan, sum tíðinda­ leiðarin í Kringvarpinum og ungu kvinnurnar handan Damudomi uppliva. Og hon heldur ikki, at vit skulu ræðast tað faktum, at tað er munur á kynunum og munur á fólki. Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at vit eru komnar langt, síðani okk­ara for­møður luttóku í fólka­ ræð­inum í 1916. Vit eru tó ikki komnar á mál, mugu vit stað­festa, eftir at hava sæð seinastu uppgerðina yvir lønarlag í Føroyum. Kvinnur for­vinna framvegis munandi minni enn menn, og flestu leiðandi størvini eru kvinnað av monnum. Eg meini mannað.. Og ikki at gloyma skrift­málið. Hátíðarhalt 100 ára dagin saman við Vikuskiftis Sosial­inum, í temasíðunum hesa­ferð. Sunnudagin komandi eru júst 100 ár síðani, at formøður okkara settu sín kross í samband við løgtingsval fyri allar fyrstu ferð Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum 100 ár síðani okkara for­ møður valdu fyri fyrstu ferð EIRIKUR LINDENSKOV H óast kvinnur hava havt valrætt og kunna still­ að upp til løtingsval í 100 ár, so tók tað 62 ár hjá før­oyingum at venja seg so væl við tankan um, at kvinnur vórðu vald­ar í løgtingið. Tað hendi á løgtingsvalinum 7. november í 1978, tá Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting í Suður­streym­ oy­ar valdømi. Men Jona Henriksen hevði sitið á tingi valskeiðið frammaundan. Hon stillaði upp til løgtingsvalið í 1974 og fekk næstflestar at­ kvøð­ur. Jákup Lindenskov varð aftur­valdur, men tá hann helt fram í landsstýrinum, tók Jona Henriksen sæti fyri hann í løgting­ inum frá 1975 til løgtings­valið í 1978. Fyrsta kvinna, sum hevur møtt á tingi var Malla Samuelsen úr Sjálv­stýrisflokkinum, sum kom inn nakrar dagar í 1964 sum eykafólk fyri Marius Johannesen. Men tað er altso ikki fyrr enn í 1975, at ein kvinna, Jona Henriksen, hevur fast sæti í tingsalinum. Í 1978 varð løgtingsvallógin broytt soleiðis, at talið av val­dømis­ valdum tingfólkum verður økt úr 20 upp í 27. Talið á eykamandatum verð­ur samstundis lækkað úr 10 niður í 5. Eftir hetta varð talið av løgtingsfólkum altíð 32. Framman­ undan var talið skiftandi. Tá lógin um eitt valdømi kom í gildi í 2008, varð tingfólkatalið hækkað til 33. Broytingin í 1978 førdi við sær, at 8 valdømisvald fólk skuldi veljast í Suðurstreymoy. Og júst í Suður­ streymoy var møguleikin størstur at fáa kvinnur valdar, tí hetta var fólkaríkasta valdømi. Og soleiðis var longu í 1978, tá Jona Hendriksen varð vald sum nummar tvey hjá Javnaðar­ flokkinum og Karin Kjølbro sum nummar tvey hjá Tjóð­veldis­flokk­ inum. Í 1980 røkk Jona Henriksen ikki øðrum plássi, tí tá varð hon yvirhálað av Jóannes Dalsgaard. Jona Henriksen gjørdist nummar trý á listanum, og møtti av og á sum vara­fólk fyri Jákup Lindenskov, sum tá var fólkatingsmaður. Karin Kjølbro var einsamøll kvinna á tingi frá 1984 til 1988. Á løgtingsvalinum í 1988 verður Karin Kjølbro afturvald. Hesaferð hevur Tjóðveldisflokkurin tvær kvinnur í fremstu røð, tí á fyrsta plássið verður Jóngerð Purkhús vald. Og tá verður eisini Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum vald. Tí eru tríggjar kvinnur í løg­ ting­inum valskeiðið frá 1988 til 1990. Á valinum í 1990 verða tríggj­ ar kvinnur valdar: Lisbeth L. Petersen, Marita Petersen og Helena Dam á Neystabø, allar úr Suður­streymoyar valdømi. Í 1994 verða umframt tær tríggj­ ar, sum vórðu valdar í 1990, eis­ ini valdar Ingeborg Vinther fyri Verka­mannafylkingina. Hon er vald í Suðuroy og Maria Hansen í Vest­manna. Nú eru fyri fyrstu ferð kvinnur valdar uttan fyri Suður­ streym. Í 1998 minkar talið aftur niður á tríggjar kvinnur, sum allar eru valdar í Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Lisbeth L. Petersen og Katrin Dahl Jakobsen. Í 2002 verða aftur fýra kvinnur valdar – allar úr Suðurstreymoy: Annita á Fríðriksmørk, Kristina Háfoss, Katrin Dahl Jacobsen og Lisbeth L. Petersen. Í 2004 minkar talið niður á tríggjar: Lisbeth L. Petersen, Heidi Petersen, vald í Norðstreymoy, og Annita á Fríðriksmørk. Eftir at Føroyar gjørdist eitt val­dømi í 2008 fingu kvinnur fræg­ari atgongd til løgtingið, tí tá varð talið av kvinnu meira enn tví­ faldað til sjey kvinnur: Katrin Dahl Jacobsen, Annika Olsen, Annita á Fríðriksmrøk, Helnda Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen, Bjørt Samuelsen og Bergtóra Høgna­ dóttir. Í 2011 øktist kvinnuumboðanin aftur. Tá vóru 10 kvinnur valdar: Annika Olsen, Elsebeth M. Gunn­ leygsdóttur, Rósa Samuelsen, Edva Jacobsen, Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss, Bjørt Sameulsen, Gunvør Balle og Sirið Stenberg. Á seinasta løgtingsvali, sum var 1. september í fjør, lækkaði talið aftur til 9 kvinnur: Annika Olsen, Sonja Jógvansdóttir, Eyðgunn Samuelsen, Rigmor Dam, Sirið Stenberg, Kristina Háfoss, Annita á Fríðriks­mørk, Katrin Kallsberg og Hanna Jensen. Hóast valrætt í 100 ár, so hava føroyingar tilsamans bara valt 25 kvinnur á ting. Og bara 14 kvinnur hava sitið í landsstýrinum. 6 kvinnur hava havt sæti á tingi sum eykafólk fyri landsstýrisfólk HAVA BARA VALT 25 KVINNUR Á TING