hósdagur 25. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
14
TEMA kvinnustríð
BIRGITH LASSEN
H
óast tær eru samdar
um, at stórir partar
av kvinnustríðnum
eru vunnir í Føroyum,
halda tær, at samfelagið enn hevur
tørv á eini hugburðsbroyting.
Skulu vit hava totalt javnrættindi,
mugu vit taka nøkur tøk afturat,
siga tær. Og tað gera tær so nú.
8. mars verður sum vant altjóða
kvinnudagur, og fyrstu vikuna
í mars verður ein kafé í Havn í tí
sambandi karmur um fleiri tiltøk
undir heitinum Damudomi. Tað
verður ein røð av tiltøkum, har bara
kvinnur sleppa framat. Kvinnur
lesa upp, kvinnur framføra tónleik,
kvinnur servera, kvinnur gera mat
og kvinnur halda fyrilestrar.
– Hugskotið kom rættiliga
nattúrligt til okkum. Altjóða
kvinnudagurin nærkast og vit
vilja seta kvinnur á dagskrá. Skráin
fyltist so mikið skjótt, at áðrenn vit
vistu av, høvdu vit bókað eina heila
viku púra ómakaleyst. Og so kom
navnið »Damudomi«. Vit vilja hava
damurnar at dominera í eina viku
sigur Sunneva H. Eysturstein sum
er ein av teimum fýra, sum hava
tikið stig til tiltakið.
Men hvat vilja tær við hesum
tiltaki?
Uppgerð við
gerandistrupulleikum
Hóast tær fýra sum skipa fyri,
Christa Reynheim, Sunneva H.
Eysturstein, Solveig H. Olsen og
Turið Nolsøe, eru samdar um,
at føroyskar kvinnur í dag hava
nógvar møguleikar og góð rættindi,
siga tær, at tær sum kvinnur enn
møta trupulleikum og forðingum
á eitt nú arbeiðsmarknaðinum og
í náttarlívinum.
Tær greiða allar frá, hvussu
kvinnur í gerandisdegnum verða
viðfarnar á ein ávísan hátt, sum er
tengdur at teirra kyni.
Ikki at verða tikin í álvara.
Niðurgerandi tónalag. Og at
mannfólk og konufólk tosa um
kvinnur á ein heilt serligan hátt.
Hesi eru nøkur av dømunum, tær
fýra koma við, tá tær verða spurdar
um, hvat ein nútíðans føroysk
kvinna møtir av forðingum.
– Man hevur eina ávísa ímynd
av kvinnuni í dag. Tú verður dømd
fyri tína útsjónd, heldur enn at
verða dømd fyri títt avrik, sigur
Sunneva H. Eysturstein.
– Og tað er eisini ein trupulleiki,
at vit verða sæddar í einum ávísum
ljósi. Fólk halda ofta, at tað liggja
reproduktivar intentiónir aftanfyri
okkara gerðir. Tað er at redusera
okkum til okkara kyn, og tað haldi
eg ikki, vit hava uppiborið, leggur
Turið Nolsøe afturat.
Síðan 1950’ini eru feministar
alsamt farnir at varpa meir ljós
á gerandistrupulleikar. Trupul
leikar sum eingin kynskvotering
ella politisk lógarbroyting kann
betra um. Og tað er akkurát hesir
trupulleikarnar, tær fýra kvinnur
nar vilja gera upp við.
– Vit fara ikki at stilla okkum
á Vaglið at rópa um javnrættindi í
ár. Men vit vilja heldur varpa ljós
á nøkur ting í gerandisdegnum,
vit halda eru týdningarmikil,
sigur Christa Reynheim, sum
vónar, at hetta tiltakið fer at seta
javnrættindi á dagskránna.
Ungar kvinnur ikki
greiðar yvir trupulleikan
Øll tiltøkini verða hildin í Sirkus,
sum er ein kafé í Havn. Har verður
millum annað tónleikur, matur,
Tað er í hesum
smáu tøkunum,
at vit royna at
gera mun. Men
í roynd og veru
verður hetta mest
eitt hátíðarhald
av kvinnuni og
kvinnurørsluni«
Sunneva H. Eysturstein
MERKJA
MISMUN
Í GERANDIS-
DEGNUM
kvinnur valrætt í 100 ár
Hava føroyskar kvinnur javnrættindi ella er stríðið
enn livandi? Hesum spurningi ynskir Vikuskiftis
Sosialurin hesa ferð at svara. Vit hava tosað við
fýra kvinnur sum í næstum skipa fyri umfatandi
tiltaki í samband við altjóða kvinnudagin.