hósdagur 25. februar 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
15
yrkingaupplestur og fyrilestrar.
Stýrt av kvinnum sjálvandi. Til
fyrilestrarnar fer Solveig Hanusar
dóttir Olsen at tosa um radikala
feministiska list, meðan Turið
Nolsøe og Maud Magnussen fara
at tosa um alt frá Monica Lewinsky
til hvussu tú málsliga kanst taka
ræði á tínum egna lívi
Endamálið er at varpa ljós á
javnrættindi.
– Tá eg tosi við ungar gentur
í dag, eru tær slett ikki greiðar
yvir, at vit hava trupulleikar við
javnættindi. Tær gera tað, sum tær
hava hug til, men tá verða vaksnar
og skulu út á arbeiðsmarknaðan,
eri eg vís í, at tær fara at møta
forðingum. Tí eru vit noyddar taka
hesi evnini upp, so vit kunnu gera
eina roynd at betra um støðuna,
sigur Sunneva H. Eysturstein.
Men um nútíðans gentur ikki
kenna nakran trupulleika, kann
man so ikki siga, at vit longu hava
javnrættindi?
– Nei, siga tær fýra í kór. Av
gjørdar. Trupulleikarnir kunnu
tykjast ósjónligir, men teir eru har
og teir órógva javnvágin millum
kynini, siga tær.
– Tað er ringt hjá okkum at seta
orð á ítøkiligu trupulleikarnir, tí
teir eru so vanligir í dag. Tað er til
dømis ein niðurgerandi viðmerking
ella tað, at man ikki verður tikin í
álvara, sigur Solveig Hanusardóttir
Olsen.
– Og tað, at tú sum kvinna er
í nógv størri vanda fyri at verða
neyðtikin. Hví skulu vit góðtaka
tað sum eitt náttúrligt ting, at
kvinnur eru í størri vanda enn
mannfólk? leggur Turið Nolsøe
afturat.
– Ein týðandi partur av hesum
tiltakinum er eisini at varpa ljós
á trupulleikar sum finnast uttan
fyri okkara trygga dunnuhyl í
Føroyum, sigur Sunneva H. Eystur
stein.
Og trupulleikin er eisini politisk
ur, halda tær.
– Vit hava trupulleikar í skipan
ini. Trupulleikar sum fólk flest
ikki eru greið yvir, tí teir eru so
mikið strukturellir, leggur Turið
Nolsøe afturat. Hon vónar, at hetta
tiltakið fær føroyingarnar at taka
trupulleikarnar í álvara.
Feministar anno 2016
Fyri tær fýra sum standa aftanfyri
Damu-Domi, er tiltakið eisini ein
roynd at nuansera myndina av
einum feministi anno 2016.
Ein feminist kann vera nógv
annað enn ein reyðsokkur uttan
brósthaldara. Ein feminist kann
til dømis vera eitt mannfólk. Og í
veruleikanum kann ein feministur
eisini verða lýstur sum eitt
javnrættindafólk.
Hetta sigur føroyska orða
bókinum í øllum førum. Tær
fýra kvinnurnar heittu her fyri á
tey ið umsita netorðabøkurnar,
um at broyta umsetingina av
orðinum »feminist« frá á at vera
kvinnurættindarkona til nú at vera
javnrættindafólk.
– Tað er í hesum smáu tøkunum,
at vit royna at gera mun. Men í
roynd og veru verður hetta mest
eitt hátíðarhald av kvinnuni og
kvinnurørsluni, sigur Sunneva H.
Eysturstein, sum heitir á øll um
at fylgja við í miðlunum komandi
dagarnar, tá skráin verður kunn
gjørd.
Hesar skipa í næstum fyri tiltaki í samband við kvinnudagin.
Endamálið er at nuansera myndina av kvinnustríðnum anno 2016
MYND: ÀLVUR HARALDSEN